- Eg vann í kvøld!

Jens Marni Hansen sigur við portalin, at hann gjørdi alt, hvat hann kundi fyri at vinna, men hann kláraði ikki at vinna Grand Prix Kappingin - Sangurin sum vann var ein rættur grand prix sangur, men tað var mín sangur ikki. Soleiðis sigur Jens Marni Hansen, sum í kvøld var við í donsku Melodi Grand Prix kappingini í Ålborg.

 

Føroyski tónleikarin sigur, at hansara sangur var ein popp-rock sangur.

 

- Eg eri als ikki skuffaður av, at eg ikki vann garnd prixið, men eg vann áhugan hjá teimum stóru framleiðarunum og pr fólkum. ?

 

 

Jens Marni Hansen sigur, at tey stóru í Danmark og svenskir produsarar eru villir við hansara sangi ? so hetta var ein góð byrhjan hjá mær at koma á danska marknaðin og seinni kanska á altjóða markanðin. Nú verður arbeitt við at fáa fløguna hjá mær út í Danmark, og longu nú er eisini áhugi fyri at fáa meg at spæla runt í Danmark, sigur ein glaður Jens Marni Hansen, sum eisini takkar øllum føroyingunum, sum hava atkvøtt fyri honum.

 

- Hetta var ein stuttlig uppliving, sum eg fái brúkt til nakað framyvir, sigur Jens Marni Hansen.