Jákup Mikkelsen, føroyski landsliðsmálverjin í Herfølge, var rættuliga í brennideplinum í superliguni á páskum.
Hann bjargaði einum brotssparki, og tað hevði við sær, at Herfølge fekk trý stig. Hann varð dømdur at hava gjørt eitt brotsspark, sum samlaða danska ítróttarpressan helt, at dómarin hevði mistikið seg í, og tann altíð hóvligi og fryntligi føroyski málverjin var so argur, at hann gav ilt av sær. Og so var Jákup blandaður uppí søguna, sum TV3 sjónvarpsrásin vartaði upp við skírisdag, 1. apríl, um, at nú var greitt, at Peter Schmeichel í summar skuldi flyta úr Manchester United og til Herfølge, har hann sambært sjónvarpsrásini skuldi hjálpa vinmanninum John Jensen, sum frá 1. juli verður venjari hjá Herfølge.
Bjargaða brotsparkið
Fyri Herfølge var tað av alstórum týdningi, at teir megnaðu at fáa øll stigini við úr Aarhus skírisdag, og tað eydnaðist eisini. Men tað stóð ógvuliga nógv á, og at tað eydnaðist var ikki minst Jákupi Mikkelsen fyri at takka. Eina ferð refleks bjargaði hann við arminum, tá teir úr Fremad royndu úr stuttari fjarstøðu, og so bjargaði hann frágera væl, tá mótstøðumenninir fingu brotsspark.
Brotssparkið varð skotið flatt og dygst úti við stólpan til høgru fyri málverjan. Jákup tveitti seg í fullari longd, hann fekk nevnan á bóltin, og so var tað ikki minni bjarging, tá hann megnaði at sláa bóltin burtur, tá tveir mótstøðumenn royndu at umseta returin til mál.
Gjørda brotssparkið
Tá Brøndby vitjaði í Herfølge 2. páskadag var tað lívligt á so mangan hátt. Eitt var, at áskoðaratalið var einar sjey átta ferðir so stórt, sum tað annars plagar at vera á Herføle stadion. Hetta hevði ferðsluruðuleika við sær, og eisini á vøllinum sóu nógvu áskoðararnir í góða várveðrinum, at tað var ikki so lítil ruðuleiki á liðnum hjá Brøndby, sum stórar partar av tíðini var undir sera stórum trýsti.
Brøndby fór avstað við øllum stigunum, men tað var semja um, at Herfølge átti í hvussu so er eitt og kanska øll trý.
Herfølge kom á odda, tá 37 minuttir vóru farnir, og teir vóru frammanfyri í ein hálvan tíma. So javnaði Brøndby eftir óbeinleiðis fríspark bara tríggjar metrar frá mállinjuni, og fimm minuttir fyri leiklok helt dómarin, at Jákup Mikkelsen hevði gjørt brotsspark, og Brøndby fell fullan nyttu úr ellivu metrum og øll trý stigini.
Men at tað einki hevði við brotsspark at gera varð aftur og aftur víst í sjónvarpinum. Bent Christensen, sum varð skiftur inn, spældi sjónleik, tveitti seg upp í loft fyri at geva til kennar, at Jákup við at tveita seg hevði rent hann um koll, dómarin lat seg lumpa, og so stóð tann lítli ? í hesum førinum Herfølge ? eftir við ongum, og tann stóri ? í hesum førinum Brøndby ? fór við øllum.
Søgan
Aprílsøgan hjá TV3 skírisdag var annars, at tað hevði eydnast John Jensen, sum verður venjari hjá Herfølge 1. juli, at fáa vinmannin, Peter Schmeichel, í summar at fara úr Manchester United og til Herfølge. Fleiri úttalaðu seg og gleddust um hetta, men Jákup Mikkelsen staðfesti, at hann hevði fingið váttan fyri frá felagnum, at Schmeichel ikki skuldi vera sjálvskrivaður á liðnum. Hvør av teimum báðum skuldi vera fyrsta valið skuldi avgerast á vøllinum, og Jákup helt, at hann hevði minst líka góðan møguleika, tí Schmeichel er 36 ára gamal og á veg niður eftir, meðan eg eri á veg fram, sum føroyski landsliðsmálverjin tók til og tóktist vera fullur av sjálvsáliti!
Og so vísti Jákup í Aarhus, hvat hann er verdur, og viðmerkjarin í TV3 helt, at tað var ikki nógv pláss fyri Schmeichel í málinum hjá Herfølge!
Todi á beinkinum
Í venjingardystunum upp undir kappingarbyrjan skoraði Todi Jónsson fleiri mál fyri FCK, men síðani tað gjørdist álvari í landskappignini hevur tað ikki eydnast so væl.
Tá Lyngby var í Parkini skírisdag vann FCK 2-0. Todi hevði onkrar royndir móti málinum, men neyvleikin var ikki nóg stórur. David Nielsen skoraði annað málið, eftir upplegg frá Thomas Thorninger, sum hevði loyst Toda av, tá ein tími var farin, og Martin B. Larsen, vongverjin í høgru, skoraði hitt eftir góðan innanum bólt.
2. páskadag var Todi ikki millum teir fyrstu ellivu. Thomas Thorninger hevði fingið plássið. Silkeborg kom á odda 2-0, Todi kom inn, og Brian Laudrup foldaði seg út á ein hátt, sum hann ikki hevur gjørt, síðani hann kom aftur til Danmarkar. Hann skoraði eitt mál og var við í upplegginum til hitt, sum Martin B. Larsen skoraði.
Styttist eitt sindur
AB er framvegis oddalið, men teir eru einki serliga væl fyri. Skírisdag taptu teir á heimavølli 1-0 móti AaB, og 2. páskadag vunnu teir 1-0 á útivølli móti botnproppinum úr B93.
Brøndby styrkti um sína støðu sum næsti kappingarneytin hjá AB. Fyrst vunnu teir 4-1 á heimavølli móti AGF, og so vunnu teir tepra sigurin í Herfølge.