Hvør er ímóti amerikanska uttanríkispolitikkinum hjá George W. Bush? Hvør er ímóti sonevnda krígnum móti yvirgangi? Hvør vil avdúka loyniligan CIA-fangaflutning í føroyskum loftrúmi? Hvør er ímóti [...] New York, London og Madrid? Og er alt tos um altjóða lóggávu ikki óviðkomandi, tá veruleikin er, at stóru londini ikki taka atlit til hesar “lógir”. Tá veruleikin er, at altjóða politikkur fyrst og [...] og sløðast á skrivaraborðum og skuffum. Fyri summi er Amnesty International ein demokratiskur viti, sum stríðist ímóti órættvísi. Fyri onnur er felagsskapurin ikki annað enn ein vinstravend propa
mótmæla, og tað er lætt at skilja. Tey vísa – sum púra rætt er – á, at próvgrundirnar hjá verandi býráðsmeiriluta (sum eru arvur frá undanfarna býráðsmeiriluta) um, at fyllingin á Sundi er neyðug til at [...] meistarum í øllum handa yrkisgreinum – og so omaná klekja vit á hvørjum ári doktarar: phd hetta og phd hatta. Er vitanarstøðið hækkað hesi árini? Hyggið at seinastu hersøguni! Landsins kosnu samtykkja eina tu [...] hvagar tilfarið, sum úr holinum kemur, skal koyrast. Ið hvussu so er frættist einki um, at ein kommuna stendur við ábyrgdini, tá ið soleiðis er – tað ger tunnilsfelagið sjálvt, og tilfarið skal beinast burtur
Harragud, hann var frá 1832. Koyr alt hatta gamla skramblið burtur. 171 ára gamalt grót. Hvat skal tað til? Ebenezer er nú í "Meksiko" og Handilskjarnin í "Kina." Her er einki óført. Latið upp fyri nýggju [...] harafturímóti, var longu friðað í klassa A, tí tað er jú staðið, har býráðið tekur sínar ordiliga stóru avgerðir, hevur onkur lýttað mær í oyrað. Og so er tað Tinganes, hetta vælsignaða stað. Var tað ikki [...] - alt er horvið. Her er sum hjá H.C. Andersen: "Alles ist væk, væk, væk." Havi hug at lippa. Og løgmaður. Ja, hann mundi eisini farið í luftina, men tað var av heilt øðrum orsøkum. Portugálið er heldur
sigur Gunnar Mohr, formaður í HB. Hann er ikki við í lítla ferðalagnum, men hann fer at hava telefoniskt samband við Jógvan Páll Lassen, sum saman við Poul Michelsen er ferðaleiðari. Umframt teir báðar og [...] við ferðini er mest spennandi fótbóltsuppgávan, sum nakað føroyskt felag nakrantíð hevur havt møguleika at loysa. Ongantíð áður í seks ára gomlu europeisku søguni hjá føroyskum liðfótbólti er tað komið fyri [...] fyri, at eitt føroyskt felag er farið av landinum til seinna Europa Cup dystin við einari so góðari útgangsstøðu, sum HB hevur við til Finnlands. ? Hetta er sera spennandi. Eg skal selja pylsur fyri HB
image. - Heilt erligt, so er hatta ikki nakað, eg havi gjørt mær stórvegis tankar um. Eitt image er bara myndin úteftir, og verðin er jú sjáldan tað, hon sær út til at vera ... Er verðin ikki tað, hon sær [...] við. - Hatta er bara mín máti at gera tónleik og skriva sangir. Hevði eg gjørt tað øðrvísi, hevði tað ikki verið mín fløga longur. Meðan eg tók løgini upp, hugsaði eg nógv um, at tað í grundini er ein andsøgn [...] lagnum ?Fireworks?. Hóast sangurin er ein ásannan av, at lívið er við at renna út, ganga fýrverkarí og candyfloss aftur, sum sorgblíðar myndir uppá vakurleikan, sum er treytaður av, at hann hvørvur líka
fara frá tí kósini tykist tí avmarkaður. Spurningurin er so, um tað er hetta, sum løgmaður ætlar. Eitt tykist tó heilt greitt, og tað er, at málið er í hondunum á løgmanni. Útbjóðingin og markið Meðan bíðað [...] tosað við, siga, at soleiðis sum støðan er vorðin, er neyvan vantandi, at bretar fara at koma við einum útspæli. Og kunnu orð Laydens helst eisini tulkast so. Og er tað so, at løgmaður hevur sett sær fyri [...] komandi løgtingsval. Hann kann jú siga, at nú eitt val er í hondum, vil hann ikki fyritaka sær meira men heldur lata tað vera upp til eitt komandi løgting at gera av. Tað er neyvan hugsandi, at Edmund Joensen
alduhæddin er so umráðandi. Tí tað er sera tungt at hanga í einum enda einastaðni í miðum sjógvi, meðan streymurin alla tíðina vil fara avstað við tær. Tí er umráðandi, at rímiliga friðaligt eisini er upp og [...] minst alduhæddin. Spennandi er, hvussu her fer at roynast. Líkindini her innansyndist tykjast vera í lagi, men tað er nú ikki her, kavast skal. Og Ingi, skiparin, sum komin er uttan av havi í morgun, letur [...] boyan, sum løgd er at merkja vrakið, man liggja har, hon var løgd. Fyrr er hent, at hon hevur slitið, og so mátti leitast aftur. Hóast Ingi hevur neyvu positiónina inni á plottararnum, er ikki bara sum at
teirra var Poul Kristoffur Poulsen, sum var tann fyrsti, sum hevði bil og eisini fyrsta motor í báti í Gøtu. Á Mýruni búðu eisini Jógvan og Per, ommubeiggjar mínir. Ein beiggi var Líggjas, pápi Poul Huus, sum [...] heilt fram til endan av 50-unum og kanska inn í 60-ini. Tá ið Konoy legði frá sær, kom Poul Enok Hansen úr Køkinum. Hann er á myndini av kirkjufólkinum í fyrsta parti av hesi røð. Eg varð konfirmeraður í Lorvík [...] fyrsti, sum hevði bil í Gøtu, var Poul Kristoffur Poulsen úr Syðrugøtu. Kona hansara var Kunoyar Jóhanna. Kommunan keypti tveir bilar, sum seinni vórðu “privatiseraðir.” Poul Kristoffur fekk annan bilin, og
n, sum tyngdi hansara umdømi nógv, og sum ikki er farin aftur við borðinum enn, tí málið er endað hjá umboðsmanninum. Og so rýmdi Poul Michelsen jú eisini úr Fólkaflokkinum og sigst nú ætla at stovna [...] n við fíggjarmálum skúmað av avmakt um hesa gongd, tí hann er vanur við, at landsstýrismeirilutar ráða, men soleiðis er ikki nú, og tað er ikki so løgið. Hetta valskeiðið hava Føroyar í roynd og veru [...] Uni Arge ----------------- Í Føroyum hava vit eina valdsskipan, sum er bygd á útinnandi, dømandi og lóggevandi valdið, plaga vit at siga. Hesi trý vøldini skáka hvørt annað, so samfelagsskipanin
sigur. Hann býr jú í býnum, men kortini í haganum. Beint niðanfyri er býarlívið og tað er tað eisini norðanfyri har útstykkingin Millum Gilja er. Kortini er hús hansara so langt frá, at tað er so púra friðarligt [...] ein teirra spelandi. - Hatta er ein loypidunna, sigur hann og greiðir frá, at hon á donskum kallast ?løbeand?, so umsett til ?norðanmál? eitur hon kanska ein rennidunna! - Og hatta er ein moskusdunna ... [...] boksini klárar at eta, sigur Petur og tað er jú tann náttúrliga gongdin. Hvør av øðrum liva má Annars er hann ikki so lítið stoltur, tá hann sigur okkum um páfuglin, sum er føroyingur burturav. - Allir páfulgarnir