At rúmast á arbeiðsmarknaðinum

Hóttandi arbeiðsloysi
Flestu okkara, sum hava eitt fast starv, eru fegin um tað. Vit vita jú, at tað er eingin sjálvfylgja at hava eitt starv longur. Nógv fólk í føroyska samfelagnum eru í løtuni rakt ógvuliga hart av arbeiðsloysi og hóttandi ætlanum um uppsøgn vegna sparingar og ringar fíggjarvánir.
Sparingar eru ein hóttan móti øllum, sum í løtuni hava eitt starv, tí hvør veit, um tað verður tín túrur?
Tá ein hóttan um uppsøgn ella niðurskurð í starvstíð er væntandi, er tað torført at tora at vera, sum ein altíð plagar at vera. Tað verður av summum umhugsað gjølla, áðrenn ein sigur sína hugsan um hetta og hitt, tí kanska kann tað fáa avleiðingar, um ein hevur eina hugsan, sum gongur ímóti leiðsluni ella arbeiðsgevaranum. Kanska gongur tað út yvir meg næstu ferð! Hetta eru ikki serliga stuttligir tankar at hava hvønn dag, ein fer til arbeiðis. Kanska torir tú ikki at gerast sjúk ella hava krím, tí hvør veit, um tað kann fáa avleiðingar fyri tína starvssetan. Hugsa tær, at ivi verður sáddur um, hvørt tú nú ert stabil ella ikki. Tíverri er hetta nakað, vit hoyra oftani frá limum.

Symbolikkur
Eitt listaverk bleiv reist í Hoyvíkstjørn stutt fyri jól. Listaverkið er ein keta, sum reisir seg upp í luftina, og ovast er ein ringur við einum samanringdum og naknum mannakroppi í.
Ein keta symboliserar nakað sterkt, ein keta skal halda saman upp á okkurt og fora fyri, at tað kann slíta seg leyst. Ein keta er ikki sterkari enn veikasta liðið. Nakni mannakroppurin ovast í listaverkinum situr samanringdur og hevur ógvuliga lítið pláss. Tað er, sum roynir hann at passa inn í eitt umhvørvi, har lítið pláss er.
Hetta listaverk fekk meg at hugsa djúpt um ta støðu, sum nógv starvsfólk eru í í løtuni. Vit hava sæð uppsagnir av starvsfólki vegna sparingar á starvsøkinum, bæði hjá landi og kommunum. Hetta er ikki óvanligt, tá ræðusøgur um fíggjarkreppu eru dagligur kostur í tíðindasendingum. Hinvegin er tað heldur ikki óvanligt, at fólk verða søgd úr starvi vegna bygnaðarbroytingar. Tað, eg vil varpa ljós á í hesi grein, er, at líkamikið, hvat orsøkin er til, at eitt starvsfólk verður sagt úr starvi, so eigur hetta at verða gjørt við virðing fyri starvsfólkinum fyrst og fremst, umframt at sáttmálaásetingar og reglur eiga at verða fylgdar.

Ongum er tryggjað eitt arbeiði
Allir limir í Føroya Pedagogfelag hava eina trygging, sum tryggjar ein við ávísa hættisliga sjúku. Vanlukkutilburðir eru umfataðir av arbeiðs- og umhvørvislógini. Tó er eingin trygging ella vissa fyri, at tú varðveitir títt tilknýti til arbeiðsmarknaðin, um tú ert fyri sjúku ella vanlukku, sum ávirkar tín arbeiðsførleika. 120 daga reglan, sum var ein ætlan um at skipa viðurskiftini viðvíkjandi langari sjúkrafráveru, verður í dag av fleiri arbeiðsgevarum brúkt til at siga fólki upp við styttri freist enn vanligt. Ætlanirnar við skipanini um at hava eina samrøðu við starvsfólkið, at tosa um útlitini fyri framtíðina og at finna møguligar proportionalar møguleikar verða ikki fylgdar. Tað hava vit fleiri dømi um í Føroya Pedagogfelag. Vit síggja dugnaligar námsfrøðingar missa sítt arbeiði og tilknýti til arbeiðsmarknaðin vegna sjúku, vanlukkutilburð ella bygnaðarbroytingar. Talan er ikki um starvsfólk, sum eru mett at vera invaliderað; so langt er viðgerðin ikki komin, tá ein uppsøgn longu liggur á borðinum. Proportionalitetsprinsippið verður ikki fylgt í tann mun, tað átti at verið fylgt – starvsfólk fáa beinleiðis at vita, at tey sjálv hava skrivað undir 120 daga regluna, og hetta loyvir arbeiðsgevara at siga tey úr starvi við bert einum mánaðar freist. Tað eru leiðarar á dag- og serstovnum, sum eru sinnaðir at finna aðrar tillagaðar møguleikar fyri starvsfólk, sum eru vorðin førleikaskerd av ávísari orsøk. Tó vilja ovaru leiðslur ella myndugleikar ikki í nóg stóran mun góðtaka eina loysn, sum kostar pengar, óansæð um hetta bert er í eina tíð ella framyvir. Trygdin fyri at varðveita sítt tilknýti til arbeiðsmarknaðin er skerd, og uttan at hugsa um tað, verða starvsfólk rend út í arbeiðsloysi og klientgering. Avleiðingin av at missa arbeiði er at søkja um eitt vart starv ella at gerast almannaklientur við forsorgarhjálp.
Tað er ørkymlandi, at førleikin hjá dugnaligum starvsfólkum verður yvirsæddur og ikki virðismettur, og at dentur verður lagdur á tann skerda lutin. Virðið fyri einstaka starvsfólkið í at hava eitt ávíst tilknýti til arbeiðsmarknaðin er torført at gera upp í pengum, men tað gerst sambært einari spurnakanning frá 2007, um livikorini hjá fyritíðarpensjonistum, púra greitt, at tað at missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin fyri mong er tað tyngsta við at gerast førleikaskerd/ur.
Tað, sum stendur eftir, tá uppsagnir verða framdar, er, at arbeiðstrýstið veksur á stovnunum, og tey, sum eru eftir, mugu renna skjótari og hava torført við at náa alt. Um tey eru sjúk og heima frá arbeiði, er hetta við ringum tannabiti, tí tey vita, hvussu tungt tað er hjá teimum, sum eru til arbeiðis og mugu átaka sær teirra uppgávur afturat sínum egnu. Trýstið í arbeiðsdegnum kann elva til strongd og vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi. Fyri summi førir hetta við sær langar sjúkralegur, og starvsfólk koma í vanda fyri at missa sítt starv vegna sjúku. Summir arbeiðsgevarar brúka 120 daga regluna sum eitt amboð fyri at siga fólk úr starvi við styttri uppsagnarfreist enn annars – aðrir arbeiðsgevarar bjóða starvsfólkinum eina samrøðu fyri at finna út av, hvat kann gerast fyri at betra um støðuna. Tað verður kannað, hvørji útlitini eru fyri, at starvsfólkið kann koma aftur til arbeiðis, ella um møguleiki er fyri at broyta starvssetanina soleiðis, at viðkomandi kann røkja aðrar uppgávur í eina tíð, ella um viðkomandi kann fáa broytta arbeiðstíð. Hetta eru bert dømir um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at tryggja starvsfólkinum tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Tað er sera álvarsligt at koyra fólk út í arbeiðsloysi, tí tað at hava eitt arbeiði snýr seg um so nógv annað enn at vinna pening.

Arbeiðsumhvørvi og vanlukkur
Ein annar trupulleiki, sum kann standast av strongdum arbeiðsumhvørvi og undirnormeringum, eru arbeiðsvanlukkur. Tað eru tíverri fleiri tilburðir av arbeiðsvanlukkum, sum fáa álvarsligar fylgjur fyri sarvsfólk í styttri ella longri tíð. Tað kemst nokk ongantíð undan arbeiðsvanlukkum, men eitt er púra greitt, at tá eitt starvsfólk er fyri einari vanlukku á arbeiðinum, mugu heilt serlig atlit takast til hesi fólk. Sum tað fyrsta skulu allir tilburðir meldast til vanlukkuráðið – óansæð, hví tilburðurin hendi. Tað er ikki arbeiðsgevarin, sum skal taka støðu til, hvørt ein tilburður er góðkendur sum arbeiðsskaði ella ikki. Umráðandi er heldur at melda skaðar ov ofta enn ov sjáldan. Tað, leiðslan og arbeiðsgevarin skulu tryggja sær, er, at øll skjøl verða fylt út, og fráboðan send um tilburðin. Harafturat má arbeiðsgevarin hava áhuga í at fylgja við, hvussu starvsfólkið hevur tað og veita supervisjón ella aðra stuðlandi hjálp í tíðini eftir tilburðin.
Um skaðin er so álvarsligur, at starvsfólkið ikki er ført fyri at røkja sítt starv, mugu somu atlit takast, sum tá fólk gerast sjúk. Tað er eingin ivi í mínum sinni um, at tann seinasta avgerðin, ið verður tikin, er avgerðin um siga fólk út starvi.

At síggja møguleikar heldur enn forðingar
Proportionalitetsprinsippið ásetur, at arbeiðsgevarin hevur skyldu til at finna eina loysn, sum gevur starvsfólki møguleika fyri at varðveita sítt tilknýti til arbeiðsplássið ella til eitt annað arbeiðspláss – møguliga við tillagaðum arbeiðsuppgávum. Júst tað sama er galdandi, tá ið bygnaðarbroytingar fara fram. Broytingarnar mugu ikki hava størri avleiðingar fyri starvsfólk enn neyðugt, og tað skal kunna prógvast, hvat veruliga verður gjørt fyri at skapa arbeiðsmøguleikar fyri starvsfólkini.
Líkheitsprinsippið verður ikki altíð fylgt, tá starvsfólk antin gerast sjúk, koma út fyri vanlukkutilburði, ella tá bygnaðarbroytingar fara fram. Viðhvørt síggja vit, at tað letur seg væl gera at fylgja teimum ásetingum, sum eru viðvíkjandi proportionaliteti. Aðrar tíðir síggja vit, at starvsfólk kunnu verða sjúk leingi og koma aftur, tá tey eru frísk – meðan onnur missa sítt arbeiði eftir 120 dagar, uttan at nøkur samrøða er farin fram um møgulig útlit ella um møguleikan fyri at røkja aðrar uppgávur. Tá eru øll starvsfólk ikki viðfarin líka, og tað er átaluvert.

Sáttmálasamráðingar og rúmligi arbeiðsmarknaðurin
Til sáttmálasamráðingarnar fekk Fakfelagssamstarvið ein fyrispurning frá Ráðnum fyri brekað um at fáa ein orðing um rúmliga arbeiðsmarknaðin inn í sáttmálarnar. Vit gjørdu eina ítøkiliga roynd fyri at fáa eina orðing ella í minsta lagi eina álitisváttan inn í sáttmálarnar, soleiðis sum okkurt felag á privata arbeiðsmarknaðinum hevur gjørt. Tað var okkara vón at fáa ein tekst lagdan inn í okkara sáttmálar, sum vísti á, at bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar vilja fremja rúmliga arbeiðsmarknaðin í verki.
Tað bleiv brúkt tíð uppá at viðgera og umrøða viðurskiftini á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum vit síggja tey í dag. Fakfelagssamstarvið heldur tað verða neyðugt við ásetingum í sáttmálunum fyri at tryggja fólki við skerdum arbeiðsførleika at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Vit meta, at tað er skilabetri at hava eitt avmarkað ella tillagað tilknýti til eitt arbeiðspláss, heldur enn at verða koyrd úr arbeiði og harvið klientgjørd.
Politiska ábyrgdin?Tað er ein politiskur trupulleiki, at arbeiðsgevarar ikki fáa veitt endurgjald fyri sjúku, og tað setur okkara limir í sera truplar støður, tá okkurt óvæntað hendir. Heitt verður tí á arbeiðsgevarar um at verja síni starvsfólk sambært galdandi reglum og ásetingum og ongantíð at velja uppsøgn, fyrr enn alt annað er roynt. Somuleiðis heiti eg á arbeiðsgevarar um at taka ábyrgdina av tílíkum uppsagnarmálum og handfara tey í størsta álvara og hugsa um, at á námsfrøðiliga starvsøkinum eru starvsfólk og leiðarar starvsfelagar í størri mun enn aðrastaðni. Hugsast skal um, at fólk við góðari útbúgving missa sítt tilknýti til arbeiðsmarknaðin, hóast stórur tørvur er á útbúnum fólki, og tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki gott fyri nakran. Um tænastustøðið skal verða høgt, er tørvur á einum inkluderandi hugburði heldur enn einum hugburði, sum óneyðugt sáldar summi frá. Í síðsta enda er tað landskassin, sum skal gjalda, tá starvsfólk missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin – tað kann væl ikki hugsast, at nakar ger sær dælt av tí?