Samgongustev
? Við hetta lag heldur samgongan ikki valskeiðið út.
Kári Højgard, formaður í sjálvstýrisflokkinum hevur ringar vónir um framtíðina hjá samgonguni.
Hann sigur, at stevið er so vánaligt, at samgongan nærkast slitið fyri hvønn dag, sum gongur.
? Høvuðstrupulleikin er, at formenninir í teimum báðum stóru flokkunum hava ikki nóg gott tamarhald á sínum tingfólki og landsstýrisfólki og tað kemur ov ofta fyri, at einstakir politikarar brúka ymisk mál til at koma sær sjálvum fram í ljósið.
Tað, sum hann sipar til, eru afturvendandi og áhaldandi orrusturnar ímillum politikarar úr tjóðveldisflokkinum og fólkaflokkinum um ymisk mál, sum eru frammi.
? Hesar ósemjur eru so slítandi, at hetta heldur samgongan ikki til, sigur hann.
Tað er annars ikki meiri enn fimm mánaðir síðani, at samgongan viðgjørdi júst tær innanhýsis ósemjurnar á stórum samgongufundi.
Tá hevði tjóðveldifslokkurin umhugsa støðuna til samgonguna í næstan 14 dagar, so tá stóð nógv á.
Men tað ferðina endaði tað við, at samgonguflokkar svóru hvørjum øðrum trygdareið uppá at taka betri partar fyri seg.
Nú skuldi tað halda uppat, at einstakir politikarar fóru at klandrast í fjølmiðlunum og nú skuldi tað vera, at tey ymsu málini skuldi viðgerast liðugt innanhýsis, áðrenn tey vórðu almannakunngjørd. Og tá ið tey so vórðu almannakunngjørd, skuldi samgongan standa sum ein maður um tey, øksl við øksl.
Samgongan varð samd um, at nú skuldi arbeiðsfriður verða, men dentur varð samstundis lagdur á, at hetta var seinasti kansur hjá samgonguni. Onkur segði enntá: Allar seinasti kansur.
Men síðani hevur verið sama skilið.
? Stevið er ikki nógv batnað og síðani hava vit havcvt nógvar ógvusligar samanbrestir
og egdugi ikki at hugsa mær, hvussu samgongan kann halda vælskeiðið út við hetta lag.
Hann leggur afturat, at hetta fullkomiliga beinir fyri trúvirðið hjá samgonguni og tað er eisini drepandi fyri tað politiska arbeiðið.
Óstortsligt av Bjarna
Seinasta ósemjan hevur verið um uppskotið hjá Bjarna Djurholm um arbeiðsmarknaðin.
Men nú er greitt, at Bjarni Djurholm er púra einsamllur í samgonguni við uppskotinum
Tjóðveldisflokkurin hevur víst uppskotinum aftur og tað sama ger ein annar samgongufelagi, Jenis av Rana í Sosialinum í dag
Og nú sigur eisini fjórði og seinasti samgonguflokkurin, sjálvstýrisflokkurin, at hann tekur heldur ikki undir við uppskotinum hjá Bjarna, soleiðis sum málið er lagt fram.
Sostatt er tað bara fólkaflokkurin, sum vil kennast við tað.
Kári Højgaard sigur, at tað er full semja um, at viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum mugu broytast, tí hetta óskilið má halda uppat við longum verkføllum og at eini trý, fýra ymisk fakfeløg kunnu leggja eitt skip.
Tí hevur Bjarni Djurholm fulla undirtøku fyri at arbeiða við málinum.
?Men Bjarni Djurholm hevur ikki fingið politiska undirtøku í samgonguni fyri akkurát hesum uppskotinum.
Kortini legði hann tað fram fyri arbeiðsmarknaðin sum eini harraboð og tað var tað stóra mistakið.
?Bjarni legði uppskotið fram sum tað endaliga uppskotið hjá samgonguni og tað var óstortsligt og eg ivist ikki í, at hetta var orsøkin til tær hørðu ábreiðslurnar frá arbeiðsmarknaðinum.
? Tað sigur seg sjálvt, at slík uppskot mugu gerast í samráð við arbeiðsmarknaðin, tó at eg eisini má siga, at tað verður ikki arbeiðsmarknaðurin einsamallur, sum avgerð, hvussu økið skal skipast.
Kári Højgaard sigur, at tað er onki undarligt, at arbeiðsmarknaðurin er ørkymlaður, tá ið samgongan er so ósamd um málið.
? Og tað heldur onki undarligt, at arbeiðsmarknaðurin leggur seg púra tvøran, tá ið hetta verður lagt fram sum eitt endaligt uppskot, sum tey bara skulu gera viðmerkingar til.
? Tað er heilt greitt, at hetta málið má viðgerast í samráð við arbeiðsmarknaðin, men tað er onki at ivast í, at allir partar mugu svølgja, kamelar bæði politiskir flokkar og partar á arbeiðsmarknaðinum. Men at smoyggja nakað yvir høvdið á arbeiðsmarknaðinum, er nyttuleyst. Tí er framferðin hjá landsstýrismanninum ógvuliga óheppin, sigur formaðurin í sjálvstýrisflokkurin.
MYND AV KÁRA Højgaard
Bjarni Djurholm hevur ikki fingið undirtøku frá samgonguni til at leggja uppskotið um arbeiðsmarknaðin fram, sigur Kári Højgaard, formaður í sjálvstýrisflokkinum. Hann heldur, at framferðin hjá landsstýrismanninum í hesum máli hevur hevur óheppin










