At skriva er mín rúsur

Tað kennist so deiligt innaní, tá eg skrivi, at eg bara vil hava meir, sigur rithøvundurin Sólrún Michelsen, sum samanber sína skriving við eitt rúsevni, hon er vorðin bundin av



Tað var við piprandi hjarta, tá Sólrún Michelsen fyri nøkrum árum síðani fyrstu ferð skuldi skriva "rithøvundur" aftanfyri sítt navn. Í hennara verð vóru rithøvundar onki minni enn gudar, og hon helt tað snøgt sagt vera flovisligt at billa sær inn, at hon kundi blanda seg í eitt slíkt selskap.

Síðani tá hevur Sólrún Michelsen ikki bara vant seg við fína yrkisheitið. Herfyri kundi hon hartil skriva M.A. Jacobsen virðisløn afturat rithøvundaheitinum, tá hon fekk virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri bókina Tema við slankum.

Men gudakendu rithøvundarnir - teir hoyra framvegis heima á bókahillini hjá Sólrún Michelsen.

- Eg havi altíð ivast í, um nakar dugur er í tí, eg skrivi. Í so máta hevur M.A. Jacobsen virðislønin givið mær frið í sálina til at halda fram, sigur hon, men undrast kortini framvegis yvir, at tað júst gjørdist Tema við slankum, sum varð heiðrað við virðislønini.

- Satt at siga helt eg, at handan bókin langt síðani var gloymd. Lítið og onki bleiv gjørt burtúr henni, tá hon kom út fyri einum ári síðani, og eg helt nokk, at tað mundi vera, tí fólk ikki hildu hana hava so nógv uppá seg. 



Lygnir og veruleiki

Tað er annars ikki so lætt at gloyma navnleysu "gentuna" í Tema við slankum, sum foreldrini hava stikað inni í einum úthúsi, har hon gongur og fyllir lógvarnar við feitum, svørtum og surrandi skinnflugum. Inni í úthúsinum er gentan ónda drotningin, sum hini børnini bæði ræðast og kenna seg drigin at. Men tá foreldrini umsíðir mugu sleppa gentuni út, tí hon er komin til skúlaaldur, fær ræðslan tak á henni. Hon torir ikki út um portrið og: "Long tíð gekk, áðrenn tey fingu bankað bangilsi so mikið úr henni, at hon tordi at ganga tann stutta teinin til skúlan", sum frásøgurøddin staðfestir, meðan óunniligi setningurin verður hangandi í luftini.

Søgan um gentuna er bert eitt av mongun smáum brotum í eini frásøgn sum vísir, hvørjar avleiðingar ymisk kor í uppvøkstrinum kunnu hava á vaksna lívið. Og Sólrún Michelsen dylur ikki yvir, at søgurnar taka støði í hennara egna barndómi í fimtiárunum. Men harvið heldur so eisini alt samband millum bókina og veruleikan uppat.

- Tað er rætt, at ávís eyðkenni við ymsum persónum frá mínum barndómi hava sett ferð á søgurnar, men restin er frítt hugflog. Og tað er heldur ikki vist, at hendingarnar fóru fram júst soleiðis. Fólk minnast so ymiskt, alt eftir, hvørjum stemningi, vit vóru í, júst tá okkurt hendi, sigur Sólrún Michelsen, sum tí eisini er eitt sindur kløkk av, at so nógv hava lisið bókina sum eitt slag av sjálvsævisøgu hjá høvundanum.

- Eg øtist serliga, tá onkur sigur seg minnast onkra hending í bókini, sum eg veit, er berur heilaspuni. Tað er jú rættiliga ræðandi, at fólk soleiðis gera mínar lygnir til sín egna sannleika, so eg má heldur ansa mær, hvat eg skrivi, sigur høvundurin. 



Vil tyggja sjálv

Tað fer hon tó neyvan, tí Sólrún Michelsen er ikki sinnað at lata hurðar aftur beint í nøsina á skaldskapinum.

- Eg haldi tað vera stórt spell, tá fólk lata sína lesing avmarka við allatíðina at vilja hava svar uppá, um okkurt er satt ella ikki. Alt tað fantastiska við skaldskapi fer jú fyri skeyti, um onki pláss longur er eftir hjá lesaranum at gera sær sínar egnum myndir og tankar, sigur Sólrún Michelsen, sum sjálv heldur tað vera munandi meir spennandi, tá ein ritøvundi skrivar sín iva heldur enn svar inn í søguna.

- Eg vil sleppa at tyggja søguna sjálv, fáa bein í hálsin, spíta steinar út og hava kjøt sitandi eftir millum tennirnar. Eg tími ikki at lata mær lynda við einum glasi av tunnari saft, sum bara glíður niðurum, uttan at leggi merki til tað ella minnist smakkin, sigur Sólrun Michelsen, sum roynir at flyta síni krøv til skaldskap yvir á sína egnu skriving.

Og í nógvar mátar er Tema við slankum eitt paradís hjá lesararum, sum sjálvir vilja sleppa at tyggja og gruna yvir, hvat gongur fyri seg - millum reglurnar. Serliga í fyrsta partinum av bókini er málið barberað so tætt, at hvørt einasta orð mest sum stendur til at bresta av týdningum.

- Hatta er ein av fyrimununum við at lata sjónarhornið í eini søgu liggja hjá barninum. Børn góðtaka tað mest ótrúliga og staðfesta bara, at soleiðis er tað. Úrslitið verður ein fatalistisk og nærum ræðandi neyv fatan av heiminum, sum fær alt tað ósagda at duna onkustaðni í høvdinum á okkum vaksnu, sigur Sólrún Michelsen, sum eisini í restini av bókini hevur verið sera tilvitað um málið sum skaldsligt snildi.

Eftirhondini sum børnini í bókini gerast vaksin, fylgja eisini meir realistiskar frágreiðingarnar um, hvat í veruleikanum gekk fyri seg ímillum reglurnar í fyrsta parti. Og tá teir sannleikarnir gerast ov beiskir at svølgja, flýggja tey vaksnu inn í hvør sína marru- ella dreymakendu søgu í einum ævintýrkendum málsligum búna, har allar hurðar aftur standa á gloppi. 



Opinberingar

Spælið við ymsar frásøguhættir tykist vera ein týðandi drívmegi í bókini. Og Sólrún Michelsen viðgongur eisini fegin, at hon sjálv fyrst og fremst lesir aðrar høvundar fyri at uppdaga og læra nýggjar frásøguhættir. Beint nú er hon á rannsóknarferð í bókunum hjá so ymiskum høvundum sum Jose Saramago, Margaret Atwood, Kafka og Einari Már Guðmundsson. Men hóast Kafka hevur fylgt henni í mong ár eftirhondini, læsir Sólrún Michelsen seg helst ikki ov fasta í ávísar høvundar.

- Tað kennist sum ein opinbering, hvørja ferð eg renni meg í ein nýggjan, góðan høvund, sum hevur sín heilt egna og øðrvísi máta at siga eina søgu. Einaferð fekk eg tað ráðið, at lesa virðisløntu høvundarnar og síðani royna at finna út av, hví teir høvdu fingið virðisløn. So systematisk eri eg kanska ikki, tá eg lesi, men tað kann vera ótrúliga inspirerandi at hava tað í huganum, sigur Sólrún Michelsen, sum illa dugir at ímynda sær eitt lív uttan bøkur.

- At lesa hevur altíð verið sum ein rúsur, sum eg kundi hvørva inn í, tá eg vildi. Og síðani eg sjálv byrjaði at skriva, havi eg í grundini bara funnið eitt nýtt rúsevni. Tað kennist so deiligt innaní, tá eg skrivi, at eg allatíðina vil hava meir. Gongur tað ov long tíð ímillum verði eg rastleys og fái ikki frið á mær. So jú, eg má nokk viðganga, at eri vorðin bundin av hesum, smílist Sólrún Michelsen í tí hevur hug at argast inn á, at tað er ov langt millum rúsirnar.

- Eg eri nokk vorðin meir sjálvkritisk við árunum. Tí er upplivingin av, at skrivingin mest sum bara flýtur av sær sjálvum, eisini vorðin meir forkunnug, sjálvt um eg framvegis tvíhaldi um, at skrivingin helst skal vera so spontan, sum til ber, sigur hon.

Klók av royndum er Sólrún Michelsen nevniliga sannførd um, at tað ikki ber til at planleggja seg fram til eina góða søgu.

- Eg skrivaði einaferð eina ungdómsbók, har eg hevði lagt søgugongdina til rættis niður í minsta smálut, áðrenn eg byrjaði. Bókin bleiv eisini liðug, tupulleikin var bara, at søgan fungeraði yvirhøvur ikki. Tí liggur hon framvegis í skrivaraborðskuffuni, har hon kann gera eitt sindur av nyttu sum ávaring um, eg ikki skal planleggja ov nógv, tá eg skrivi, sigur høvundurin avgjørd.


Antennnurnar úti

Hví Sólrún Michelsen yvirhøvur av fyrstan tíð byrjaði at skriva, dugir hon ikki rættiliga at siga. Ikki annað enn at henni altíð dámdi væl at skriva stílar í skúlanum, og at kanska eitt lítil neisti bleiv kveiktur, tá lærarin plagdi at lesar hennara stílar upp.

Ella hava tey sum kenna hana kanska rætt, tá tey siga, at hon altíð hevur so nógvar antennur úti, at tað ikki er so løgi, at øll inntrykkini mugu sleppa út onkursvegna.

- Jú, tað er nokk rætt at leggi til merkis og minnist nógv, sum onnur ikki hava givið sær stórvegis far um. Til tíðir kann tað vera strævið og uttan iva kanst tú eisini gerast heldur viðbrekin, um tú tekur alt inn og goymir tað har. Men tað kann eisini vera ein ótrúlig styrki at vita, at tú altíð kanst taka hesi inntrykkini framaftur og brúka tey til, hvat sørin tú vilt. Til dømis í eini ordiliga góðari søgu, sigur Sólrún Michelsen og smílist eitt sindur loyndarfull.