- Eg tímdi ikki at sita hendur í favn

Hesi seinastu árini hevur saltfiskavirkið JMA í Vági selt til eina spanska handilsketu. Teir keypa so at siga alla framleiðsluna av saltaðum fiskavørum frá virkinum.

Tað var gamalt at orðið "bacalao" merkir saltfiskur á sponskum máli. Og fer tú til Spanien er lítil ivi um, at tær eydnast at fáa fatur á hesi vøruni á fleiri støðum.
Tú setur teg væl til rættis á matstovuni, og setur tennirnar í henda vælsmakkandi saltfiskin. Men tú hugsar neyvan um, hvagani hann er, ella hvørjar hendur hava drigið henda fiskin úr sjónum og síðani hava arbeitt hann til saltfisk.
Ert tú heppin og fert inn á eina ávísa matstovu í Madrid kanst tú fáa føroyskt framleiddan saltfisk á borðiskin. Tey seinastu mongu árini hevur nevniliga handilsketan "La Casa del Bacalao" keypt fisk frá JMA saltfiskavirkinum í Vági.
-At vit fingu samband við henda spanska keyparan ? tað var mestsum av tilvild, sigur John Absalonsen, stjóri í JMA. JMA er ein stytting av navninum á stjóranum, sum í veruleikanum eitur Jógvan Martin Absalonsen, men sum verður kallaður John.
Líkt er til, at spanski keyparin er sera væl nøgdur við føroysku vøruna, sum eisini fær sera góð ummælir frá teimum vitjandi.

Støðug framleiðsla
Tað eru ikki bara sólskinssøgur, ein í dag hoyrir úr Vági. Hóast stjórin á JMA er lítillátin, so er her kortini talan um eitt viskisfúsið virki sum fór í gongd, tá illa stóð til í Vági fyri skjótt 10 árum síðani.
John Absalonsen varð eisini raktur av arbeiðsloysinum, sum tá rakti Suðuroynna. Men hann vildi ikki sita hendur í favn. Hann vildi vera við til at skapa nakað.
Hann keypti ein bygning á havnalagnum, og byrjað fyrst at salta seyðaskinn. Hetta eydnaðist tó ikki væl, tí júst hetta árið var eitt teirra, har einki fekst fyri seyðaskinnini.
Hann avgjørdi ístaðin at satsa uppá framleiðslu av saltfiski. Væl lá fyri at fáa rávøruna til virkið, tí uppboðssøla var tá komin til Vágs, og hagani kundi hann lættliga fáa hendur á rávøruni.
Byrjað var í smáum, bæði hvat nøgdum og arbeiðsfólki viðvíkti, men í dag eru hesi bæði tølini rættiliga støðug: Talið av arbeiðsfólkum liggur vanliga út ímóti átta, og tað hesi fólkini framleiða er í miðal eini 500 tons um árið.
-Okkurt árið hava nøgdirnar verið minni, meðan tey okkurt árið vóru omanfyri, sigur John Absalonsen við Sosialin.

Í tí smáa
Hóast skiftandi tíðir og skiftandi fiskiskap, er arbeiði so at siga hvønn dag á virkinum. Teir keypa fisk soleiðis, at tað altíð er nóg mikið til arbeiðsfólkið at arbeiða undan.
Arbeitt verður í tí smáa, soleiðis at teir altíð klára at gjalda hvørjum sítt.
-Tað er mangan strævið, men enn hevur tað so gingið. Vit vóna sjálvandi, at vit kunnu halda fram eisini í framtíðini, sigur John.
Teir selja sum nevnt alla framleiðslu sína til áðurnevndu handilsketu í Spanien. Hvussu tað samstarvið kom í lag, er eisini vert at fáa við í hesi samrøðuni.


- Sá lekkurt út
John Absalonsen sigur frá, at sambandið teirra millum hendi mestsum av tilvild, tá ein umboðsmaður frá sponsku ketuni var á vitjan í Vági, nakað eftir at JMA var farið til verka.
Sjálvur var John ikki til staðar, tá vitjað varð á havnalagnum í Vági. Men seinni eydnaðist tað so at fáa fatur á hesum spanska umboðsmanninum.
JMA sendi síðani eina roynd av framleiðsluni til keyparan. Og hann var væl nøgdur og ringdi aftur eftir meiri.
- Hann spurdi, hvussu nógv vit kundu framleiða fyri teir. Og soleiðis kom sambandið í lag, sigur hann.
John var sjálvur í Madrid fyri nøkrum árum síðani, og nýtti tá høvið at vitja eina av hesum matstovunum í spanska høvuðsstaðnum.
Har var alt sett fram og klárt at servera fyri fólki ? kanska omanfyri 100 ymiskar uppskriftir til fiskavørurnar.
-Tað sá ordiliga lekkurt út, sigur John Absalonsen.