Klaksvík: Ein fitt og hugnalig konsert varð hildin í Ósáskúlanum leygardagin 22.03. Tað var Klaksvíkar Hornorkestur og næmingar úr Tónlistaskúlanum, sum luttóku. Tey ungu spældu nøkur løg, sum rørdu ommur, abbar, foreldur og skyldfólk annars, ið vóru komin at lurta.
So kom Klaksvíkar Hornorkestur við frískum og várligum blástri, ið enn einaferð boðaði frá, at danski dirigenturin, Ulf Nordlund, eisini hevur flutt stevið við meira dixie-kendum rútmum hjá Klaksvíkar Hornorkestri.
Tá konsertin var um hálvliðin, reisti nývaldi formaðurin í hornorkestrinum seg og minti á aldurin á orkestrinum. Orkestrið fyllir 53 ár í mei, og tað sita framvegis tveir aktivir limir og spæla, sum hava verið við allatíðina. Otto Samuelsen og Sámal Christiansen. Hesir báðir vórðu heiðraðir herfyri fyri teirra drúgvu tænastu. Men hendan dagin í Ósáskúlanum var tað ein annar, sum fekk gávu fyri drúgva tænastu. Hóast hann ikki hevur verið við heilt frá byrjan, so eru árini vorðin mong í tali hjá Alex Sólstein, sum spælir barythone. Hann fekk eina heiðursgávu fyri trúgva og drúgva tænastu, sum var grivið í ein vakran silvurvasa, sum hann fekk til minnis um hetta sama.
Alex var sera bilsin og lítillátin. Hann vísti á hinar báðar, sum vóru við til at seta orkestrið á stovn, men hann fegnaðist sjálvandi um heiðurin og takkaði fyri. Hann slapp síðani at velja sær eitt lag, sum hann sjálvur skuldi stjórna. Og hann vísti sanniliga allar eginleikar, sum ein royndur dirigentur skal hava. Og við sínum neyvleika, hugbinding, rútmu og drive, dugdi hann at ala góðan dynamikk og spreiða spæligleði. Alex má sigast at vera ein búgvin harri, sum dugir síni ting.
Síðani helt konsertin fram. Og ikki bara við sjálvum hornorkestrinum. Nú sluppu áhoyrararnir eisini upp í part. Skúlastjórarnir báðir, Asbjørn Lómaklett og Símun Petur Hjelm spældu ávíkavist trummur og slagverk til Washington Post. Og tað var ikki av tilvild, at júst hesin marsjur varð valdur. Hann verður jú nýttur millum annað til forsetaval í USA, so tað máttu vera høgir harrar við leiðslustørvum, sum skuldu spæla við orkestrinum.
Og tað lá væl fyri hjá teimum báðum. Hóast Ulf Nordlund koyrdi ferðina á marsjinum upp og niður, sum tað passaði honum, so megnaðu teir at fylgja við. Men tó so steðgaði Ulf sínum orkestri, tí hann ikki var heilt nøgdur við sínar nýggju trummu- og slagverkspælarar. Hann segði teimum, hvat hann vildi hava teir at gera til miklan látur fyri áhoyrararnar. Tá hann hevði steðgað nakrar ferðir, læt til, at hann var nøgdur, og allur marsjurin varð framførdur við tveimum skúlastjórum handan slagverkini, meðan áhoyrararnir klappaðu til taktina.
Konsertin endaði við, at øll tey ungu, sum Ulf Nordlund hevur lagt ein góðan spíra í til komandi hornblásarar, spældu trý løg saman við Klaksvíkar Hornorkestur, sum má sigast at vera tað orkestrið, sum tey ungu gleða seg til at spæla við einaferð.
Tann dugnaligi frásøgumaðurin Gunnar Nolsøe gjørdi als ikki konsertina keðiligari. Várið, tjøldrini, lýkkan og spírarnir eru farin at gera um seg í Klaksvík - eisini tónleikurin.
Maður kemur í mans stað
Konsertin boðaði frá, at maður kemur í mans stað við hópin av ungum spírum úr Klaksvíkar Tónlistaskúla, sum einaferð fara at taka sær tey tyngru ljóðførini og tær tyngru spæliuppgávurnar hjá Klaksvíkar Hornorkestri á seg.
Horntónleikurin blómar í Klaksvík, og tey ungu í Tónlistaskúlanum eru ikki færri enn 36 í tali, so tilgongdin má sigast at vera tryggjað.
Klaksvíkar Hornorkestur hevur so at siga altíð havt góða tilgongd, tí tey ungu lata til at trívast væl í orkestrinum.
Eisini leggur Ulf Nordlund stóran dent á ungdómsarbeiðið. Og hann hevur havt ung fólk afturat sær at hjálpa til bólkavenjingar í Tónlistaskúlanum. Og undir konsertini fingu tríggjar ungar gentur eisini gávubrøv handað, sum takk fyri ágrýtni og hjálpsemi í undirvísingini hjá teimum ungu.
Tað má sigast, at tað gevur teimum ungu rættiligt blóð upp á tonnina, at tey fáa ein møguleika til at spæla saman við hornorkestrinum. Tað sást á teimum hendan dagin, tey vóru sera errin, tá tey sótu millum allar teir garvaðu spælararnir. Og uttan iva sótu mong stolt foreldur millum áhoyrararnar leygardagin í Ósáskúlanum.
Tað næsta, sum stendur á skránni hjá Klaksvíkar Hornorkestri, umframt Flaggdagin og annað, er sjálv Musikkstevnan, sum í ár verður Runavík Dýra Biðidag.