At mold skal tað verða

Innihaldið úr reinsibrunnunum á Gjánoyri verður brúkt til mold í Svínáhaganum hinumegin Sundalagið

 

Endurnýtsla

Svínáir: Beint norðan fyri Kross millum Svínáir og Ljósá er ein gravimaskina í ferð við at leggja rottangaevju út á helluna. Ætlanin er, at hellan skal gerast til grønan haga um eini tvey ár.

Túrurin er eitt sindur drúgvur, áðrenn grasið fer at vaksa á helluni millum Kross og Líknir. Men tá liðugt er, kann sigast, at helst eingin hevur gjørt tað lort. Heldur tvørurímóti.

Tað byrjaði við, at onkur onkunstaðni í økinum hjá IRF trongdi til at loysa sær buksurnar. Farið varð á wc og skolað niður í rottangan, tá liðugt var.

Síðan lá tað, sum farið var, í tanganum og bíðaði eftir bilinum, sum kom at tøma tangan.

Tangabilurin tømdi so alt aftur í reinsabrunnin í grótbrotinum á Gjánoyri, har tað fór í gjøgnum eina blandimaskinu, meðan kálk varð latið í alla evjuna. Síðan lá tað í hesum reinsitanganum og fór í gjøgnum eina kemiska prosess, til PH virði lá oman fyri 12, og avfallið var púra reinsað fyri bakreriur.

Tá alt hetta var av eini tvey ár eftir, at evjan var komin í reinsitangan, varð hon tikin upp aftur og flutt við lastbili yvir um Sundið og stroydd út eftir helluni norðan fyri Kross.

Gravkúgvin slættar tilfarið út eftir helluni, og síðan verður grasfræ sátt í. Økið er avhegnað, og skal verða tað í hálvtannað ár ella so, áðrenn latið verður uppaftur, so seyðurin sleppur at royna grasið, sum fer at vaksa har, sum hella áður hevur verið.

Ingvard Fjallstein á brennistøðini hjá IRF í Leirvík sigur, at her er farið fram eftir teimum reglum, sum galdandi eru. Øll loyvi eru fingin til vega fyri at gagnnýta evjuna úr rottangunum til haga í Svínáum.

Hann sigur, at loyvini eru latin av Heilsufrøðiligu Starvstovuni, eins og eigararnir av haganum hava játtað at brúka økið.

Vanliga er kravið, at slíkt øki skal liggja avhegnað í eitt ár, áðrenn tað verður latið uppaftur, sigur Ingvard Fjallstein. Men í hesum førinum hava teir avrátt við eigararnar at lata økið liggja í hálvtannað ár, soleiðis at tað verður friðað eitt summar aftrat.

Hetta er ikki nakað, sum nýliga er íkomið, soleiðis at enduvinna tað, fólk kasta av sær. Fyrr hevur tað verið brúkt á tyrvingarplássunum hjá IRF,sigur Ingvard Fjallstein. Men tey eru fækkað so nógv nú, at aðrir møguleikar máttu finnast. Og hesin var so ein, sum allir partar tykjast nøgdir við, sigur hann.