bjargaði strandingum tá harðast leikaði á. Hann tók eitt brotskast frá Hannisi Wardum tá okkurt um tíggju minuttir vóru eftir, og tað var júst í tí løtuni, Kyndil var á veg uppaftur. Men stóð tað til læknan [...] Tí var tað fyri tað mesta upp á royndirnar at hann spældi leygardagin. Fyri at skána heysin hevur einki verið gjørt við venjing, men tá ein hevur staðið í málinum í seks ár á fyrsta liðið, so telja royndirnar [...] royndirnar kanska líka nógv ella meiri enn venjingin Men trúði tú upp á at tit fóru at vinna dystin móti Kyndli? ? Eg trúði fult og fast uppá tað. Eg var 100 prosent vísur í, at vit fóru at vinna dystin, og
seglini. Men tá til stykkis kom megnaðu teir ikki at halda ferðini uppi og teir taptu týðandi dystir á veg móti meistaraheitinum. Vestmenningar vóru teir fyrru at koma fyri seg aftur, og einu tíðina hóttu [...] seinasta vikuskiftið við at vinna á meistarunum. Boð um betri tíðir Tað má tí verða ein sonn frægd at verða formaður í hondbóltssambandinum í dag, og kunna standa og hyggja aftur á eitt so spennandi kappingarár [...] man, skuldu heiðursmerkini handast eftir dystin á Skála leygardagin. Sum sigur er, fingu meistararnir steypið og gullheiðursmerkini, sum vóru komin inn á Skála. Silvurvinnararnir úr Kyndli fóru aftur til
kappingarførinum. Vit eru á veg at blíva eitt láglønarsamfelag. Og eg veit onki um, at tað eru láglønarsamfeløgini, sum standa seg best fíggjarliga. Har gongur tað bara skeivan veg sigur Ingeborg Vinther [...] eitt minni krav enn eina lønarhækking upp á 10 %. ? Helst verður talan um eitt størri krav, men alt tað skal tosast um innanfelags. Ingeborg Vinther leggur dent á, at arbeiðsgevararnir hava sjálvir lagt [...] tal, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag. Hon vísir á, at fakfeløgini hava víst eitt ótrúligt samfelagssinnið í royndunum at fáa fiskivinnuna á føtur og hjólini aftur at mala. ? Lønirnar hjá arbeiðandi
eingin veit, hvønn veg tað ber. Kunnu vit t.d. rokna við framhaldandi arbeiðssteðgi eftir páskir, og hvussu fer hesin at verða ?upptrappaður?? Aftrat hesum kemur so óvissan um støðuna á restini av arbei [...] og tann hvíld, ið annars eyðkennir eina høgtíð sum páskini, er vorðin órógvað av støðuni og óvissuni á okkara heimliga arbeiðsmarknaði og av tí kríggi og fólkamorði, sum í hesum døgum fer fram í Serbia og [...] Jesus, ið vit í hesum døgum, minnast fyri at verða tikin av døgum, varð borin í heim. Latið okkum seta á eitt nýtt ártúsund við at seta frið, kærleika, toleransu, virðing og sosialan hugburð og atburð í hásæti
Tað eru sjey ár síðani eg var í Føroyum seinast, so nú má tað skjótt vera upp á tíðina, at vit vitja aftur, heldur hann. Á veg fram Felagið, sum Claus Bech Jørgensen, skal spæla við frá 1. juli í ár, liggur [...] árum síðani um at fara á heysin, men síðani tá hevur gingið skjótt fram á. Bournemouth er við í kappingini um at flyta upp í 1. deild. Liðið hjá Kevin Keegan, Fulham, liggur klárt á odda í 2. deild, men [...] spældur, um tað so er á ungdómslandsliði ella A-landsliði, er spælarin bundin restina av fótbóltslívinum. Claus Bech Jørgensen hevur ongan landsdyst spælt í Danmark, og tí er vegurin inn á føroyska A-landsliðið
nógvu klaksvíkingarnir, sum hvønn morgun ferðast um Leirvíksfjørð á veg til arbeiðis ella í skúla, nærum verið noyddir til at finna sær skjól á meginøkinum. Møguleiki hevur tó verið fyri at ferðast um fjørðin [...] til ferðing. Gist á Norðskála Teir báðir ungu klaksvíkingarnir, sum Yngd hevur hitt, eru 19 ára gamla Anja Isaksen og 19 ára gamli Niklas Niclasen. Bæði ganga tey á Studentaskúlanum á Kambsdali. Anja gongur [...] sum verkfallið er. Anja býr hjá einum floksfelaga á Norðskála, so leingi verkfall er, meðan Niklas er í teirri hepnu støðu, at hann hevur skyldfólk á Kambsdali, sum hann býr hjá. Bæði Anja og Niklas harmast
gamli Freaky Tah, sum í veruleikanum æt Raymond Rogers, bleiv dripin sunnumorgunin, tá ið hann var á veg til húsa eftir eina veitslu í býarpartinum Queens í New York. Rogers bleiv skotin í høvdið av einum [...] Royndu rokkararnir í Black Sabbath hava nú avgjørt at pakka saman eftir eina miseydnaða roynd upp á eitt come-back. Ozzy Osbourne og restin av upprunamanningini í kultbólkinum Black Sabbath gevast endaligt [...] finlandshúgvu, tá ið hann kom út av gistingarhúsinum, har sum veitslan var. Hann var beinan vegin sendur á sjúkrahús, men var deyður, áðrenn sjúkrabilurin kom fram. Amerikanski rappheimurin hevur seinastu árini
sjálvskrivaður á liðnum. Hvør av teimum báðum skuldi vera fyrsta valið skuldi avgerast á vøllinum, og Jákup helt, at hann hevði minst líka góðan møguleika, tí Schmeichel er 36 ára gamal og á veg niður eftir [...] tað lívligt á so mangan hátt. Eitt var, at áskoðaratalið var einar sjey átta ferðir so stórt, sum tað annars plagar at vera á Herføle stadion. Hetta hevði ferðsluruðuleika við sær, og eisini á vøllinum sóu [...] taptu teir á heimavølli 1-0 móti AaB, og 2. páskadag vunnu teir 1-0 á útivølli móti botnproppinum úr B93. Brøndby styrkti um sína støðu sum næsti kappingarneytin hjá AB. Fyrst vunnu teir 4-1 á heimavølli
Hetta er annar lúsingurin frá landsins myndugleikum. Tann triði lúsingurin er á veg, men Vestmanna kommuna fer ikki aftur nú á triðja sinni bert at venda vangan til. Ætlanin í landsstýrisuppskotinum er sum [...] fíggjarliga ábyrgd og solidaritet. Ikki nóg mikið við hetta. Oman á sínar egnu byrðar hevur kommunan borið eykabyrðuna av ferjuleguni inni á Fjørð, svarandi til 2,5 prosentstig av kommunuskattinum. Øll vita [...] kommunuskuldini. Allar kommunur hava goldið 1% av kommunuskattinum í hendan grunnin, sum í dag er upp á 140 mió. kr. Ein treyt fyri endurfíggingaravtaluni frá 1995 er tó, at grunnurin má ikki fara niður um
Kári vísir á, at ein geiri er uppá 70 cm, ið er ímillum gongubreytina og grundstykkið, har húsini standa. Í slíkum førum er vanligt, at eigarin sleppur at nýta økið og binda seg í alfara veg, sigur Kári [...] tann einasti, har slíkar umstøður gera seg galdandi. Stórmál Kári Müller vísir á, at hann fyr tíð síðani hoyrdi um, at tað á samgongufundi í Tórshavnar Býráð hevði verið fyri, sum stórsta mál, at trappan [...] er bara at siga til, ella at senda mær eitt bræv, so skal eg flyta, sigur Kári Müller og leggur dent á, at hann nú enntá er leysur av Feðgum og SMS. - Teir kunnu bara fáa alt økið, um eg fái tað gottgjørt