- Smáar tjóðir hava týðandi leiklut í fótbóltinum

Franski bóltsnillingurin Michel Platini, sum vitjaði í Føroyum um vikuskiftið, heldur tað verða umráðandi fyri menningina av fótbóltinum kring heimin, at smáar tjóðir sum til dømis Føroyar eru við í altjóða fótbólti og dystast við stórar tjóðir.

Fleiri av teimum størru tjóðunum, ið taka lut í altjóða fótbólti, finnast mangan at, at smærri tjóðir, so sum Føroyar, Andorra, San Marino og Liktenstein, taka lut í altjóða kappingum á jøvnum føti við stóru tjóðirnar. Summar av stóru tjóðunum hava ført fram, at tað hevði verið eitt hugskot at lata smærru tjóðirnar royna seg í einum slagi av einum undanumfari til eitt nú EM- og HM-undankappingar. Men hesum er Michel Platini ikki samdur í.

Menningin alt at siga
- Eg kenni væl hasi sjónarmiðini, men eg eri ikki samdur í teimum. Tað vilja altíð verða sterk og veik lið í undankappingum, og tað verður ikki øðrvísi. Tað hevur eisini ómetaliga stóran týdning fyri menningina av fótbóltinum, at stórar tjóðir vitja smærri tjóðir. Tá ið til dømis franska landsliðið kemur her til Føroya at spæla, er tað jú ein stórhending, ið ger so ómetaliga nógv gott fyri áhugan fyri fótbólti her á landi. Børnini sleppa at síggja nakrar av stóru hetjunum hjá sær, og slíkt hevur sera stóran týdning fyri menningina av fótbóltinum. Um børnini ongantíð sluppa at uppliva sínar hetjur, hevði áhugin kanska verið køvdur, heldur Michel Platini.
Fraklendingurin sigur seg tískil vóna, at skipanin, soleiðis sum hon er í dag, heldur fram, tí eftir hansara tykki er talan um eina góða skipan, sum er góð fyri menningina av fótbóltinum.
Eisini vísir Michel Platini á, at fleiri lutfalsliga smærri tjóðir hava vunnið sær rætt til at taka lut í HM-endaspælinum í Týsklandi komandi summar. Hann nevnir í hesum sambandi Togo, Angola umframt Trinidad og Tobago.

Brasil stórfavorittur at vinna HM
Tá ið tosið kom inn á HM-endaspælið í Týsklandi komandi summar, settu vit Michel Platini spurningin, um hvør ið hann metti fór at vinna heimsmeistaraheitið.
- Í mínari verð er tað bert Brasil, ið kann vinna. Teir eru í serflokki eftir mínum tykki. Eg sá brasilska landsliðið spæla Confederations Cup í Týsklandi fyrr í ár, og tað var heilt fantastiskt, hóast teir ikki høvdu allar av sínum bestu spælarum við. Eg haldi, at tað er tað besta liðið, ið eg havi sæð í eini 20-30 ár. Tá ið tú sum venjari stendur og ivast í, um tú skalt hava Ronaldo ella Adriano í álopinum frá byrjan, tá hevur tú ein hóp, har eingin annar stendur mát, heldur Michel Platini.
Franska landsliðið er sambært Platini ikki eins sterkt og tað var í 1998 og 2000, tá ið liðið vann ávíkavist HM og EM, og tí trýr Platini ikki upp á franskt gull í Týsklandi.