?Hetta er ikki serliga sunt fyri fólkaræðið. Tí her er púra ongin javnvág í møguleikanunum hjá samgonguni og andstøðuni at viðgera hetta stórmál.
Edmund Joensen, formaður sambandsfloksins, er ógvuliga ótryggur við mannagongdina, sum samgongan hevur stungið út í kortið í fullveldismálinum.
Hann sigur, at samgongan fær allar hugsandi møguleikar at fyrireika seg so væl sum hon nú einafeð kann
Hinvegin fær andstøðan ongan livandi møguleika at gera sítt arbeiðið so væl, sum vit vildu, og at fylgja við gongdini í fullveldisætlanini og sostatt at geva samgonguni so gott mótspæl, sum hon kundi ynskt sær- og sum fólkaræðið krevur.
Edmund Joensen vísir á, at landsstýrismaðurin í fullveldismálum setti í farnu viku ein sáttmálabólk og ein búskaparbólk at fyrireika fullveldið.
? Í næstum skal eisini ein grundlógarnevnd setast.
? Og harafturat er ein samskipanarnevnd sett, sum skal tryggja, at tey ymsu stýrini hvør í sínum lagi taka sína umsiting við.
? Í øllum hesum nevndum og arbeiðsbólkum sita yvir 40 fólk.
? Men somuleiðis hevur landsstýrismaðurin í fullveldismálum alla almennu umsitingina, sum telur fleiri hundrað fólk, til taks við øllum teimum milliónum, sum henni er játtað.
?Men harafturat hevur landsstýrismaðurin eisini fingið eina eykajáttan uppá seks milliónir til fulveldisætlanini.
? Sostatt er tað eitt øgiligt apparat, sum er sett ígongd fyri at fremja fullveldisætlanina hjá samgonguni.
Edmund Joensen vísir á, at afturímóti øllum hesum pengunum og øllum hesum fólkunum, fáa teir báðir andstøðuflokkarnir bara tveir nevndarlimir í grundlógarnevndina.
Tá roknar hann ikki Miðflokkin upp í andstøðuna, tí Jenis av Rana, hevur boðað frá, at hann tekur undir við samgonguni í hesum máli.
Samstundis vísir formaður sambandsfloksins á, at andstøðan hevur heldur onga umsiting og ongan pening at fyrireika seg til viðgerðina av fullveldismálinum.
? Hetta er ein so stórur ójavni, at tað er ikki serliga fremjandi fyri fólkaræði, heldur hann.
Skal skundast ígjøgnum
Edmund Joensen sigur, at tær sær út til, at landsstýrið ætlar at skunda fullveldismálið ígjøgnum, og at fáa tað samtykt, uttan at nakar fær veruliga tíð at umráða seg, tí longu í summar, skal arbeiðið verða liðugt.
? Men tað ringasta er, at alt hetta velduga apparatið verður sett í verk, uttan at Føroya Fólk er spurt, hvat tey halda.
Hann sigur, at skulu broytingar gerast, hevði tað mest náttúrliga verið at arbeitt í øvugtari raðfylgju enn teirri, sum samgongan hevur koyrt av bakkastokki.
? Tað mest náttúrliga hevði verið fyrst at kanna fyrimunir og vansar við heimastýrislógini og við øðrum skipanum.
?Og síðani høvdu vit funnið tað skipanina, sum tænti Føroya Fólki best, og sett hana í verk.
Edmund Joensen sigur, at í arbeiðnum, sum nú verður gjørt, er úrslitið longu greitt frammanundan: ? Vit skulu hava fullveldið, og onki annað.
Hann heldur, at tað tí tykist púra meiningsleyst at brúka so nógva tíð, so nógvar umsitingarligar kreftir, og so nógvan pening uppá eitt kanningararbeiði, har úrslitið er greitt og skrivað frammanundan.
Formaður sambandsfloksins sigur, at tað eru avgjørt alternativ til fullveldisætlanina.
? Undir teirri skipanini, sum er, hava vit bygt upp eitt veruligt vælferðarsamfelag, sum vit kunnu vera stolt av.
?Men tað er hendan vælferðin, sum nú skal takast frá fólki.
? Samstundis verður Føroyski skattaborgarin noyddur at betala eini heili umsiting at fyrireika fullveldið.
? Og tað er uttan at fólk vita, hvat tey tá fáa, og hvørjar avleiðingar tað fær, tí ongar kanningar eru gjørdar av skipanini sum er og av øðrum skipanum.
Men er tað nettupp ikki talan um at lata fólk sleppa at siga sína hugsan á fólkaatkvøðum?
?Jú, men tað er ikki fyrrenn aftaná, tá ið alt arbeiðið og allur peningurin er brúktur. Og tá er seint at spyrja fólkið.
? Serliga tá ið tað longu er avgjørt, at tað skal vera fullveldið, og onki annað. Tað, hann sipar til, er, at
landsstýrismaðurin í sjálvstýrismaðurin hevur longu fingið heimild at samráðast við donsku stjórnina um fullveldið.
? Og nú eru, og verða, fleiri nevndir settar.
? Og somuleiðis hevur landsstýrismaðurin fingið heimild at brúk alla umsitingina.
?Sostatt hevur hann fingið ein blanko-kekk frá tinginum til at fyrireika tað fullkomna fullveldið.
? Men fellur uppskotið á fólkaatkvøðuni, kemur samgongan í tað eyðmýkjandi støðu, at hon noyðist til danir at greiða teimum frá, at hon meinti onki við alt fullveldistosið.
So skal alt arbeiðið gerast av nýggjum.
? Tá mátti tað verið rímiligari at lagt málið fyri fólkið fyrst, heldur tann fyrrverandi løgmaðurin.
Landið lagt lamið
Men Edmund Joensen sigur, at hann sær eisini ein annan vanda í strembanini hjá samgonguni eftir fullveldinum.
? Hóast teir ymsu arbeiðsbólkarnir og tær ymsu nevndinrar hava fingið ein ovurhonds stóran arbeiðssetning, skal arbeiðið longu verða liðugt í summar.
? Tað sigur mær so mikið, sum tað, at hetta verður høvuðsuppgávan hjá allari umsitingini tað næsta hálva árið, ella gott tað.
?Men harafturat hevur umsitingin eisini aðrar stórar uppgávur.
? M.a. er hon í ferð við at verða løgd um í sambandi við krøvini í stýrisskipanarlógini.
? Somuleiðis hevur hon fingið boð um at rationalisetað og spara.
? Sostatt hevur umsitingini fingið tríggjar stórar uppgávur ísenn, harav fullveldisætlanin er raðfest ovast á listanum.
? Og tað sigur mær aftur so mikið, at tað verður lítil orka eftir til alt tað vanliga, dagliga, umsitingarliga arbeiði.
? Tí er eisini stórur vandi fyri, at landið kemur at kalla at liggja í umsitingarloysi, teir næstu mánaðirnar.
? Og tað er ógvuliga óheppið í sjálvum sær, sigur Edmund Joensen.