Nýtt føroyskt landsliðsevni fingið yrkissáttmála í Onglandi

22-ára gamli Claus Bech Jørgensen, sum hevur føroyska mammu, hevur gjørt yrkissáttmála við enskt felag. Nú ætlar Allan Simonsen at finna út av, um hann kann brúkast á føroyska fótbóltslandsliðnum

KEYPMANNAHAVN: 22-ára gamli Claus Bech Jørgensen kann gerast nýggjur maður á føroyska A-landsliðnum í fótbólti.

Álopssinnaði miðvallarin, sum hvørki FSF-skrivstovan ella landsliðsvenjarin Allan Simonsen kennast við, skal frá 1. juli í ár virka sum yrkisspælari í enska felagnum Bournemouth, og kann koma upp á tal til føroyska landsliðið.

? Eg havi als ikki gjørt mær nakrar tankar um føroyska landsliðið, sjálvt um eg veit, at møguleikin er har. Eg kann heilt einfalt ikki siga, um eg vildi tikið av, fekk eg eina áheitan úr Føroyum. Ta avgerðina taki eg, um hon verður aktuell, sigur Claus Bech Jørgensen.

Lógirnar í altjóða fótbólti geva einum spælara, sum hevur foreldur úr tveimum londum, møguleikan at velja sjálvur hvar hann vil spæla møguligar landsdystur. Tá fyrsti landsdysturin er spældur, um tað so er á ungdómslandsliði ella A-landsliði, er spælarin bundin restina av fótbóltslívinum.

Claus Bech Jørgensen hevur ongan landsdyst spælt í Danmark, og tí er vegurin inn á føroyska A-landsliðið í prinsippinum opin. Nakað annað er so, um evnini og hugurin eru til tað.

Í løtuni spælir nýggja føroyska landsliðsevni í AC Horsens, har Jan Allan Müller áður hevur roynt seg, men frá 1. juli gongur dreymurin hjá honum út. Tá flytir hann til Onglands at spæla sum yrkisspælari.


Allan Simonsen áhugaður

Føroyski landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, hevur ongan kunnleika um unga spælaran, men tað ætlar hann sær at broyta uppá, eftir at Sosialurin setti seg í samband við hann týsdagin.

? Fyrst og fremst fari eg at tosa við fólk, sum kenna hann í Føroyum, Horsens ella hvar tað skal verða, og so skal eg sjálvandi eisini finna út av, um hann hevur fótbóltseginleikar, sum gera hann kvalifiseraðan til føroyska A-landsliðið, sigur Allan Simosen.

? Er hann nóg góður til landsliðið, fari eg sjálvandi at taka eitt prát við hann.

Og Allan Simonsen hevur møguleika at leggja til brots longu nú um páskirnar. Tí 1. apríl spælir AC Horsens á heimavølli móti Holstebro, og annan páskadag spælir felagið í Køge.


Búð alt sítt lív

í Danmark

Claus Bech Jørgensen er ein av profilunum í Horsens í løtuni. Hann er toppskjútti hjá felagnum við átta málum í 17 dystum.

Áður hevur hann spælt í Humlum, Struer, Holstebro og í AGF. Summarið 1998 fekk hann tilboð um at koma til AC Horsens at spæla, og hann tók av. Sáttmálin við AC Horsens gongur út í summar, og tá tekur nýggjur sáttmáli í Bournemouth so við.

Claus hevur búð í Danmark alt sítt lív. Mamma hansara, Andrea, flutti til Danmarkar í 1966, og hevur búð í Humlum síðani 1968. Claus er føddur í 1976, og hevur búð alt sítt lív í Danmark. Hann hevur javnan ferðast í Føroyum og hevur framvegis skyldfólk og kenningar í landinum.

? Eg tosi ikki føroyskt sjálvur, men tá eg havi verið saman við føroyingum í tvær vikur, skilji eg rættiliga nógv av málinum, sigur hann.

Tá sáttmálin við Bournemouth gjørdist veruleiki lovaði hann familju síni eina ferð til Føroyar.

? Tað eru sjey ár síðani eg var í Føroyum seinast, so nú má tað skjótt vera upp á tíðina, at vit vitja aftur, heldur hann.


Á veg fram

Felagið, sum Claus Bech Jørgensen, skal spæla við frá 1. juli í ár, liggur í oddanum í ensku 2. deild. Felagið var við fyri tveimum árum síðani um at fara á heysin, men síðani tá hevur gingið skjótt fram á.

Bournemouth er við í kappingini um at flyta upp í 1. deild. Liðið hjá Kevin Keegan, Fulham, liggur klárt á odda í 2. deild, men eftir teir er jøvn kapping millum fleiri feløg. Tvey tey fremstu feløgini flyta beinleiðis upp í 1. deild, meðan fýra tey næstu spæla um eitt pláss í 2.deild.

? Eg eri rættiliga spentur til at flyta til Onglands, tí eg havi hóming av, at Bournemouth er eitt felag, sum er á veg fram, og tí verður tað spennandi at verða partur av tí, sigur Claus Bech Jørgensen.

Og framtíðin vil vísa, um hálvi føroyingurin eisini fer at síggja spenning og avbjóðing í at spæla fyri einum plássi á føroyska A-landsliðnum í fótbólti.

Allan Simonsen ætlar sær nú ið hvussu so er at kanna, hvat ungi miðvallarin dugir til, og um hansara eginleikar kunnu koma til góðar á føroyska landsliðnum.