Mattias Hellisdal spældi 18. august seinasta dystin fyri B36 í Betrideildini.
Í dag spældi Mattias fyrsta kappingardystin fyri Västerås SK í næstbestu svensku fótbóltsdeildini.
Mattias var við frá dystarbyrjan, tá Västerås spældi dyst á útivølli móti Östersund.
Mattias gjørdi ikki mætari enn at skjóta mál í sínum debutdysti, tá hann seks minuttir undan steðginum legði Västerås á odda 1-0. Beint undan steðginum økti Jonathan Ring til 2-0. Tíðliga í seinna hálvleiki økti danski, Mikkel Ladefoged til bæði 3-0, 4-0 og 5-0. Reint hattrick. Östersund minkaði um munin í 69. Jens Magnusson staðfesti 6-1 stórsigurin hjá Västerås stutt undan dystarloki.
Tá 76 minuttir vóru leiktir fór Mattias av vøllinum aftaná eina minniliga og væleydnaða debut.
Västerås er næstfremst í deildini við 53 stigum. Örgryte er fremst í deildini við 54 stigum, og Kalmar FF er triðfremst við 52 stigum. Uppflytingarstríðið stendur millum hesi trý liðini. Oddevold hevur 43 stig á fjórða plássinum.
Tvey tey fremstu liðini flyta beinleiðis upp í bestu deildina. Nummar trý spælir tveir dystir móti triðaftasta liðnum í bestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.
Leygardagin 18. oktober hevur Västerås dyst á heimavølli móti Sundsvall.
Mattias fer nú at fokusera upp á U21 EM-undankappingardystirnar á heimavølli móti Fraklandi og Sveis.