og bert havt fólk, tá ið ov mikið er at gera. - Tað er deiliga róligt at arbeiða einsamallur, tá ið tú eldist, sigur Jógvan Tróndheim. Øll árini hevur Jógvan havt ein lítlan handil, har amboð og annað [...] carbon-pappír, men við tíðini er úrvalið økt, sigur Jógvan, sum sjálvur hevur verið í handlinum. - Tíðin hevur gingið heilt øgiliga skjótt og tað kennist als ikki, sum ein hálv øld er farin. Eg havi altíð havt [...] minum á Stangavegnum í Klaksvík. - Tá ið eg var liðugur við realskúlan hugsaði eg um, hvat eg skuldi gera og hvat eg skuldi læra til. Hóast eg hevði góðan hug til at lesa til lækna, varð tað av ongum,
spæliumhvørvið hjá barninum. Kanningin vísti, at tað er í hvussu er hálvt annað barn av hvørjum 20, sum hevur veruligar sansaskipanartrupulleikar. Umframt er ein marginal-bólkur á trý børn afturat. - Kanningin [...] ella um tað er tað viðkvæma og stillføra barnið. Tað skal einki til, at tey falla í fátt og ørkymlast. Er mótburður føla tey, at tey rapla. - Summi teirra hava tørv á sálarfrøðingi, men tað er ein avgjørdur [...] týdning fyri løtuna, sterk ígjøgnum og halda seg til tey. Ein vánalig sansaskipan er tað øvugta. - Nógvar orsakir kunnu vera til, at sansaskipanin ikki er í lagi. Eisini orsakir, ið einki hava við mítt yrkisøki
meg, vera viðfarin eins. Jacob Vestergaard ásannar, at hann hevur góð sambond við ymiskar yrkisbólkar innan okkara fiskivinnu. - Eg spyrji, og eg samskifti, og eg haldi, at hetta er ógvuliga umráðandi [...] til hansara, at hetta er nakar trupulleiki. - Og eg kann vissa Pól Huus Sólstein um, at tað avgjørt ikki er soleiðis, at tey, sum ringja mest, eisini fáa mest burtur úr, um tað er tað, hann hugsar um, sigur [...] tók til. - Nú veit eg ikki, hvat Pól Huus Sólstein hugsar um, og eg haldi, at hann átti at greinað hesi úttalilsi nærri, tá hann førir tey fram. Eg kenni einki til, at neyðugt er hjá vinnuni at kenna mítt
Fuglafirði, har hann hevur familju. Hann er ættaður úr fyrrverandi Jugoslavia og núverandi Kroatia. Hann er føddur í havnabýnum Dobrovnic og er útbúgvin tænari. Tað er sjómanstrúboðarin, Tórleif Johannesen [...] og tí kennir hann seg nú meira sum føroying enn jugoslava. - Tað er deiligt at fáa jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum. Hetta er ein góð siðvenja, sum tit halda fast við. Tað skulu tit hava rós og tøkk [...] - Tað var ein føroyskur skúlalærari, sum bjóðaði einum vini hjá mær - og mær sjálvur - heim til Føroyar at vitja í ein mánað. Vit komu, og higartil er hesin eini mánaðin, sum steðgurin skuldi vara, vorðin
Absalonsen, stjóri í JMA. JMA er ein stytting av navninum á stjóranum, sum í veruleikanum eitur Jógvan Martin Absalonsen, men sum verður kallaður John. Líkt er til, at spanski keyparin er sera væl nøgdur við føroysku [...] vøruna, sum eisini fær sera góð ummælir frá teimum vitjandi. Støðug framleiðsla Tað eru ikki bara sólskinssøgur, ein í dag hoyrir úr Vági. Hóast stjórin á JMA er lítillátin, so er her kortini talan um eitt [...] í smáum, bæði hvat nøgdum og arbeiðsfólki viðvíkti, men í dag eru hesi bæði tølini rættiliga støðug: Talið av arbeiðsfólkum liggur vanliga út ímóti átta, og tað hesi fólkini framleiða er í miðal eini 500
listagreinunum, Tóroddur fæst við, er poesiin 'einkarbarnið', sigur hann, men letur skilja, at ein mynd jú eisini er poesi. List skal bara vera góð Nær er hon tað? - Tá hon er sublim. Líka sum tá eitt heilskapt [...] Onkur religión hevur tó sympatisk trekk - serliga Zen Buddisma Er hon so tað "rætta"? - Tað rætta er, at tú júst spurdi meg, hvat tað rætta er, sigur Tóroddur og hyggur yvir á hin endan á verkinum, har Jesus [...] eru allar líka. Hugsa bara um krimisøgur. Ein krimiyrking hevði kanska verið nakað av tí, um tað endiliga skuldi verið, sigur Tóroddur, sum eisini sjálvur er ein rættiliga kræsin lesari. - Í eini 35 ár havi
sangi ? so hetta var ein góð byrhjan hjá mær at koma á danska marknaðin og seinni kanska á altjóða markanðin. Nú verður arbeitt við at fáa fløguna hjá mær út í Danmark, og longu nú er eisini áhugi fyri at [...] Hansen sigur við portalin, at hann gjørdi alt, hvat hann kundi fyri at vinna, men hann kláraði ikki at vinna Grand Prix Kappingin - Sangurin sum vann var ein rættur grand prix sangur, men tað var mín sangur [...] at fáa meg at spæla runt í Danmark, sigur ein glaður Jens Marni Hansen, sum eisini takkar øllum føroyingunum, sum hava atkvøtt fyri honum. - Hetta var ein stuttlig uppliving, sum eg fái brúkt til nakað
ára gamli Leif Erik Niclasen. Hann er plússaður, og oyruni standa beint út í luftina. Lítli fitti drongurin er í knæbuksum, og sokkarnir fara heilt upp til knøini. Hann er til reiðar at fara í skúla til sín [...] regluliga við sínum vørubili um alt landið. Ikki bara tosa - praktisera Leif Erik Niclasen er trúgvandi maður, og hetta er ein av stóru drívmegunum til hansara sjálvbodnu gerðir. - Tá tú hoyrir eina prædiku frá [...] uppliving, tá hann í sínum vaksna lívi kom framvið einari bensinstøð í Havn. - Ein eldri drongur var í ferð við at plága ein yngri drong. Eingin av teimum vaksnu í bensinstøðini talaði at. Eg vendi mær við
onkursvegna slitnaði. - Tað er ilt at siga akkurát hví og hvat, men ein lína umborð slitnaði, og eg rokni við, at eg havi fingið ein krók í armin, greiðir Hanus Tausen frá. Armurin fór alt fyri eitt at bløða [...] Fríggjadagur 5. oktober 2012 er ein dagur, sum Hanus Tausen, seint fer at gloyma. Hann er stýrimaður umborð á trolaranum Sjagakletti, og fríggjakvøldið fekk hann álvarsaman skaða í armin og skuldi flytast [...] Tausen, sum er úr Hvalba, men er í løtuni innlagdur á Landssjúkrahúsinum. Brádliga bløddi armurin illa Tað byrjaði alt fríggjakvøldið, tá teir umborð á Sjagakletti júst høvdu gjørt eitt hál, og ein endi onkursvegna
kappingina, men tað var eingin góð orsøk til at halda fram, tí eg skuldi renna aftur mikudagin, og tað hevði verið spill av orku at runnið seinasta partin, sigur Bjørk Herup Olsen.?Hvat hevði tú gjørt øðrvísi [...] seg á odda rímiliga tíðliga í kappingini, og hon var fremst í eina góða løtu. Men hon hevði tikið ein ov stóran kjans, tí hon hevði ikki orku at renna heim í somu ferð, sum hon hevði runnið.?Og eftir at [...] høvdið?Og tað kom aftur um brekku, at Bjørk Herup Olsen hevði lagt so nógv fyri.?- Tað var sum at fáa ein hamara í høvdið, ella sum at verða doyvd í øllum kroppinum. Eg hevði misroknað meg, og kreftirnar vóru