Bill Justinussen
løgtingsmaður fyri Miðflokkin
????
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum er ikki sørt firtin inn á landsfundar-samtykt Miðfloksins, har vit staðfesta, at almanna- og heilsumál eiga at liggja undir hvør sínum landsstýrismanni, og at verandi landsstýrismaður ikki megnar at røkja bæði økini. Síðani hevur hann eina frágreiðing um øll brøgdini, sum hann sum landsstýrismaður hevur framt í eitt gott ár, samstundis sum hann sigur, at Miðflokkurin í nærum 2 ár í samgongu lítið og onki fekk av skafti og bert sat og hugnaði sær við heilsumálum burturav. Fyrst fari eg at vísa onkrari tilvitaðari lygn aftur.
Miðflokkurin sat ikki knappliga 2 ár í samgongu, men frá 6. juni 2002 til 5. des. 2003, altso ein dag undir 1 1/2 ár. Núverandi landsstýrismaður hevur í dag sitið í sessinum í 1 ár, 2 mánaðir og 2 dagar. Altso manglar honum 3 mánaðir í at hava sitið eins leingi og undirritaði. Men í hansara lesarabrævi sigur hann: Lat okkum samanbera tey tvey árini, tá Miðflokkurin sat við heilsumálum einsamøllum, við tað eina árið, Javnaðarflokkurin hevur umsitið bæði almanna- og heilsumál. Her lýgur landsstýrismaðurin heilar 9 mánaðir. So kunnu lesararnir meta um trúvirðið av restini av greinini. Og tað fari eg nú at hjálpa lesaranum við.
Talgild heilsuskipan
Um Miðflokkurin og undanfarna samgonga ikki høvdu játtað pening og sett í verk eina væl tilrættalagda forkanning, sum er grundarlagið undir at fáa sett í verk hesa verkætlan, hevði núverandi landsstýrismaður mugað arbeitt í minst eitt ár afturat fyri at koma hagar, sum hann nú er komin. Hann hevur undir ting-viðgerðini víst á tað góða arbeiðið, sum lá á hansara borði, tá hann tók sessin, og er tað tí høpisleyst av honum at geva sær sjálvum æruna av hesum.
Dopinglóg
Undir mínari tíð í landsstýrinum settu vit ein løgfrøðing við serligum kunnleika til heilsuløgfrøði. Hansara fyrsta arbeiðsuppgáva var at gera uppskot til eina dopinglóg. Her kom núsitandi landsstýrismaður eisini til skorin klæði.
Nýggj tubbakslóg
Undir tingviðgerðini gav núverandi landsstýrismaður undirritaða æruna fyri at vera gubbi ella pápi at hesum lógaruppskoti. Altso hevur hann alment ávíst, at tað ikki er úrslit av núverandi samgongusamstarvi, at hetta lógaruppskotið so skjótt er komið í eyga. Hinvegin verður burðurin at føra lógina til samtyktar í Tinginum helst tyngri, enn vit báðir landsstýrismaðurin høvdu vónað.
Avgjald á tubbak
At landsstýrismaðurin so dramblátur fer út og spælir uppfinnari at hesum uppskoti sýnir bert, at hann ikki virðir lesarans minni nóg mikið. Øll, sum fylgja við í politikki, vita, at júst Javnaðarflokkurin við Henrik Old á odda niðursáplaði heilsupolitisku ætlanirnar hjá undanfarnu samgongu, har m.a. tubbaksavgjøld og onnur heilsuavgjøld vóru ein týðandi partur. Men nú, teir eru komnir til maktina, arbeiða teir við júst somu ætlanum. Jú, sanniliga er vend komin í hjá Javnaðarflokkinum, tíbetur.
Nýggj sjúkrahúslóg
Arbeiðið at gera nýggja sjúkrahúslóg fór í gongd minnist meg rætt á heysti 2002, meðan Miðflokkurin sat við heilsumálum. Hóast vit tá bert høvdu ein løgfrøðing og hesin segði seg úr starvi tíðliga í 2003, so játtaði viðkomandi løgfrøðingur at arbeiða víðari við at tilevna uppskotið, sum nú er lagt fyri Løgtingið. Altso hevur hetta arbeiðið tikið umleið 2 ár og er ikki nakað, sum Javnaðarflokkurin í samgongu í 1 ár og 2 mánaðir einsamallur hevur loyst úr lagdi.
Fyribyrgjandi heilsutænastur fyri børn og ung
Hetta er einasta heilsulógaruppskotið, sum undirritaði avgjørt ongan leiklut eigi í. Hetta uppskotið leggur alla ábyrgdina yvir á eina kommunulæknaskipan, sum frammanundan er um at kollsigla. Onki hugflog og ongin bati. Hinvegin tilevnaðu vit í undanfarnu samgongu eitt annað og munandi betri uppskot um ein landsskúlalækna, sum skuldi hava fulla ábyrgd av skúlalæknaskipanini. Eitt uppskot við framtíðarvisjónum, sum núsitandi samgonga ikki dugir at síggja týdningin av. Bæði uppskotini eru nú til viðgerðar í Trivnaðarnevndini og fáa helst Tingsins dóm um nakrar dagar.
Ílegugransking
Sum landsstýrismaður í undanfarnu samgongu fekk eg undirtøku frá landsstýrinum fyri at arbeiða víðari við og gera broytingar í uppskotinum, sum Helena Dam á Neystabø í síni tíð ikki fekk undirtøku fyri. At núsitandi landsstýrismaður skal ditta sær at taka hesi samgonguni æruna fyri, at komið er so langt, er at spotta lesaran, tí øll vita betur. Enntá segði Andrias Petersen, meðan Miðflokkurin sat í samgongu, at tíðin var farin frá ílegugranskingini. Men eisini her er vend komin í hjá Javnaðarflokkinum, tíbetur.
Psykiatriska økið
At taka sær æruna fyri tað, sum onnur hava gjørt, er stokkut gleði. Øll minnast, hvussu undanfarni landsstýrismaður í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, varð niðurgjørdur av Javnaðarflokkinum fyri at hava keypt eini hús í Sandavági til tey sálarsjúku at búgva í. Men hvat ger landsstýrismaðurin hjá Javnaðarflokkinum? Jú, nú er hann so fegin um avrikið hjá Páll á Reynatúgvu, at hann longu hevur keypt eitt hús afturat í Sandavági. Sanniliga er vend komin í hjá Javnaðarflokkinum, tíbetur. At Miðflokkurin hevði ábyrgdina av psykiatriska økinum í 2 ár er framvegis loddrøtt lygn, tí Miðflokkurin umsat ikki økis- og sosialpsykiatriina, men bert sjúkrahús-psykiatriina. Og har hendu batar, tí júst í hesum tíðar-skeiði var politisk avgerð tikin um, at heildarpsykiatriætlanin stigvíst skuldi setast í verk, eftir at eg hevði lagt hana til aðalorðaskiftis í Løgtinginum. Eisini vóru fyrstu pengarnir settir av á fíggjarlógini til at fremja hesa ætlan.
Diabetes-ambulatorium
Eftir áheitan frá Diabetesfelag Føroya setti eg sum landsstýrismaður ein bólk at gera tilmæli um framtíðar-diabetestilboð í føroyska sjúkrahúsverkinum. Bólkurin handaði undirritaða hetta álitið á heysti 2003, og var ætlan okkara, at diabetes-ambulatorium á teimum trimum sjúkrahúsunum skuldi byrja í 2005. Tað er gleðiligt, at lands-stýrismaðurin fylgir hesum tilmæli.
Palliativt toymi
Undirritaði var ikki sannførdur um, at palliativt toymi er rætti vegurin at ganga og eri tað framvegis ikki. Tí skal núverandi landsstýrismaður eiga alla æruna fyri hetta økið einsamallur. Mín uppfatan hevur alla tíðina verið, at hendan tænastan frammanundan heilt náttúrliga liggur hjá øllum, sum arbeiða innan sjúkrahúsverkið, og at tað tí er sera avmarkað, hvør nytta spyrst burturúr.
Serviðgerð uttanlands
Seinasta heyst hevði landsstýrismaðurin eina framløgu fyri øllum tingfólkum, har hann greiddi frá øllum teimum positivu ábótum, sum gjørdar eru í hesi serligu tænastuni til illa sjúkar føroyingar. Tað merkisverda við hesi framløgu var, at øll tiltøkini vóru slík, sum undirritaði setti í verk ta stuttu tíð, mær untist at sita í landsstýrinum. Sjálvandi fegnist eg um, at núverandi landsstýrismaður heldur fram við somu ætlan. Alt hitt havi eg bæði í skrift og talu mangar ferðir afturvíst, og fari ikki at nýta meiri tíð til tað. Men um tú sigur eina lygn nóg ofta, kann tað vera, at onkur trýr henni, og soleiðis tykist tað at vera í hesum máli.
Samanumtikið haldi eg, at nú hevur lesarin helst fingið eina greiðari hylling á veruligu støðuni. Eg gleði meg at síggja, hvørjar nýhugsanir núsitandi landsstýrismaður fer at borðreiða við á heilsuøkinum, tí enn hevur hann fyri tað mesta heystað av tí, sum onnur hava sáðað, vætað og latið voksið. Tað sigi eg hann als ikki ringan fyri, tí soleiðis eigur ein landsstýrismaður at arbeiða. Men einsamallur at taka sær æruna fyri alt hetta við tí endamáli at afturvísa landsfundarsam-tykt Miðfloksins, og samstundis at niðurgera tað arbeiðið, sum Miðflokkurin og undanfarna samgonga gjørdu, er vánaligt. Um okkara arbeiði var so vánaligt, hevði hann neyvan kunnað breggjað sær av øllum avrikunum nú.
So góði landsstýrismaður. Tað er ikki tín skuld, at tú situr við nærum helvtini av allari arbeiðsbyrðuni í landsstýrinum, ta ivasomu æruna eiga teir, sum snikkaðu samgonguna saman. Men politiski gerandisdag-urin prógvar, at bitin er ov stórur at gloypa, tað munnu tey flestu hóast alt ásanna. Seinastu dømini eru støðan á landssjúkrahúsinum og so harðliga átalan frá Umboðsmanninum viðvíkjandi handfaringini av viðurskiftunum á frítíðarskúlanum á Tvøroyri.










