- Eg trúði at eg doyði

- Tað var stormur. Eg spýði í fleiri dagar, og eg trúði, at eg doyði. Men, tað gjørdi eg ikki og fór at trívast á sjónum.

- Tað var ein føroyskur skúlalærari, sum bjóðaði einum vini hjá mær - og mær sjálvur - heim til Føroyar at vitja í ein mánað. Vit komu, og higartil er hesin eini mánaðin, sum steðgurin skuldi vara, vorðin til nærum 30 ár.

 

Tað sigur Drago, sum býr í Fuglafirði, har hann hevur familju. Hann er ættaður úr fyrrverandi Jugoslavia og núverandi Kroatia. Hann er føddur í havnabýnum Dobrovnic og er útbúgvin tænari.

 

Tað er sjómanstrúboðarin, Tórleif Johannesen, sum hevur hitt mannin umborð á Polarhav, sum partrolarar saman við Stjørnuni. Hann hevur fylgt við skipunum - eisini, tá tey vórðu seld, sigur Drago brosandi.

 

- Okkurt skuldi eg gera, tá eg kom til Føroya. Eg arbeiddi fyrsta árið á flakavirki, men so fekk eg hýru við Koralhav. Tað var stormur, og eg spýði í fleiri dagar og trúði, at eg doyði. Men tað gjørdi eg ikki og fór at trívast á sjónum.

 

Drago flutti yvir á Polarhav, tá skipið kom sum nýbygningur í 1990. Í 2004 fór hann umborð á nýggja Polarhav, og her hevur hann verið síðan.

 

- Eg sigli sum kokkur, dekkari og lastamaður - ja, og sum tænari eisini, og tí veit eg ikki, hvat hinir menninir gera umborð, sigur Drago skálkaliga og flennir so hjartaliga.

 

Hann hevur trívist væl í Føroyum, her hann nú hevur búð í skjótt 30 ár. Drago var bert 25 ár, tá hann kom, og tí kennir hann seg nú meira sum føroying enn jugoslava.

 

- Tað er deiligt at fáa jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum. Hetta er ein góð siðvenja, sum tit halda fast við. Tað skulu tit hava rós og tøkk fyri, sigur Drago við sjómanstrúboðaran.