Rættarmál
Mánadagin fall dómur í Føroya rætti í einum máli, sum hevur sín uppruna eini 2-3 ár afturi í tíðini.
Málið snýr seg um rækjutrolaran hjá P/F Líðini í Kollafirði, Arctic Viking.
Rækjutrolarin var eitt skifti undir litaviskum flaggi, tá ringast stóð til hjá hesum parti av okkara fiskiskipaflota.
Skipið fiskaði av kvotum, sum litavar eiga, og reiðaríið hevði eina serliga lønaravtalu við litavarnar, ið annars royndust sera væl sum sjómenn.
Hýran hjá litavunum var minni enn tað, sum sáttmálin hjá føroyskum fiskimonnum ásetir.
Nakrir fylgdu við
Tá skipið kom undir føroyskt flagg aftur, kendi reiðaríið ábyrgd fyri monnunum, sum høvdu verið við skipinum, meðan tað sigldi undir litaviskum flaggi.
Nú vóru fleiri føroyingar enn litavar við Arctic Viking, og tá føroyska manningin varð avroknað, býtti reiðaríið partarnar eftir fullum manningartali, har litavarnir eisini vóru íroknaðir.
Nakrir av føroyingunum, sum við vóru, vóru ikki nøgdir við býtið. Teir hildu tað ikki vera rætt, at reiðaríið býtti partarnar til alla manningina. Ónøgdu fiskimenninir gjørdu tí av at venda sær til Føroya Fiskimannafelag við málinum.
Litavarnir vóru tó ikki mynstraðir við Arctic Viking og í rættarmálinum, sum Føroya Fiskimannafelag koyrdi fyri hesar menn, varð kravt, at litavarnir ikki skuldu telja við í býtinum, tá teir ikki høvdu verið mynstraðir.
Hetta merkir, at um 18 mans vóru við, íroknað fýra ómynstraðir litavar, skuldi bert býtast í 14 partar.
Javnbýtisreglan
Reiðaríið helt hinvegin uppá, at ásett er í sáttmálanum, at parturin hjá manningini – í hesum førinum 27% - skal sambært javnbýtisregluni býtast javnt millum allar menn umborð.
P/F Líðin helt eisini upp á, at tann, sum hevur fingið sín part eftir hesi reglu, kann ikki krevja meira.
Dómurin, sum fall í Føroya Rætti mánadagin, gav reiðarínum fult viðhald í hesi greiðu niðurstøðu.
Í viðmerkingum til dómin er tó tilskilað, at spurningurin um serliga løn til útlendska manning er ein spurningur, sum eigur at verða greiddur við samráðingum millum partarnar.
Úr vón og viti
Eitt av vitnunum í málinum, sum sakførarin hjá P/F Líðini kallaði inn til avhoyringar undir rættarmálinum, var Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Óli hevur nevniliga staðið á odda fyri sáttmálasamráðingum millum fiskimenn og reiðarar næstan ein hálvan mansaldur og eigur tí betri enn nakar annar at kenna ”andan” í teimum sáttmálum, sum gjørdir eru millum partarnar á hesum øki.
Eftir at dómurin er fallin, heldur fyrrverandi formaðurin, at sjónarmiðið hjá Føroya Fiskimannafelag um at frátaka nøkrum monnum rættin at verða roknaðir við í býtinum – tó at teir ikki eru mynstraðir - er púra úr vón og viti.
- Kravið hjá Føroya Fiskimannafelag ber boð um ein grundleggjandi ókunnleika til sáttmálaviðurskifti hjá fiskimonnum. At parturin hjá øðrum monnum kann veksa við tað, at onkur annar møguliga fær minni, finst ikki í sáttmálanum.
Óli heldur, at rættarmálið, sum Føroya Fiskimannafelag í fyrstu syfti hevur tapt, eisini lýsir arbeiðsháttin hjá sitandi formanni, Jan Højgaard.
- Líkt er til, at Jan sær tað sum sína uppgávu at royna at skaða umdømið hjá arbeiðsplássunum hjá hansara limum. Meðan málið hevur koyrt, hevur eitt nú verið róð upp undir, at reiðaríið eisini hevur brotið revsilógina. Men hetta er ein skuldseting, sum dómurin í Føroya Rætti tekur grundarlagið undan.
Óli heldur, at hetta er sami hugburður, sum er brúktur fyri at skaða arbeiðsplássini hjá sjófólki og fiskimonnum við eitt nú Carlton, Nærabergi og Norrønu.
Styrkir reiðararnar
Sakarmálið hevur fyribils kostað Føroya Fiskimannafelag 60.000 krónur í sakarmálskostnaði. Haraftrat skal felagið samsýna sínum sakførara fyri arbeiði, sum hann hevur gjørt.
Óli Jacobsen er sannførdur um, at reiðarar við hesum dómi nú hava fingið fríari hendur til at taka “bíligar” útlendingar umborð heldur enn føroyskar fiskimenn.
- Soleiðis hava reiðarar nú styrkt sína støðu munandi í møguligum samráðingum um hetta mál, sigur hann.
Fyrrverandi felagsformaðurin, sum varð innkallaður í rættarmálinum, heldur, at samráðingar um hesi viðurskifti heldur skuldu verið tiknar upp á samráðingarstigi – og ikki í rættinum, soleiðis sum Føroya Fiskimannafelag valdi at gera.