Í skrivandi løtu vita vit ikki, um arbeiðssteðgurin/verkbannið er av. Tað er stórt spell, at stórur partur av landinum skal liggja lamin og vera í óvissuni, nú tá flestu okkara hava brúk fyri hvíld og friði. Ein arbeiðsstegður nervar kanska ikki so nógv, tá samferðsluhjólini jú meira ella minni steðga upp slíkar páskadagar, men kortini nervar ambuteraða samferðslan mong av okkum so ella so. Haraftrat kemur ampin yvir og óvissan um, at eingin veit, hvønn veg tað ber. Kunnu vit t.d. rokna við framhaldandi arbeiðssteðgi eftir páskir, og hvussu fer hesin at verða ?upptrappaður?? Aftrat hesum kemur so óvissan um støðuna á restini av arbeiðsmarknaðinum.
HYGGJA vit so rundum um okkum, so eru vit í dag eygleiðarar til eitt syndarligt og ólukkuligt kríggj í fyrrverandi Jugoslavia - ein støða, sum kann fáa nýtt lív í kalda kríggið og sum í ringasta føri kann vera spírin til 3. heimsbardaga.
EIN kann tí siga, at tann friður og tann hvíld, ið annars eyðkennir eina høgtíð sum páskini, er vorðin órógvað av støðuni og óvissuni á okkara heimliga arbeiðsmarknaði og av tí kríggi og fólkamorði, sum í hesum døgum fer fram í Serbia og Kosovo.
VIT kunnu so bert biðja til, at serbar gevast við fólkamorðinum í Kosovo, og at NATO-lond somuleiðis gevast við sínum álopum. Allar góðar kreftir í heiminum og her ikki minst tær góðu kreftir, sum finnast bæði í okkara kristnu verð og millum aðrar religiónir, mugu gera sína ávirkan galdandi og tala at fólkamorði og kríggi. Tað eru skjótt 2000 ár síðani, at sami Jesus, ið vit í hesum døgum, minnast fyri at verða tikin av døgum, varð borin í heim. Latið okkum seta á eitt nýtt ártúsund við at seta frið, kærleika, toleransu, virðing og sosialan hugburð og atburð í hásæti. Latið okkum venda kríggi, órættvísi og vanvirðing bakið.
SOSIALURIN ynskir tykkum øllum einar góðar páskir. Blaðið kemur útaftur mikudagin 7. apríl.









