týdningi, at viðgerðin av hesum máli á tingi hevur ta góðsku, sum Føroya fólk hevur krav uppá. Heilt ítøkiligt, so hevði tað heilt víst verið ómetaliga gagnligt fyri sakligheitina í kjakinum á tingi um eisini [...] fram eitt alternativt uppskot í staðin. Tá fær borgarin møguleika at síggja eitt veruligt og samanhangandi alternativ til samgonguuppskotið. So í staðin fyri at sita afturá í 4 ár og vera ímóti øllum, so [...] ein utopiskur tanki, men gott hevði verið um nývalda ting okkara tók hendan tanka um eina virkna andstøðu til sín. Alt tingfólkið fær jú tingmannaløn - ikki bara tey sum eru í samgongu.
Miðflokkurin sat ikki knappliga 2 ár í samgongu, men frá 6. juni 2002 til 5. des. 2003, altso ein dag undir 1 1/2 ár. Núverandi landsstýrismaður hevur í dag sitið í sessinum í 1 ár, 2 mánaðir og 2 dagar. Altso [...] høvdu játtað pening og sett í verk eina væl tilrættalagda forkanning, sum er grundarlagið undir at fáa sett í verk hesa verkætlan, hevði núverandi landsstýrismaður mugað arbeitt í minst eitt ár afturat fyri [...] m? Jú, nú er hann so fegin um avrikið hjá Páll á Reynatúgvu, at hann longu hevur keypt eitt hús afturat í Sandavági. Sanniliga er vend komin í hjá Javnaðarflokkinum, tíbetur. At Miðflokkurin hevði ábyrgdina
Hornorkestri. Tá konsertin var um hálvliðin, reisti nývaldi formaðurin í hornorkestrinum seg og minti á aldurin á orkestrinum. Orkestrið fyllir 53 ár í mei, og tað sita framvegis tveir aktivir limir og spæla [...] tjøldrini, lýkkan og spírarnir eru farin at gera um seg í Klaksvík - eisini tónleikurin. Maður kemur í mans stað Konsertin boðaði frá, at maður kemur í mans stað við hópin av ungum spírum úr Klaksvíkar Tó [...] spæliuppgávurnar hjá Klaksvíkar Hornorkestri á seg. Horntónleikurin blómar í Klaksvík, og tey ungu í Tónlistaskúlanum eru ikki færri enn 36 í tali, so tilgongdin má sigast at vera tryggjað. Klaksvíkar Hornorkestur
Formaðurin í Havnar Handverkarafelag hevur í fjølmiðlunum givið ilt av sær um ymisk arbeiðsmarknaðarviðurskifti, serliga í sambandi við arbeiðsmegi úr ES-londum. Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast á ógvusliga [...] tað tvørligari hjá føroyskum arbeiðsgevarum at seta útlendingar í starv. Heldur enn, at feløgini fara í hvør sína skotgrøv í hesum máli, áttu feløgini heldur at tosað um, hvør orsøkin er til, at skikkaða [...] og virksemið annars í Føroyum. Okkara kappingarneytar hava langt síðani funnið útav, at tað snýr seg um at gera skipanir, sum gera tað lokkandi at arbeiða í júst teimum londunum. Men í Føroyum hava vit valt
Rættarmál Mánadagin fall dómur í Føroya rætti í einum máli, sum hevur sín uppruna eini 2-3 ár afturi í tíðini. Málið snýr seg um rækjutrolaran hjá P/F Líðini í Kollafirði, Arctic Viking. Rækjutrolarin [...] fýra ómynstraðir litavar, skuldi bert býtast í 14 partar. Javnbýtisreglan Reiðaríið helt hinvegin uppá, at ásett er í sáttmálanum, at parturin hjá manningini – í hesum førinum 27% - skal sambært javnbýtisregluni [...] eftir hesi reglu, kann ikki krevja meira. Dómurin, sum fall í Føroya Rætti mánadagin, gav reiðarínum fult viðhald í hesi greiðu niðurstøðu. Í viðmerkingum til dómin er tó tilskilað, at spurningurin um serliga
leiklut havi havt í málsviðgerðini av hesum máli. Mín leiklutur í málinum er, at eg eri nevndarformaður í JK Petersen og havi verið tað seinastu 30 árini. Eg eigi ikki eina krónu í partapeningi í felagnum. Avgerðin [...] Avgerðin í Fíggjarmálaráðnum – sum í mínari verð er ein rein fyrisitingarlig avgerð – er tikin av einum løgfrøðingi í Fíggjarmálaráðnum. Eg kenni ikki viðkomandi løgfrøðing, sum eg heldur ongantíð havi [...] Landsverk. Fíggjarmálaráðið sigur í síni niðurstøðu, at Landsverk sambært ítøkiligu umstøðunum í málinum hevur verið beinleiðis orsøk til misskiljingar, hetta tí Landsverk av sínum eintingum broytti freistina
Djurholm er púra einsamllur í samgonguni við uppskotinum Tjóðveldisflokkurin hevur víst uppskotinum aftur og tað sama ger ein annar samgongufelagi, Jenis av Rana í Sosialinum í dag Og nú sigur eisini fjórði [...] um arbeiðsmarknaðin fram, sigur Kári Højgaard, formaður í sjálvstýrisflokkinum. Hann heldur, at framferðin hjá landsstýrismanninum í hesum máli hevur hevur óheppin [...] fyri hvønn dag, sum gongur. ? Høvuðstrupulleikin er, at formenninir í teimum báðum stóru flokkunum hava ikki nóg gott tamarhald á sínum tingfólki og landsstýrisfólki og tað kemur ov ofta fyri, at einstakir
Virkishúsið kann verða við til at blása nýtt lív í unga tónleikin úr Klaksvík, sigur Leivur, sum í hela tikið væntar, at húsið fer at fylla eitt hol í ungdómslívinum í Klaksvík, tá tað ræður um tey meir kreativu [...] hjá Jákupi Ziskason tustu hesi spentu ungu fólkini í øllum aldri upp á ovaru hæddina at fregnast eftir, hvat goymdi seg inni í spæli-, seymi-, máli- og tónleikarúminum og øllum hinum rúmunum, sum tey [...] góð við tað". Tað sá út til at passa teimum ungu fínt, at borgarstjórin hevði valt eina so ultra stutta røðu til høvið, tá hann í gjárkvøldið umsíðir klipti snórin til nýggja Virkishúsið. Hann mundi vita
sum enda við einum berum sjálvljóði sum í sagnorðum í 1. pers. í nútíð ella í endanum á einum navnahátti. Orðaform sum ørðum eins og í fjørðum ella fjøðrum eins og í øðrum sært tú javnan. Nei, hesin stavur [...] kjaft ..." - "...ætlanin hevði ikki verið at dripið hann ..." - "...hon hevði hoyrt NN sagt ..."-" Hon hevði sæð hann róð framvið ..." -"forbronglaði tað, hann hevði lovað at gjørt.." Í øllum hesum dømum var [...] serkunnleika í at handafara ð-ið, tá ið tátíðar lýsingarhátturin ljóðliga fellur saman við navnaháttin; men tað hevur líka lítlan týdning í tí skrivaða sum í tí hoyrda. Í undirvísingini í føroyskum veruliga
fullveldið. ? Í næstum skal eisini ein grundlógarnevnd setast. ? Og harafturat er ein samskipanarnevnd sett, sum skal tryggja, at tey ymsu stýrini hvør í sínum lagi taka sína umsiting við. ? Í øllum hesum [...] bara tveir nevndarlimir í grundlógarnevndina. Tá roknar hann ikki Miðflokkin upp í andstøðuna, tí Jenis av Rana, hevur boðað frá, at hann tekur undir við samgonguni í hesum máli. Samstundis vísir formaður [...] gongdini í fullveldisætlanini og sostatt at geva samgonguni so gott mótspæl, sum hon kundi ynskt sær- og sum fólkaræðið krevur. Edmund Joensen vísir á, at landsstýrismaðurin í fullveldismálum setti í farnu