Vestmanna vendir ikki vangan til á triðja sinni

Uppskotið hjá landsstýrinum um sanering av kommunuskuld er til viðgerðar í fíggjarnevndini. Tað miðar eftir at avskriva 65 mió. kr. í skuld hjá 5 teim ringast støddu kommununum, so at ongin kommuna í landinum hereftir skal hava eina skyldabyrðu, ið er størri enn 3 álíkningar (við einum kommunuskatti uppá 23%). Við hesum skuldi tað verið gjørligt hjá øllum kommunum at røkt sínar skyldur og uppgávur.

Tær 65 mió. kr. skulu takast úr Kommunala Veðhaldsgrunninum, sum varð stovnaður í samband við felagsavtaluna frá 1995 um endurfígging av allari kommunuskuldini. Allar kommunur hava goldið 1% av kommunuskattinum í hendan grunnin, sum í dag er upp á 140 mió. kr.

Ein treyt fyri endurfíggingaravtaluni frá 1995 er tó, at grunnurin má ikki fara niður um 100 mió. kr. Tí biður landsstýrið løgtingið um eina eykajáttan uppá 25 mió. kr. at seta í Veðhaldsgrunnin, so at hann kann koma uppá 165 mió. kr. So verður møguligt at taka tær 65 mió. kr. úr grunninum uttan at hann fer niður um tær 100 mió. kr.

Hetta er í sjálvum sær ein solidarisk og skilagóð loysn. Men tað er kortini ein stórur meinbogi við henni fyri nakrar fáar kommunur, og har serliga fyri Vestmanna kommunu: verður ætlanin hjá landsstýrinum framd uttan serligt fyrilit fyri Vestmanna kommunu, fer tað at merkja at Vestmenna kommuna fyri triðju ferð fær ein fíggjarligan lúsing undir vangan afturfyri at bera byrðar fyri aðrar kommunur og fyri landið, umframt at knossa undir sínum egnu tungu byrðum.

Tað er nevnliga veruleikin, at heilt aftur frá 1989 og fram til í dag hava Vestmanna kommuna og harvið borgaranir í bygdini á fyrimyndarligan hátt tikið nøkur fíggjarliglig ódnartøk, sjálvi stríðst og strevast fyri fóta sær fíggjarliga og koma uppundan aftur. Og tað er eydnast hóast kommunan og borgararnir umframt at knossa undir sínum egnu byrðum harumframt eisini hava knossað undir eyka byrðum vegna aðrar kommunur í landinum og vegna landið sjálvt. Tað er eydnast at koma uppundan, men enn noyðast vestmenningar at liva við tí hægsta skattaprosentinum.

Táið endurfíggingaravtalan varð gjørd í 1995, var tað til fyrimuns fyri nógv tær flestu kommunurnar sjálvandi, men fyri nakrar fáar hendi tað øvugta, teirra skuld kom at veksa. Allar ringast var henda avtalan fyri Vestmann kommunu: lánini dýrkaðu so nógv at skuldin øktist við 8,3 mió. kr., úr 68,2 upp í 76,5 mió. kr. Vestmanna kommuna var noydd at ganga við uppá hetta, tí tað var ein kollektiv avtala: allar kommunur skuldu við. Hetta var fyrsti lúsingurin afturfyri fíggjarliga ábyrgd og solidaritet.

Ikki nóg mikið við hetta. Oman á sínar egnu byrðar hevur kommunan borið eykabyrðuna av ferjuleguni inni á Fjørð, svarandi til 2,5 prosentstig av kommunuskattinum. Øll vita um, hvussu kommunan í øll 90?ini hevur stríðst sum úlvur á skóg fyri at koma undan tí fullkomiliga høpisleysi, sum er í tí, at borgararnir í Vestmanna skulu knossa undir útreiðslum av hesi sjálvsøgdu landsuppgávu. Landsstýrið, tey undanfarnu eins og hetta, hava borið seg undan við alskyns undanførslum. Hetta er annar lúsingurin frá landsins myndugleikum.

Tann triði lúsingurin er á veg, men Vestmanna kommuna fer ikki aftur nú á triðja sinni bert at venda vangan til. Ætlanin í landsstýrisuppskotinum er sum nevnt at taka 65 mió. kr. úr Kommunala Veðhaldsgrunninum. Um hetta hevur Vestmanna kommuna skrivað til landsstýrið, ?at fíggjarliga støðan hjá Vestmanna kommunu enn er so mikið viðbrekin, at Bygdarráðið undir ongum umstøðum kann góðtaka ætlan landsstýrisins, um at brúka part av upphæddini, sum íbúgvararnir í Vestmanna kommunu hava goldið inn í veðhaldsgrunnin, uttan so at hettar kemur íbúgvunum í Vestmanna til góðar!!?

Ikki kann sigast annað enn at Vestmanna kommuna sanniliga hevur sýnt ábyrgd og solidaritet. Men higartil onki fingið afturfyri enn øktar byrðar. Tí tekur Javnaðarflokkurin fult undir við kravinum um at serligt fyrilit verður tikið fyri Vestmanna kommunu í sambandi við skuldarsaneringsætlanina hjá landsstýrinum. Møguleikarnir eru fleiri, m. a. tann mest einfalda loysnin at landsstýrið umsíðir tekur fullu fíggjarligu ábyrgdina av teirri sjálvsøgdu landsuppgávuni, sum ferjulegan inni á Fjørð er.


Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður