Í skugganum av Hörpu

– Eftir øllum at døma ímynda fólk sær, at fyri tað um mítt navn er blivið nógv eksponerað og eg havi arbeitt við Hörpu øll hesi árini í Íslandi, so eru so nógvar uppgávur, eg ikki tími í holt við, tí tær eru ov smáar, sigur kendi arkitekturin í Syðrugøtu, Ósbjørn Jacobsen, ið leggur dent á, at fyri seg snýr tað seg ikki so nógv um, hvussu stórt eitt prosjekt er, tí annað kann hava nógv størri týdning

Hvørja ferð, vit hoyra navnið Ósbjørn Jacobsen nevnt, er Hörpa sjáldan longur enn ein andadrátt burturi, tí fyri mong hoyra hesi bæði óloysiliga saman. Var tað ikki fyri Hörpu, vistu mong óivað einki um arkitektin Ósbjørn Jacobsen, og var tað ikki fyri Ósbjørn Jacobsen, so vóru helst eisini fleiri her um leiðir, ið vistu millum lítið og einki um tónlistar- og ráðstevnuhúsið Hörpu.
Bygningsverkið í Reykjavík, sum telist millum 15 teir vakrastu konsertbygningarnar í heiminum, venda vit aftur til, men ætlanin var nú meira at tosa um Ósbjørn enn Hörpu, nú vit henda dagin settu honum stevnu í hølunum í Syðrugøtu, sum fyrr í tíðini hýstu handlinum Valhøll, men nú eru karmur um gerandisdagin hjá 40 ára gamla arkitektinum og hinum trimum, hann har starvast saman við.
– At eg skuldi fara arkitektavegin, lá kanska ikki beinleiðis í kortunum frá byrjan, men at tað skuldi hava okkurt við bygging at gera, mundi vera meira ella minni tankin alla tíðina. Eg teknaði altíð nógv og havi altíð havt áhuga fyri tí, men havi nokk ikki verið so tilvitaður um tað allíkavæl. Men í heimliga umhvørvinum var tað at smíða ein sera náttúrligur partur, so bygging hevur so ella so altíð verið har, fortelur Ósbjørn.
– Tá hini fóru á fiskavirki eftir skúlatíð, fór eg at smíða, so tað hevur alla tíðina verið har. Nýggja kirkjan í Gøtu var í gerð um tað mundið, tá eg gekk í framhaldsdeildini, so gerandisdagar var tað mest vanliga hjá mær, at eg eftir skúlan fór við knallertini yvir til Gøtugjógv at smíða frá klokkan trý til seks. Og tá eg var liðugur við studentaskúlan í 1993, var ringasta krepputíð í Føroyum, so tá var eg við pápa mínum yviri í Norra og smíðaði í nakrar mánaðir, áðrenn eg fór undir nakran lestur.
Herfyri var Ósbjørn á Kambsdali og greiddi næmingum frá síni yrkisleið, og har fortaldi hann um ein hálvgrátandi lestrarvegleiðara, ið ráddi sær frá at lesa til arkitekt, men heldur at fara til verkfrøðing, tí hann helt, at tað kanska var ein tryggari framtíð.

Bað fyrst um feriu
Hvussu var og ikki, so endaði Ósbjørn Jacobsen í Århus í 1994, har hann fór at lesa arkitektur. Sjálvur heldur hann, at kreppan í Føroyum kanska skundaði eitt sindur undir, at so bleiv, tí tað var ikki nógv hjá einum ungum manni at gera í Føroyum, og tí var rímiliga lætt at taka avgerðina um at fara undir lesturin.
– Hinvegin vóru tíðirnar nógv broyttar, tá eg var liðugur at lesa í 2000, tí tá stóð betri til í Føroyum og aðrastaðni við. Tá eg var liðugur við fráfaringarprosjekt í sambandi við lesturin, sum svarar til eitt spesiali, skuldi eg leggja hana fram, og so skuldu fýra próvdómarar taka støðu til hana, greiðir Ósbjørn frá.
– Longu tá hevði eg tikið ta avgerð, at skuldi eg verða verandi niðri, hevði eg bestan hug at fara til Kjøpinhavn. Og til próvdømingina av prosjektinum vísti tað seg, at eg skuldi at fáa tveir dómarar úr Kjøpinhavn, sum báðir bjóðaðu mær arbeiði. Haraftrat var eg so heppin tað várið, at eg var tann av 103 lesandi, ið fekk eitt legat, ið onkuntíð verður koyrt í tvey, men ta ferðina bara varð latið einum. So í nógvar mátar gekk tað sum fótur í hosu hjá mær.
Sum sagt, so stóðu tvey arbeiði honum í boði, tá hann var liðugur, og annað av teimum var hjá Henning Larsens Tegnestue, sum tá hevði teknistovu á Vimmelskaftinum í Kjøpinhavn, og har fór hann til samrøðu fyrst – og fekk bjóðað starv beinanvegin.
– Vit hava ofta flent at tí aftaná, at tað fyrsta, sum eg svaraði til arbeiðstilboðið, var um eg kundi fáa feriu í tveir mánaðir. Ikki tí at nakað arrogant lá aftanfyri, men heima í Føroyum lá abbi mín akkurát tá til tað seinasta, so eg hevði hug at fara heim. Eisini var eg rættiliga móður og troyttur, nú eg í eitt hálvt ár hevði verið í gongd flestu tímar av samdøgrinum fyri at gera fráfaringarprosjektið hjá mær, sigur Ósbjørn.
– Setanarsamrøðan var í juni, so tá teir spurdu, nær eg kundi byrja í starvinum, segði eg fyrst í august. Men tað riggaði fínt, og eg havi starvast hjá Henning Larsen síðani og uppliva stórar broytingar. Tá vóru eini 60 fólk í starvi á hesi einu teknistovuni í Kjøpinhavn, men í dag eru eini 250 fólk í starvi á sjey ymiskum støðum kring heimin.

Loysa alt lokalt
Umframt tey seks størru støðini, er ein bygd í Føroyum eisini sloppin upp í part, so inni á heimasíðuni hjá Henning Larsens Architects, sum fyritøkan eitur í dag, bar nú til at síggja Syðrugøtu millum tilsipingarnar til, hvar virksemið er, tí nevnd verða Kjøpinhavn, Oslo, München, Istanbul, Riyadh, Syðrugøta og Hong Kong sum tey støð, har tú kanst fáa fatur í Henning Larsen.
– At vit nú eru til staðar í Syðrugøtu, er øgiliga nógv eitt privat prosjekt hjá mær, tí eg vildi fegin sleppa heimaftur til Føroya at búgva. Í sambandi við arbeiðið í Reykjavík, tá vit gjørdu Hörpu, flutti eg við familjuni til Íslands, og tá tað var liðugt í 2011, valdu vit at fara til Føroya, heldur enn at fara niðuraftur, sigur Ósbjørn Jacobsen, ið fyrst fleyg ímillum, tí hann var nokk so nógv niðri.
– Men í 2013 legði eg kortini á borðið og fortaldi, at eg ætlaði heldur at vera meira permanent í Føroyum. Eg hevði í grundini ikki ímyndað mær, at tað gekk, men kanska gingu tey við til tað, tí eg jú var partaeigari í fyritøkuni.
Endamálið hjá honum var at arbeiða við prosjektum í Føroyum og prosjektum aðrastaðni, sum passa í stødd, og í prinsippinum er arbeiðsplássið í Syðrugøtu hansara egna føroyska smápartafelag, sum hann og Henning Larsen Architects eiga í felag.
– Tankin við hesum felagnum er, at tað skal bera til at loysa alt í Føroyum, sum vit arbeiða við, so her er ikki talan um strámannavirksemi ella nakað líknandi, sum flytur tingini av landinum at detajlprosjektera og sovorðið, flennir Ósbjørn, ið tó ikki dylur, at tað fyri hetta lítla arbeiðsplássið er ein stórur fyrimunur, at tað samstundis ber til at trekkja upp á ta øgiligu vitan, ið finst í teimum 250 fólkunum, sum starvast hjá Henning Larsen.
– Vit eru so bara fýra fólk, sum sita her, so tað er avmarkað, hvat vit kunnu taka upp á okkum at arbeiði, men eg vóni, at tað skal bera til at fáa sett nøkur fólk aftrat, so vit kunnu bjóða okkum fram til ting, sum eru eitt sindur størri enn tað, vit arbeiða við nú. Men fyrst og fremst snýr hetta seg um, at vit í høvuðsheitum skulu megna at loysa allar okkara uppgávur lokalt.

Mótspæl til Hong Kong
Sum er, hava tey nóg mikið at gera á teknistovuni í gomlu Valhøll, beint oman fyri sandin í Syðrugøtu. Og hóast grundtankin er, at hetta skal vera eitt føroyskt prosjekt, útihýsir Ósbjørn Jacobsen ikki møguleikan fyri, at okkurt uttanífrá eisini kemur uppí.
– Tað hevur sjálvandi nógv at siga fyri umhvørvið, at tað ikki bara eru føroyingar, sum arbeiða her, tí altjóða tilgongdin til tingini hevur jú nógv at siga, hvussu tú hugsar og hvussu tú fært íblástur uttan úr heimi. Og hóast bulurin er føroyskur, so eru í løtuni tvey av fýra starvsfólkum útlendingar, annað úr Tjekkia og hitt úr Svøríki, sigur hann.
– Nú eri eg eisini ein partur av partnaraskaranum hjá Henning Larsen Architects, so tí ber jú til at gera nyttu av tí fyrimuninum báðar vegir, og eg dugi væl at síggja fyri mær, at onkur føroyingur, sum arbeiðir her, kanska fær hug at royna eitt hálvt ár í Istanbul, fyri at uppliva nakað annað, og tann møguleikin er sjálvandi í tí, tá tú ert partur av eini størri heild.
At áhugin hinvegin er fyri at koma til Føroya at arbeiða, heldur Ósbjørn kanska komast av, at Føroyar hava eitt potentiali í tí, at útlendingar fegnir vilja koma higar, tí teir so kenna tað, sum at teir onkursvegna eisini koma í samband við náttúruna og nakað upprunaligt.
– Tú kanst siga, at tað er mestsum »mainstream« at fara til ein stórbý at arbeiða, tí tað er jú tað, sum øll gera. Fólk søkja til metropolarnar, men mítt prosjekt stendur fyri tí mótsatta, og nú Henning Larsen er norðurlendska teknistovan við norðurlendsku virðunum, passar tað væl inn, tí mótspælið til Hong Kong og Istanbul nýtist ikki at vera Havnin, men heldur onkur »flekka« í Føroyum, sum so í hesum førinum er Syðrugøta, sigur hann.
– Alt nýtist heldur ikki at vera so stórt, fyri at tað skal rigga ella passa inn, og til dømis sita nógvastaðni í Spania eini trý ella fýra fólk í smáum teknistovum uppi í fjøllunum, har tey hava eitt arbeiði, ið gevur meining. Øll fata tað góða initiativið, sum er í hesum, at tað væl ber til at vera ein mótpolur til tað stóra, og her ber upp á ein ella annan máta eisini til at stinga fingurin niður í ta norðurlendsku moldina.

Ikki ov smátt her
Sum nevnt at byrja við, slepst illa undan at tosa um Hörpu, tá tosað verður um og við Ósbjørn Jacobsen og hansara virksemi sum arkitektur, og havandi í huga, at Harpa eisini er tað nógv mest eksponeraða prosjektið hjá Henning Larsen Architects nakrantíð í 55 ára søgu felagsins, er tónlista- og ráðstevnuhúsið í Reykjavík eisini partur av hesi samrøðu.
– Eg haldi, at alt er spennandi, so leingi sum talan er um ein byggiharra, sum er engasjeraður og hevur áhuga fyri at hava eitt gott prosjekt. Merki eg, at byggiharrin vil nakað við tí, sum hann skal hava gjørt, og tað ikki bara skal gerast skjótast gjørligt, eri eg ofta við upp á tað. Og so snýr tað seg eisini í stóran mun um, at kemiin millum meg sum arkitekt og tann, sum skal hava okkurt gjørt, er í lagi, sigur Ósbjørn.
– Um tað so er ein Harpa ella eitt summarhús, er í prinsippinum líkamikið, hóast eg væl merki, at nógvir føroyingar hava hug til at undrast á, at eg eri komin heimaftur. Teir spyrja, um tað er nakað fyri meg at arbeiða í smáu Føroyum, og um tingini ikki eru alt ov smá fyri meg her. Men tað passar mær øgiliga væl at arbeiða við smærri prosjektum, so tí er ein føroyskur gerandisdagur til arbeiðis minst líka týdningarmikil fyri meg, sum ein gerandisdagur onkra aðrastaðni.
Og framvegis ger seg galdandi, at Ósbjørn væl og virðiliga hevur fingurin á pulsinum, fyri tað um hann er í Føroyum, og galdandi fyri allar deildirnar hjá Henning Larsen Architects er, at tær arbeiða við ymsum uppgávum, sum stórur munur er á.
– Fyrr ella seinni kundi eg kanska eisini hugsað mær at roynt okkurt uttanlands aftur, men tað er líkasum ikki tað, eg havi hug til nú. Um vit taka Hörpu, so var eg knýttur at tí prosjektinum í sjey ár og brúkti einar 12.000 arbeiðstímar upp á tað. Tað havi eg ikki beinleiðis nakrar ætlanir um at gera aftur, sjálvt um tað bæði var øgiliga spennandi og øgiliga gevandi. Tað var so stórt og komplekst, umframt at tað í tíð eisini kravdi øgiliga nógv, sigur hann.

Føroyskur íblástur
Ósbjørn dylur ikki fyri, at í sambandi við Hörpu ber helst til at síggja, at tað hevur sett sín dám á verkið, at hann er føroyingur, og hann heldur tað vera nakað sum við listafólkum, at tað sterkasta úttrykkið ofta er at vera øgiliga tilvitaður um, hvaðani tú kemur.
– Eg skal ikki royna at gera tingini, sum tey gera tey í New York, tí tað gera tey tíggju ferðir betri, og heldur má eg brúka mína egnu bakgrund, sum eg eisini gjørdi øgiliga tilvitað í Hörpu. Tá tú kemur inn í bygningin, er alt svart betong og teir tríggir stóru salirnir eru lyftir fimm metrar upp í luftina. Tað vísir heilt klárt til drangarnar, sum bæði vit og íslendingar hava, tí teir standa har, hóast tað ofta verður máað burtur av teimum, sigur Ósbjørn.
– Fasadan er so tað lætta og gjøgnumskygda, og fleiri síggja fasaduna sum alduna, og tað var sjálvandi eisini ein tanki og ein mynd, sum vit arbeiddu tilvitað við. Eisini ógvaðust summi um, at tann eini salurin skuldi vera knallreyður, tí vanliga eru slíkir salarinspireraðir av ljóðførum og líknandi, men vit hildu fast við, at í okkara eygum skuldi tað heldur vera hesin reyði og heiti liturin, sum líkasum setti trumf á. Har var tað so hugskotið um at fara inn í fjallið, ið allir íslendingar lættliga kunnu kenna seg aftur í.
Meðan vit líkasum eru við evnið og tað stóra prosjektið, sum Harpa var, mugu vit eisini spyrja Ósbjørn, um tankin um at sleppa at tekna eitt føroyskt tjóðleikhús ikki fær tað at kribla í fingrunum, og hann játtar, at tað ger tað.
– Eg ímyndi mær, at í tí sambandi verður ein kapping ella eitt skitsuprosjekt, og har kundi eg so gjørt mær dælt av tí altjóða fakliga umhvørvinum, eg kenni, tí í sambandi við slík hús verður arbeitt við tí, tey rópa »theatre planning«, ið er sjónleikarhúsráðgeving og um akustikk, og alt møguligt annað. Hetta eru fólk, sum kenna alt til slíkt arbeiði, sigur hann.
– Tað vildi verið ein fantastisk og øgiliga spennandi uppgáva, og eg fylgi eisini við, um okkurt skuldi stungið seg upp. Eg vóni bara, at eitt føroyskt tjóðleikhús verður gjørt professionelt, tá tað verður gjørt, tí sovorðið má gerast ordiligt, tí eingin tímir at spæla upp á eitt ljóðføri, sum ikki stemmar.

Má gera egna tulking
Millum dagligu uppgávurnar, sum Ósbjørn Jacobsen og tey á teknistovuni í Syðrugøtu loysa, er nokk so nógv arbeiði fyri Bústaðir, men annars hevur verið talan um smærri uppgávur fyri minni byggiharrar. Og allan vegin gongur aftur, at í hugaheiminum hjá arkitektinum er eingin uppgáva og stór og eingin ov lítil.
– Alt velst um, hvat tað skal brúkast til, tí tað er stórur munur á at tekna okkurt, fólk skulu búgva ella arbeiða í, og so eitt tónlistarhús ella eina kirkju, har tað fyri tey flestu er galdandi, at tey støkka inn á gólvið nakrar fáar ferðir í lívinum ella kanska bara fáar tímar um vikuna. Tá er talan um eitt heilt annað rásarúm, har tú kanst gera ting, tú ikki kanst bjóða fólki, tá tú teknar teirra heim, sigur hann.
– Tá tú kemur á til dømis eitt savn, kanst tú saktans fegnast um okkurt, tú sært, men ikki kundi búð í. Og fyri tað um ein litur er øgiliga flottur, so er ikki vist, at tú vildi málað stovuna hjá tær sjálvum við tí litinum. Er talan um eitt heim, so er tað ógvulig týdningarmikið, at tað ikki er arkitekturin, ið skal fram, men fyrst og fremst trivnaðurin hjá teimum, sum skulu búgva har. Tað sama er galdandi fyri býarrúm, ið ikki skulu síggjast sum eitt »statement« hjá arkitektinum, men ein roynd at skapa nakrar karmar, sum fólk sjálv skulu fylla út.
Ósbjørn vísir á, at til allar uppgávur ræður um at finna íblástur frá onkrum, men at tað eisini ræður um ikki at taka ting bókstaviliga og kopiera tey. Hann sigur, at tað snýr seg um at flysa tað ytsta lagið uttanav og finna kjarnan, fyri síðani at leggja sítt egna lag omanyvir og gera sína egnu tulking.
– Um vit hyggja at gomlu føroysku bygdunum, so sæst við hálvum eyga, at har er okkurt, vit hava mist á gólvið síðstu 50 árini. Gamla bygdin var ikki stýrd av teknokratiskum tankum, men livir sítt organsiska lív sum ein partur av náttúruni. Tað hevur nakað við innliving og forstáilsi at gera, í mun til náttúru og umhvørvi, og tað gamla føroyska er kjarnin í tí, sum í dag er ein heimstendensur við burðardyggari bygging og øllum tí, sigur hann.
– Heldur enn at byggja múrar og byrgja seg inni í nýggju sethúsabýlingunum, átti meira at verið gjørt við at farið aftur til gomlu føroysku býlingarnar, har ein heilt onnur harmoni er at finna. Nakað av hesum royndi eg at fara aftur til, tá vit gjørdu miðbýarætlanina fyri Klaksvík, sum var mítt íkast til at endurbrúka gomlu føroysku bygdina, sum hevur sínar krókar og sína lívd. Tað er altso ikki nóg mikið at smekka ein svartan klædning á húsini og geva teimum sprossavindeygu, tí tað verða tey ikki føroyskari av.

Harpa kastar skuggar
Nú prátið nærkast endanum, er nokk so nærliggjandi at fáa Ósbjørn Jacobsen at fortelja eitt sindur um, hvussu hann sær upp á framtíðina, nú hann eftir mong ár í útlegd er vendur heimaftur til heimlandið og heimbygdina. Og tá hann verður spurdur, er hann eisini skjótur at svara:
– Eg hopi, at vit eru her enn um fimm ella tíggju ár, tí tað er altso ein stórur dreymur hjá mær, at blanda altjóða umhvørvi upp í tað føroyska. Og tað ger seg galdandi fyri bæði uppgávur og fólk, tí í dag hevur tað ikki so stóran týdning, hvar tú situr í verðini. Men eg síggi soleiðis upp á tað, at eins og onnur hava nógv at geva tí føroyska, hevur tað føroyska eisini nógv at geva prosjektum aðrastaðni, so tað snýr seg um at finna eina ella aðra javnvág, sigur hann.
– Nú havi eg sitið í Kjøpinhavn tað mesta av mínum professionella lívi og arbeitt saman við millum 100 og 200 fólkum. Tað eru sjálvandi nógvir praktiskir fyrimunir við eini stórari teknistovu, har tú kanst loyva tær at arbeiða smalt, tí tú hevur fólk til alt hitt, men samstundis kanst tú í eini minni teknistovu spenna nógv víðari. Við eini lítlari teknistovu fært tú so nógv annað í staðin fyri, tí tá verður talan um tættari viðurskifti, samstundis sum tað er stutt frá tanka til avgerð.
Áðrenn tað seinasta verður tømt úr kaffikoppinum, snarar prátið seg aftur inn á hetta við at vera komin úr tí stóra til tað smáa, og tað hoyrist framvegis millum orðini, at tað ikki bara er ein fyrimunur at vera eitt kent navn, tí tað so sanniliga eisini kann vera ein forðing.
– Eg má viðganga, at eg havi drigist eitt sindur við tað sum ein trupulleika, tí tað meiri enn so kemur fyri, at onkur sigur við meg, at »hatta tími eg ikki at spyrja teg um, tí hesum hevur tú ongan áhuga fyri«. Eftir øllum at døma ímynda fólk sær, at fyri tað um mítt navn er blivið nógv eksponerað og eg havi arbeitt við Hörpu øll hesi árini í Íslandi, so eru so nógvar uppgávur, eg ikki tími í holt við, tí tær eru ov smáar, sigur Ósbjørn, ið vísir á, at hann ikki kostar meira enn aðrir arkitektar, og at verri enn so alt er so fínt og ekstravagant, sum hann tekst við.
– Eg havi jú arbeitt við øgiliga nógvum prosjektum, og tað seinasta var eitt veterinert granskingarhospital í Oslo, sum var ein rein maskina við lítið av arkitekturi. Har snúði tað seg meira um smittuvandar enn nakað annað, og hvussu tú kanst fáa flutt eitt ross frá A til B. Tað var bara ein øðrvísi avbjóðing, og soleiðis trívist eg eisini best, tí fyri meg snýr tað seg ikki so nógv um, hvussu stórt eitt prosjekt er, men heldur eru tað onnur ting, sum eru avgerandi fyri, um eg haldi tað vera spennandi og áhugavert.



Blá bók

Ósbjørn Jacobsen er 40 ára gamal og gøtumaður um ein háls, tí bæði foreldrini eru úr Syðrugøtu – uppvaksin næstan hús um hús. Ósbjørn býr í Syðrugøtu saman við Sigrun Dalsgaard Hansen, sum er ættað úr Saltangará, og tey eiga børnini Mikal, Sunnevu og Hjørdis, sum eru ávikavist 11, 8 og 4 ára gomul. Ósbjørn gekk í fólkaskúla í Gøtugjógv, har hann forrestin eisini helt fram sum studentur og var við í seinasta klassanum, sum fekk prógv har í 1993, áðrenn skúlin flutti inn á Kambsdal.