- Vil Tórshavnar Býráð hava meg at flyta? Eri eg martyrur?, spyr Kári Müller seg sjálvan í hesum døgum.
- Eri eg óynsktur í Havn, so er bara at siga til, ella at senda mær eitt bræv, so skal eg flyta, sigur Kári Müller og leggur dent á, at hann nú enntá er leysur av Feðgum og SMS.
- Teir kunnu bara fáa alt økið, um eg fái tað gottgjørt, skemtar Kári heldur sorgblíður.
Stríðið um geiran
Kári Müller heldur tað vera óhoyrt, at Býráðið skal nýta so nógva tíð og orku uppá hesa trappuna, tí eingin annar borgari í kommununi hevur verið úti fyri slíkum.
Kári vísir á, at ein geiri er uppá 70 cm, ið er ímillum gongubreytina og grundstykkið, har húsini standa. Í slíkum førum er vanligt, at eigarin sleppur at nýta økið og binda seg í alfara veg, sigur Kári.
Kári metir, at eingin annar borgari hevur verið fyri slíkari viðfer, hóast hann ikki er tann einasti, har slíkar umstøður gera seg galdandi.
Stórmál
Kári Müller vísir á, at hann fyr tíð síðani hoyrdi um, at tað á samgongufundi í Tórshavnar Býráð hevði verið fyri, sum stórsta mál, at trappan hjá honum, ella flísarnar, mátti burtur - og nú hava vit so fnigið sjón fyri søgn.
Kári var ikki sørt argur fyri nørkrum árum síðani, tá táverandi borgarstjórin, Lisbeth L. Petersen, gav boð um at beina trappuna burtur, ið Kári hevði latið gera úr gróti.
Kári sigur, at bilar hjá býráðnum koyra framvið fleiri ferðir dagliga. men teir valdu at bíða, til einar 3 mánaðar eftir, at trappan var liðug, áðrenn teir søgdu nakað, ístaðin fyri at gera vart við seg beinanvegin.
At núverandi borgarstjórin, Leivur Hansen, eisini hevur sett flísarnar á skránna, sum stórmál, ið er vert tíð og orku, heldur Kári vera ov mikið av tí góða, tí valla vísir Býráðið øllum borgarum slíkan ans, heldur ein argur Kári Müller, ið spyr, um hetta er forfylging, um hann er óynsktur í Havn og Kári leggur afturat, at hann kennir seg brátt, sum martyr.
Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa viðmerkingar frá borgarstjórnum ella formanninum í byggi- og býarskipanarnevndini, áðrenn blaðið fór til prentingar, men vónandi eydnast tað til blaðið í morgin.