Vit sleppa ikki heim

Verkfallið hevur ført við sær, at nógvir klaksvíkingar, ið ganga í skúla á Kambsdali, ikki fáa ferðast aftur og fram sum vanligt, og tískil hava teir verið noyddir til at finna sær skjól á meginøkinum. Yngd hevur hitt tveir av hesum klaksvíkingunum

Tað er einki dulsmál, at hóast tey flestu, ið eru í verkfall, starvast í Havn, so er tað serliga úti kring oyggjarnar, at verkfallið merkist, og ikki í meginøkinum. Eitt nú hava teir nógvu klaksvíkingarnir, sum hvønn morgun ferðast um Leirvíksfjørð á veg til arbeiðis ella í skúla, nærum verið noyddir til at finna sær skjól á meginøkinum. Møguleiki hevur tó verið fyri at ferðast um fjørðin við smábáti, men hetta hevur kostað 100 krónur hvønn vegin, og tað er skjótt at rokna út, at ein skúlanæmingur, sum í mesta lagi fær 2.200 krónur í studningi um mánaðin ikki hevur ráð til at gjalda 200 krónur um dagin til ferðing.


Gist á Norðskála

Teir báðir ungu klaksvíkingarnir, sum Yngd hevur hitt, eru 19 ára gamla Anja Isaksen og 19 ára gamli Niklas Niclasen. Bæði ganga tey á

Studentaskúlanum á Kambsdali. Anja gongur í 1. HF, meðan Niklas gongur í 3.g.

Tey greiða frá, at tað er ógvuliga keðiligt fyri tey, at tey ikki sleppa til Klaksvíkar hvønn dag, men tey hava tó funnið sær skjól, so leingi, sum verkfallið er. Anja býr hjá einum floksfelaga á Norðskála, so leingi verkfall er, meðan Niklas er í teirri hepnu støðu, at hann hevur skyldfólk á Kambsdali, sum hann býr hjá.

Bæði Anja og Niklas harmast um, at verkfallið serliga rakar

útjaðaraøkini, og hóast tey hava tað gott, har sum tey búgva undir

verkfallinum, so leingist teimum tó heim til Klaksvíkar, sum vera man.


Niklas missur venjing

Hjá Niklasi er tað eisini ein serliga stórur missur, at hann ikki er í Klaksvík hvørt kvøld. Hann er við í 1. Deildarhópinum hjá KÍ, men

møguleikin hjá honum at vinna sær fast pláss á liðnum hevur ikki verið stórur, meðan verkfallið hevur verið, tí Niklas ikki hevur fingið vant.

Eitt kvøldið fór hann tó um Leirvíksfjørð, og tá ið hann var til

venjingar sama kvøld, merkti hann væl, at hann var aftan fyri

liðfelagarnar í venjinarstøði. Hetta legði venjarin hjá KÍ eisini til merkis og segði tað við Niklas, og tískil noyðiast Niklas at gera serliga nógv við venjingina, nú páskafrítíðin er, og hann er í Klaksvík.

Somuleiðis hevur ófrívilliga uppihaldið hjá Niklasi á meginøkinum ført við sær, at hann ikki sær so nógv til gentu sína, sum hann kundi tonkt sær.

Tey bæði, Anja og Niklas, greiða frá, at tað eru einir 50 næmingar úr Klaksvík, sum til dagligt ganga í øðrum av miðnámsskúlunum á Kambsdali, ið vanligani sigla ímillum Klaksvík og Leirvík hvønn dag. Hesir næmingar hava, sum áðurnevnt, verið noyddir til at finna sær skjól ymsastaðnis á meginøkinum, og hjá onkrum hevur tað verið so galið, at tey hava búð hjá skyldfólki í Havn og koyrt við bussinum norður til Kambsdalar hvønn morgun.


Ikki bert um Leirvíksfjørð

Tað eru ikki bert klaksvíkingar, ið eru í eini slíkari óhepnari støðu, at tey undir verkfallinum ikki fáa nýtt vanligu farleiðina til og frá skúla ella arbeiði. Eisini hava bæði vágafólk og sandoyingar sama trupulleika. Yngd er vitandi um fleiri vágafólk, sum hvønn dag ferðast um Vestmannasund á veg í skúla. Hjá summum av hesum var tað so óheppið, at tey fyri ein dýran pening høvdu ognað sær mánaðarkort við flutningskervinum hjá Strandferðsluni beint undan verkfallinum. Hesi mánaðarkort fáa tey nú einans nýtt til bussarnar, meðan tey noyðast at gjalda 50 krónur eyka fyri bert at sleppa annan vegin um Vestmannasund.

Heldur ikki er tað serliga heppið fyri teir mongu sandoyingar, sum hava sítt dagliga yrki í høvuðsstaðnum, at tað er so trupult hjá teimum at sleppa av oynni og heim aftur. Ikki er altíð líka stuttligt at fara um fjørðin hesi ársins tíð, og onkran dagin, meðan verkfall hevur verið, hevur tað viðra so illa, at eingin hevur siglt um fjørðin.


Gott við páskadøgunum

Í øllum tí ringa er tað tó gott, at verkfallið eisini fellur saman við páskafrítíðini. Hetta ger, at skúlanæmingarnir ikki eru noyddir til halda til á meginøkinum eins leingi, sum tað hevði verið galdandi, um verkfallið fall eitt annað tíðarskeið av skúlaárinum. Tað er bert at vóna fyri hesar mongu skúlanæmingarnar og øll onnur, sum fáa sína vanligu farleið kvetta av verkfallinum, at partarnir á

arbeiðsmarknaðinum finna eina semju sum skjótast, so at dagurin aftur gongur sína vanligu gongd eftir páskir.