At siga tað, ið ikki kann sigast av mannamunni

Á violinini sleppur Angelika at siga tað, ið ikki kann sigast av mannamunni. Um hon ikki spælir tónleik ein dag, so er tað okkurt, sum manglar greiðir unga kvinnan úr Vestmanna frá

- Eg veit ikki, hví tónleikur fyllir so nógv í mínum lívið, men um eg ikki spæli tónleik í ein dag, er tað sum um okk­urt manglar”. Soleiðis tekur Angelika Nielsen til, tá spurt verður um hvønn týdning tónleikur hevur fyri hana. Violinin er amboð hjá Angeliku, at siga tað, ið ikki kann sigast av mannamunni

Hvonn blívur til Kvonn
Fyri stuttum kom Angelika upp til Føroya at vitja familju sína um jóla hátíðuna, áðrenn hon so fór niður aftur til Keyp­­mannahavnar, har hon lesur á Kongaliga danska tón­leika­konservatorium.
- Eg havi havt nokk av nýggj­um tilfari at læra og venja, sigur hon brosandi. Sipað verð­ur til nógvu venjingarnar í sambandi við konsertir við Symfoniorkestrinum og egnum bólki. Angelika luttók á Nýggjárskonsertini hjá Symfoniorkestrinum, umframt at hon spældi við egnum bólki, Angelika, í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Konsertin í Miðla­húsinum bleiv sera væl mót­tikin av áhoyrarunum.
Síðan konsertina í Miðla­húsi­num hevur bólkurin Angelika skift navn og eitur nú Kvonn.
- Upprunaliga navnið á bólki­num var Hvonn, men so funnu vit útav, at tað var nýggja navnið á fyrrverandi Sjómansheiminum. So brúktu vit bara Angelika fyribils, inntil skiftið til Kvonn bleiv gjørt, sigur 23 ára gamla gentan.

Valið fall á violinina
Angelika er uppvaksin í Vestmanna í einum húsi, ið var sermerkt við ríkum áhuga fyri tónleiki. Líka síðan hon var barn, hevur hon havt ymisk ljóðføri rundan um seg, og so smátt byrjaði Angelika at royna seg við teimum. Serliga var tað violinin, ið bleiv nógv spæld uppá, samstundis sum mamma hennara hjálpti henni við at læra seg at lesa nótar.
- Tað var ikki tað heilt stóra at gera í Vestmanna tá. Ítróttur hevur aldrin havt mín stóra áhuga, so eg vitjaði mínar vinkonur, málaði ella var heima í kjallaranum, tá eg ikki spældi upp á violinina”.

Skúlagongd
Aftaná 9. flokk í fólkaskúla­num, fekk Angelika møgu­leikan at útbúgva seg til violin­lærara í Íslandi. - Eg haldi tað var í Ìslandi, at eg fann útav, at tónleikur skuldi blíva mítt lívs­yrki, sigur Angelika.
Hetta endaði við einum tíðar­skeiði upp á fýra ár við nógv­ari venjing og teori sum gerandiskosti.
Nýggjar avbjóðingar bíðaðu eftir henni í Malmø í Svøríki, har hon gekk tvey ár í skúla, eftir hon var liðug í Íslandi. Verkætlanir hava síðan verið mangar í tali, og nú er hon í Keypmannahavn.
- Eg havi tvey og eitt hálvt ár eftir her í Keypmannahavn, men annars taki eg ein dag ísenn, fortelur hon róliga.


Avmarkingar
Angelika er ein ung og eisini sera virkin genta. Sum 23 ára gomul má sigast, at hennara luttøka í føroyskum tónleiki er sera fjølbroyttur, bæði í bólka- og konserthøpi. Tó eru hennara hjartabørn enn klassiskur- og fólka ónleikur.
- Eg eri opin fyri tí mesta, tó haldi eg ikki, at eg hevði farið út í tungmálmstónleikin at brúkt míni evnir, flennir hon, meðan hon leggur aftrat, at stílurin hjá tungmálmsviolin­tulkaranum Vannesa Mae heldur ikki er nakað henni dámar.

At ferðast
Við sínum herviliga ágrýtni, kann ein ikki undrast á hví hon kemur so nógv út til onnur lond at spæla, men tað við ferðingini kann vera hart fyri kroppin.
- Mær dámar væl at ferðast. Sjálvandi blívur ein troyttur inn ímillum, men tað at eg kann spæla fyri áhoyrarum og møta øðrum fólkum frá mínum yrki, sum hava somu hugsanir sum eg, er eitt heilt serligt upplivilsi og ger tað alt vert, greiðir Angelika frá.

Angelika anno 2007
Ikki er heilt víst, hvat fer at henda hjá evnaríka tónleik­aranum í 2007, men nógv hugskot eru í luftini. - Eg havi ein dreym um at geva eina fløgu út við Kvonn um ikki so langa tíð, so tað verður spennandi at vita, hvat spyrst burturúr, sigur hon.
Millum annað verður Kvonn at síggja á svenska Umå festivalinum í vár, og er ætlanin eisini at gera eina konsertferð ígjøgnum Avstralia og Japan. Í Ygg­drasilleguni fer okkurt nokk eisini at henda í konserthøpi, millum annað spælir Ygg­drasil saman við Rasmus Lyberth hetta vikuskiftið, fyrst á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn leygar­dagin og sunnudagin í Norðurlandahúsinum.
Hvør veit, kanska verður Angelika Nielsen at síggja á pallinum til ein av føroysku festivalunum í summar.
---------

Kristian Blak um Angeliku:
- Angelika hevur spælt saman við okkum, síðan hon var barn. Eg varð beinanvegin greiður yvir, at hon hevði serligar gávur. Hon seyg til sín frá teimum tónleikarum, ið hon spældi saman við. Angelika fatar nýggjan tónleik beinanvegin og so skjótt, sum hon hevur hoyrt eitt lag dugur hon at spæla tað. Hetta er ein stórur fyrimunur, tá tú spælir fólkatónleik, har tað í stóran mun snýr seg um at lurta. Samstundis hevur hon førleikan sum ein konservatorii tónleikari. Hon er altíð konsentrera øgiliga um sítt ljóðføri, og tí kann hon uttan trupulleikar skifta millum eitt nú klassiskt og fólkatónlei, jass ella rokk.


Høgni Lisberg um Angeliku:
- Eg haldi at tað er ordiliga frískt, at Angelika sum klassiskur tónleikari flytur seg yvir í rútmiskan populer tónleik. Hetta er onkursvegna ein uppgerð við klassiska skúlan. At hon so eisini ger tað ordiliga væl er uppaftur betri. Tað riggaði væl hjá okkum at spæla saman við henni.