- Sosiala lampan er slóknað

Jenis av Rana metir, at Javnaðarflokkurin ikki hevur megnað at markerað seg í samgonguni. Hann harmast um, at sosial- familjupolitikkur ikki er raðfestur. Hann fegnast um, at fíggjarlógin javnvigar, men prísurin hevur verið ov høgur. Hann metir, at skattalættin kemur teimum skeivu til góðar

Sosialurin hevur sett seg í samband við Jenis av Rana, løgtingslim fyri Miðflokkin, og spurt um hansara hugsan um fíggjarlógaruppskotið. Hann er samanumtikið rættiliga vónbrotin.
- Fyri fyrst kann eg siga, at tað er gott, at tað javnvigar. Tað er ikki haldbært í longdini at koyra við undirskoti, hóast tað kann vera sunt í styttri tíðarskeið, um vit til dømis skulu gera serligar íløgur.
- Eg undrist á tann ætlaða skattalættan. Vit eru sera upptiknir av, hvussu skatturin, sum verður tikin inn, verður býttur út aftur. Miðflokkurin er uppptikin í teimum sosialu virðunum, og tí duga vit ikki ordiliga at skilja skattalættan, tí at vit halda ikki at umstøðurnar hjá teimum veiku eru nóg góðar sum er, og vit duga ikki at síggja, at tær skulu gerast betri við hesum skattalættanum. Hetta er okkara kritikkpunkt, og tað var eisini okkara kritikkpunkt til síðsta skattalætta, sigur Jenis.

Arbeiðsørskapur
Hann vísir á, at teir hava eina aðra áskoðan av endamálinum við skattalættanum enn hana, sum samgongan meldar út.
- Skattalættin kemur ikki teimum veiku til góðar. Samgongan tosar um ein skattalætta, sum skal gera tað meira hugaligt at arbeiða. Ein spindoktari hjá samgonguni segði, at vit halda frí, tí at vit ikki verða skattað í frítíðini. Har eru vit so fullkomiliga ósamdir. Vit vilja ikki leggja á frítíðina hjá fólki. Eg haldi frí fyri at vera saman við konuni og børnunum. Vit ynskja ikki at fáa ein arbeiðsørskap í samfelagið. Vit mugu hava tíð til tey bleytu virðini, sum er familjan og tílíkt, sigur hann.
Miðflokkurin vil heldur, at skattalættin skal betra um umstøðurnar hjá teimum veiku í samfelagnum. Teir halda ikki, at skattalættin skal koma teimum hægstløntu til góðar, so at tey fara at tíma betri at arbeiða yvir.
- Vit løgdu eitt uppskot fram, sum fakfeløg høvdu gjørt. Hetta uppskotið fall, men vit fara helst at gera tað sama í ár. Tað eru summi, sum ikki hava ráð til at leika við í dansinum um gullkálvinum, og tey detta burturímillum í okkara høgravendu samgongu. Her hugsa vit serliga um familjurnar við smábørnum og tey gomlu. Eg haldi, at tað eigur at vera givin skattalætti til hesar bólkar ella skal ein størri játtan á fíggjarlógini til hesar bólkar.
- Ein familja við smábørnum hevur ikki nógv at geva av. Ein familja við trimum smábørnum rindar lættliga 5000-7000 krónur um mánaðin fyri ansing. Har eigur landsstýrið at fara inn og tryggja somu umstøður sum í grannalondunum. Í Svøríki er sett eitt loft á, so at eingin rindar meira enn umleið 2100 krónur um mánaðin, óansæð hvussu nógv børn skulu verða ansað. Ein onnur loysn kundi eisini verið barnakekkar, soleiðis at foreldrini fáa pening útgoldnan fyri hvørt barn. Samfelagið má gera íløgur í framtíðar føroyingi, heldur Jenis.

Bankarnir binda fólkið
Jenis heldur ikki, at landsstýrið einans skal hyggja at, meðan bankarnir bjóða lán og binda familjurnar at bankanum.
- Bankarnir bjóða betri umstøður, men tað er eingin loysn. Tað bindir bara familjurnar longri og longri til bankarnar. Landsstýrið má fara inn og gjøgnum skattalætta ella størri játtan geva betri umstøður, heldur Jenis.
- Tey gomlu hava nú eisini møguleika at seta lán í frívirði í húsunum. Bankarnir geva teimum tað, sum politikararnir ikki geva teimum. Men hetta kemur at kosta í síðsta enda.
- Her má samfelagið fara inn og bjóða skattalætta ella annan stuðul. Miðflokkurin hevur fyrr havt uppskot um at avtaka oljuavgjaldið hjá pensjónistum.

Hvar er Javnaðarflokkurin?
Jenis sigur, at hann stúrir fyri gongdini í samfelagnum í dag.
- Eg haldi, at samfelagið er vorðið rátt og kalt. Tann sosiala lampan slóknar í samgonguni. Vit ynskja ein meira virknan familju- og sosialpolitikk, men vit megna ikki nógv einsamallir. Mín fatan er, at Javnaðarflokkurin ikki hevur megnað at markerað seg mótvegis Fólkaflokkinum. Javnaðarflokkurin er nøgdur við at hava løgmann, og prísurin er óhugnaliga høgur hjá tí vanliga føroyinginum, sigur Jenis.
- Eg havi hug at spyrja: "hvat bleiv av Javnaðarflokkinum?"
- Vit vilja fegin hava fleiri flokkar at taka uppgávuna við at arbeiða fyri sosialpolitikki á seg. Men vit kenna okkum sera einsamallar á hesum økinum í løtuni, staðfestir Jenis.
Samanumtikið er Jenis rættiliga vónbrotin av fíggjarlógaruppskotinum.
- Teir hava fokuserað uppá at fáa javna á fíggjarlógina, og tað sæst eisini aftur á sosiala økinum. Eg vil kalla hetta fyri "Status Quo". Samgongan hevur ikki nýtt møguleikan at raðfesta veiku bólkarnar hægri, og tað er eitt vónbrot, sigur Jenis av Rana at enda.