Hvør er ímóti amerikanska uttanríkispolitikkinum hjá George W. Bush? Hvør er ímóti sonevnda krígnum móti yvirgangi? Hvør vil avdúka loyniligan CIA-fangaflutning í føroyskum loftrúmi? Hvør er ímóti Guantanamo-fangaleguni? Og hvør vil broyta grein 266b í revsilógini til eisini at umfata kynsliga orientering?
Svarið er Margretha Nónklett, samskipari hjá Amnesty í Føroyum.
Politiskt óheft
Hon bjóðar vælkomin á Amnesty-skrivstovuni á Hoydalsvegnum í Havn. Eyðkenda ímyndin av Amnesty, kertuljósið umgyrt av píkatráði, sæst í vindeyganum. “The Road to Guantanamo” stendur at lesa á stórari plakat á hurðini. “Control Arms!”, stendur á øðrum uppslagi longri inni í rúminum. Og Amnesty-rapportir, ársfrágreiðingar og ST-yvirlýsingar liggja og sløðast á skrivaraborðum og skuffum.
Fyri summi er Amnesty International ein demokratiskur viti, sum stríðist ímóti órættvísi. Fyri onnur er felagsskapurin ikki annað enn ein vinstravend propagandamaskina. Men slíkt vil Margretha ikki hoyra talan um.
- Alt arbeiðið hjá Amnesty International tekur støði í ST-mannarættindayvirlýsingini frá 1948, og tí kunnu allar ákærur um politiskt tilknýti avsannast. Í hvørji einastu ársfrágreiðing verða mannarættindatrupulleikar viðgjørdir í yvir 150 londum við øllum hugsandi stjórnum. Men atfinningarnar móti USA vekja altíð størst uppmerksemi, sigur Margretha, sum er útbúgvin ethnologur við hjálærugrein í minnilutastudium.
Kríggið móti yvirgangi
Og Amnesty er ikki beinleiðis nakað yndisorð í Hvítu Húsunum í Washington. Ferð eftir ferð hevur felagsskapurin mótmælt amerikanska uttanríkispolitikkin hjá neokonservativu Bush-umsitingini. Og um nakar hevur funnist at proklameraða krígnum móti yvirgangi, loyniligu CIA-fongslunum í Eysturevropa, trygdarmúrinum í Gaza, Guantanamo-fangaleguni á Kuba og krígnum í Irak, er tað Amnesty International. Og manningin í Føroyum hevur eisini fingurin á globala pulsinum.
- Vit eru vitni til eitt altjóða rák, sum vrakar samtyktar mannarættindasáttmálar. USA hevur við nýggjum samtyktum sum “The Patriot Act” og “The Military Commission Act” í veruleikanum sett Geneve-sáttmálan úr gildi (altjóða sáttmáli frá 1949 um leiðreglur undir krígsførslu, blðm.). Í trygdarinnar navni er fangapíning aftur vorðið eitt legaliserað politiskt amboð, og vesturlendskar stjórnir seta grundleggjandi frælsisrættindi til síðis í hesum sokallaða krígnum móti yvirgangi, sigur Margretha Nónklett.
Men er hetta ikki sama bláoygda orðaskolan, sum ikki tekur atlit til neyðugan klassiskan trygdarpolitikk. Eru hesi tiltøk ikki neyðug fyri at varðveita trygdina í vesturheiminum eftir yvirgangsálopini í t. d. New York, London og Madrid? Og er alt tos um altjóða lóggávu ikki óviðkomandi, tá veruleikin er, at stóru londini ikki taka atlit til hesar “lógir”. Tá veruleikin er, at altjóða politikkur fyrst og fremst snýr seg um nationala trygd og nationalt vald?
- Jú víst er veruleikin ein annar enn tann, sum Amnesty arbeiðir fyri. Men vit insistera uppá, at altjóða lóggáva skal virðast! Og vit góðtaka ikki øll tey menniskjaligu offur, sum standast av krígnum móti yvirgangi, sigur Margretha avgjørd. Hon harmast eisini um, at danska stjórnin er partur av hesum ráki.
Men hvat er frælsi uttan trygd? Og hví ikki viðurkenna, at víðkaðu heimildirnar hjá statsligum fregnartænastum longu hava fyribyrgt ætlað yvirgangsálop, t.d. í Onglandi? Margretha er framvegis greið.
- Hvar enda vit, um vit halda á at ofra demokratiskar meginreglur? Um vit geva heimsins valdsharrum grønt ljós til at nýta tortur? Um vit sleppa kravinum um, at fangar skulu fyri ein dómstól? Úrslitið verður í øllum førum ikki ein betri og friðarligari heimur, sigur Margretha.
Kann píning vera neyðug?
Men kann hon undir ongum umstøðum góðtaka, at torturur kann vera neyðugur undir serligum umstøðum? T.d. tá ísraelska fregnartænastan fangar ein muslimskan yvirgangsmann, sum hevur plantað eina tíðarstillaða bumbu í einum barnagarði í Tel Aviv?
- Hatta er sjálvandi “worst case scenario”, men vit góðtaka ikki píning undir nøkrum umstøðum. ST samtykti uttan fyrivarni eitt torturbann í 1987, og fangapíning loysir ongan trupulleika og rakar mong ósek menniskju. Undir píning viðganga og skriva fangar undir upp á hvat sum helst. Tí verður torturur eisini misnýttur, so skjótt hann verður loyvdur, sigur Margretha Nónklett.
Hon metir, at tá heimsins fremsta fólkaræði nýtir fangapíning sum trygdarpolitiskt amboð, skapar hetta ein norm fyri aðrar stjórnir eisini. Og sambært henni eru loyniligu CIA-fongslini í Eysturevropa og umstrídda Guantanamo-fangalegan dømi um, at gongdin versnar (sí lýsing á síðuni um Guantanamo-film).
- Aftursvarið hjá USA til 11. september hevur havt við sær, at ræðuleikar, sum áttu at hoyrt fortíðini til, aftur eru vorðnir partur av altjóða politikki, sigur Margretha.
Mannarættindi í Føroyum
Men einum nýtist ikki at fara út í víðu verð fyri at finna mannarættindaligar trupulleikar. Í øllum førum ikki sambært Margrethu Nónklett. Í Føroyum arbeiðir Amnesty á fleiri frontum.
- Harðskapur móti kvinnum, rættartrygdin hjá útlendingum, loyniligur fangaflutningur í føroyskum loftrúmi og støða teirra samkyndu eru fýra høvuðsmál í løtuni, greiðir Margretha frá.
Fundur hevur verið við Innlendismálaráðið og fyrispurningur sendur Løgtingsins Umboðsmanni um drúgvu bíðitíðina hjá útlendskum umsøkjarum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, men framvegis fyriliggur einki savnað yvirlit um rættarstøðuna hjá útlendingum í Føroyum. Viðvíkjandi harðskapi móti kvinnum samstarvar Amnesty við viðkomandi aktørar á økinum, og so verður trýst lagt á donsku stjórnina um at fáa eina kanning í lag um CIA-fangaflutning í føroyskum og donskum loftrúmi. Higartil uttan úrslit.
Amnesty markeraði seg eisini í sambandi við málið um tey samkyndu.
- Tað var okkara skylda at tala at nøkrum av teimum útsagnum, sum fullu um samkynd. Trúarfrælsið og skrivi- og talufrælsið skal ongantíð misnýtast til at skerja onnur frælsisrættindir hjá øðrum menniskjum, t. d. rættin til at liva uttan mismun. Ein víðkað grein 266b í revsilógini setir ikki onnur frælsisrættindir í vanda. Og tí talaðu vit at, sigur Margretha Nónklett.
Henda útsøgn kostaði felagsskapinum nakrar limir, sum takkaðu fyri seg, eftir at Amnesty-umboð høvdu verið í bløðunum. Men Margretha angrar einki.
Til borðs við teimum stóru
Hvørt ár fundast hon við Amnesty samskiparum kring allan heim, og á aðalfundi annaðhvørt ár luttekur føroyska deildin saman við øllum øðrum deildum í heiminum, tá atkvøðast skal fyri ella ímóti nýggjum samtyktum. Men hvørja reella politiska ávirkan hevur Amnesty International í heimshøpi?
- Amnesty hevur ein ráðgevandi leiklut í ST, UNESCO og Evroparáðnum. Vit eru bæði við- og mótleikari hjá ST. Ein varðhundur, sum talar at, tá tað er neyðugt, sigur Margretha, sum í næstum skal á Amnesty-aðalfund í Meksiko.
Jú, stórar hugsanir og globalar visiónir eru av sonnum partur av lítlu skrivstovuni í miðbýnum í Havn. Og eitt orð sum idealisma er ikki heilt av leið, um nøkur yvirskrift skal setast á gerandisdagin á Hoydalsvegi nummar 6.
Guantanamo-filmur í Miðlahúsinum
Mikukvøldið 29. november kl. 19.30 sýnir Amnesty heiðurslønta dokumentarfilmin “The Road to Guantanamo” í Miðlahúsinum. Filmurin snýr seg um tríggjar menn, sum sótu ósekir á amerikonsku fangaleguni á Kuba í trý ár. Ókeypis atgongd, og høvi verður at seta spurningar eftir filmin.
Fakta um Amnesty
International
Stovnaður í 1961 við ítøkiliga málinum at stuðla fangum, sum sótu fastir orsakað av politiskari sannføring. Síðani gjørdist vantandi rættartrygd, fangapíning og deyðadómur eisini aðalmál. Í 2001 varð arbeiðsøkið víðkað til at taka støði í allari mannarættindayvirlýsingini hjá ST frá 1948. Felagsskapurin hevur ráðgevandi leiklut í ST, Unesco og Evroparáðnum og hevur umleið 1,8 milliónir limir kring allan heim. Í Føroyum eru 1300 limir, sum er eitt tað hægsta limatalið samanborið við fólkatal.