Kross millum Svínáir og Ljósá er ein gravimaskina í ferð við at leggja rottangaevju út á helluna. Ætlanin er, at hellan skal gerast til grønan haga um eini tvey ár. Túrurin er eitt sindur drúgvur, áðrenn [...] aftur og flutt við lastbili yvir um Sundið og stroydd út eftir helluni norðan fyri Kross. Gravkúgvin slættar tilfarið út eftir helluni, og síðan verður grasfræ sátt í. Økið er avhegnað, og skal verða tað [...] Hetta er ikki nakað, sum nýliga er íkomið, soleiðis at enduvinna tað, fólk kasta av sær. Fyrr hevur tað verið brúkt á tyrvingarplássunum hjá IRF,sigur Ingvard Fjallstein. Men tey eru fækkað so nógv nú, at
eftir tilburðin. Um skaðin er so álvarsligur, at starvsfólkið ikki er ført fyri at røkja sítt starv, mugu somu atlit takast, sum tá fólk gerast sjúk. Tað er eingin ivi í mínum sinni um, at tann seinasta [...] móti øllum, sum í løtuni hava eitt starv, tí hvør veit, um tað verður tín túrur? Tá ein hóttan um uppsøgn ella niðurskurð í starvstíð er væntandi, er tað torført at tora at vera, sum ein altíð plagar at vera [...] sjúk ella hava krím, tí hvør veit, um tað kann fáa avleiðingar fyri tína starvssetan. Hugsa tær, at ivi verður sáddur um, hvørt tú nú ert stabil ella ikki. Tíverri er hetta nakað, vit hoyra oftani frá limum
mínum lívið, men um eg ikki spæli tónleik í ein dag, er tað sum um okkurt manglar”. Soleiðis tekur Angelika Nielsen til, tá spurt verður um hvønn týdning tónleikur hevur fyri hana. Violinin er amboð hjá Angeliku [...] a øgiliga um sítt ljóðføri, og tí kann hon uttan trupulleikar skifta millum eitt nú klassiskt og fólkatónlei, jass ella rokk. Høgni Lisberg um Angeliku: - Eg haldi at tað er ordiliga frískt, at Angelika [...] mangar í tali, og nú er hon í Keypmannahavn. - Eg havi tvey og eitt hálvt ár eftir her í Keypmannahavn, men annars taki eg ein dag ísenn, fortelur hon róliga. Avmarkingar Angelika er ein ung og eisini
tað er ov langt millum rúsirnar. - Eg eri nokk vorðin meir sjálvkritisk við árunum. Tí er upplivingin av, at skrivingin mest sum bara flýtur av sær sjálvum, eisini vorðin meir forkunnug, sjálvt um eg framvegis [...] havi altíð ivast í, um nakar dugur er í tí, eg skrivi. Í so máta hevur M.A. Jacobsen virðislønin givið mær frið í sálina til at halda fram, sigur hon, men undrast kortini framvegis yvir, at tað júst gjørdist [...] luftini. Søgan um gentuna er bert eitt av mongun smáum brotum í eini frásøgn sum vísir, hvørjar avleiðingar ymisk kor í uppvøkstrinum kunnu hava á vaksna lívið. Og Sólrún Michelsen dylur ikki yvir, at søgurnar
verið nakað frammi um, hvussu illa eitt nú fjølmiðlafólk fara um føllini. Tað nervar eisini meg, tá ið so er, og eg haldi, at blaðfólk og frásøgufólk í okkara loftmiðlum eiga at vanda sær um hesi málsligu [...] hond. Spurningurin er, um ikki meira verður vunnið enn mist, um skrivað verður, sum ljóðar, t.d. fjæla, fjaldi - læsa, lasti - ræka, rakti - svælur, svalligur o.s.fr.. Men sjálvandi er hetta eitt torført [...] eintalið ikki. Havi enntá upplivað dømi sum "farð út við tær", tí talan jú er um boðshátt. Annars verður í ráðaloysi tveitt um seg við ð-um, sum best ber til, - sum t.d. pápið, sum studentaskúlalærari herfyri
skurrar tað í oyrunum, tá eitt nú útvarpsfólk lesa um tað, sum føroyskt er, ella tú hoyrir kvinnur og menn kvøða um tann føroyska dansin og syngja um "gamalt føroyskt grót", tí tað er ein avskeplan av tí natúrliga [...] myn, fjævursárur y búri, tagnaji røddin føvur o fyn, lyti er tær nú um mjøjin o vyn, songfuglur myn, skerdur y fangabúri Minnist tú laikin um grønan vødl, fjævursárur í búri, minnist tú gil o dælar o fjødl [...] og eitt í, og at endaeddið fellur burtur, so er væl vunnið. Eina stavsetingarnevnd Men nú er tíð til frið at venda við hesari skriving. Endaliga niðurstøðan er, sum skilst, at vit kunnu ikki framhaldandi
greitt í 1946, vit ivaðust um føroyskt kirkjumál í eini 30 ár, vit ivaðust um sjómarkið o.s.fr. Nú er tað eingin, ið ivast um hesi stórmál longur. Øll eru fegin um, at vit tóku okkum um reiggj í hesum sjálvsøgdu [...] aftur nú, átta ár seinni í hesum árinum. Fyrru ferðina mótvegis einum javnaðarløgmanni, og seinnu ferðina var tað fólkafloksløgmaður, ið mátti taka skoluna. So tað tykist, sum um politiski liturin er týd [...] sum er fólkatingið, hevur lagt ávísar uppgávur til eitt landspartating, ið nevnist løgtingið. Løgtingið hevur til dømis fingið til uppgávu at krevja skatt inn fyri donsku stjórnina. Um upphæddin er ov lítil
sita í. Kirkjurúmið er fýrkantað, og síggjast fólk sita allastaðni ? hanga sum krókur og likkja við hjalsrimar upp eftir veggunum. Tritonuskórið er kórið hjá John Høybye. Hetta er sera gott kór, sum hevur [...] arbeiði. Gekkurin var ein skilamaður, og tað er John Høybye eisini? nei, The Lord of Hosts, He is the king of glory. Harri herskaranna. Hann er tað, ið er dýrdar kongur! Hetta sást tú niðri á Kolbrúnni [...] var fyrstu ferð á ævi tíni, at tú sást hesa sjón. Ilt er at siga, hvat er vakrast í Messia. Eg dugi ikki at taka dagar ímillum partarnar, tá ið um tónleikin ræður, men ? knappliga skar mannamúgvan á Brúnni
sindur ósamdir eru teir um, hvussu breitt hann skal skera, men tað endar vanliga við eini rímiliga breiðari ál, sum viðhvørt, um hvalurin er stórur, er so passaliga mannbar, tá skorið er. So verður tað lagt [...] sleipandi. Og so er onkur sannilia so optimistiskur, at hann heldur, at komandi er inn í rokan við bili. Og nú er tað rættiliga, at løgreglumenninir skulu vísa, hvør dugur er í teimum. Jú, tað gongur upp [...] ikki heldur, at tað er vert at brúka meira tíð upp á grind. Nú er at sleppa aftur til arbeiðis. Tí hóast tað smakkar væl og er forkunnugt hjá nógvum, má sannast, at kilogprísurin er rímiliga høgur, tá alt
manningarfeløgini um. Og hetta varð sjálvsagt størsta framstig fyri rættindi hjá manningum, sum er sett í verk nakrastaðni í heiminum. Manningarfeløgini kundu nú fara til samráðingar um ein nýggjan sáttmála [...] reiðarunum um, at manningarnar skuldu bæði rinda av veiðigjøldum og uppboðssølugjøldum – tó upp til eitt ávist mark. Gerðarrættarmálið er ongantíð tikið upp aftur. Reiðararnir og stórkapitalurin kundu nú skála [...] meg alt ov lítið umhugsað um hesi viðurskifti. Veruleikin er, at Maskinmeistarafelagið – tá undir leiðslu av Pálli Hansen – var sera greitt í øllum hoyringum og samskifti um nýggju fiskivinnuskipanina: