- Eg tími ikki at vera so lekkur

Tað passar honum fínt, at hansara list ger fólk ill, og hann heldur tað vera fantastiskt at hava 10 lesarar. Vit hava hitt listamannin Tórodd Poulsen, sum er ov ærukærur til at fáast við siðbundna list


Tolin boyggir hann seg fram yvir og leggur varliga enn eitt hvítt schweizarabomm á kalda betongólvið. Nú mangla bara nøkur hundrað bomm, til føroyska flaggið í listaverkinum á gólvinum er liðugt.

Listamaðurin Tóroddur Poulsen rættir seg upp og hyggur leitandi yvir móti hurðini

- Nú bíði eg bara eftir kongabommunum, sigur hann og fær sær ein bláan smakk av listaverkinum

- Ella kongsbommunum, eitur tað nokk. Kongabomm? Kongsbomm? Hvat man vera tað rætta?, spyr hann og tyggir orðini eitt sindur.

Sjálvt um Tóroddur Poulsen hevur bygt hetta listaverkið fyrr, helt hann seg ikki kunna brúka somu bommini aftur hesa ferð. Seinast hetta bommverkið ella bommMerkið varð sýnt fram á Tønder Kunstmuseum, skiftu bláu bommini nevniliga lit og gjørdust grøn eftir nøkrum vikum. Og eitt føroyskt flagg við grønari rípu hevði nokk ikki fallið í so góða jørð her heima, grunar listamaðurin.

- Ikki tí, eg havi onki ímóti at provokera. Og fólk mugu eisini gjarna blíva ill um mína list. Eg sigi sum Ingálvur av Reyni, tá fólk hveptu seg við av hansara abstraktu málningum: "Eg tími ikki at vera so lekkur", sigur Tóroddur og hyggur rundan um seg í Listahøllini á Skipasmiðjuni. 



Reglur at bróta

"Lekkurt" er neyvan heldur tað fyrsta, fólk hugsa, tá tey koma inn í hendan meldurin av pappírsbátum, orðum, gøtukustum, bommum, litografium, steinrúgvum, steinprentum, plastikkleikum og enn fleiri orðum og setningum, sum mynda framsýningina hjá Tóroddi Poulsen á Skipasmiðjuni í løtuni. Men hóast framsýningin kann tykjast óruddilig, varnast tú skjótt ein egnan samanhang, sum vísir seg at røkka út í flestu krókar í listarliga heiminum hjá Tóroddi Poulsen.

Eitt nú er tað ikki av tilvild, at hann setur uppá at byggja áðurnevnda flaggið av bommum.

- Bommini líkjast so nógv steinum, summi eru bøllut, onnur fløt og avlong. Eisini tey hálvu ella brotnaðu sleppa uppí, tí so minnir verkið meg um eina steinseting, sigur listamaðurin.

"Steinsetingar" er eisini felags heitið á framsýningini eins og á nýggjasta yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen, har orðini áhaldandi laga nýggjar meiningar í nýggjum skapum.

- Mær dámar so væl steinar, tí tú kanst brúka teir til so nógv. Líka sum við orðum. Tú velur sjálvur, um tú vilt drepa ella oyðileggja við teimum ella brúka teir til at skapa okkurt nýtt. Og so eru teir ofta so flottir eisini. Tað besta, eg veit, er at ganga túrar úti á Kirkjubøreyni, tí har ert tú í heimsins flottasta steinalandslag. Har goymdi eg eisini yrkingar undir steinunum, tá eg var yngri, men sum oftast stjólu huldufólkini tær.

Samanrenningin millum orð og steinar og myndir er ikki nýggj í listini hjá Tóroddi Poulsen, sum longu fyri nøkrum árum síðani hugleiddi soleiðis í einum fyrilestri

»Fyri meg hevur sjálv skriftin altíð verið mynd. Og øvugt. Lærdi eisini nakað tey árini, eg arbeiddi yviri á Grótvirkinum. Um form og materiali. At bora, spreingja, saga, skera, høgga og slípa grót. At gravera nøvn, føði- og deyðsdag í gravsteinarnar. Ja. Gravsteinar eru eisini yrkingar. Grót er eisini mál« 



Fullur innan av orðum

Eisini á hesi framsýningini spæla orð og bókstavir við í myndunum hjá Tóroddi á føti við annað tilfar. Ella øvugt, sum tá krutlitekningar vaksa út úr orðunum í avmyndaðum og størraðum yrkingum.

- Orð eru fantastisk, og so eru tey allastaðni. Eg lurti eftir orðum í útvarpinum og hugsi um, hvussu tey ljóða, hvussu tey síggja út og hvat tey minna meg um. Tað ger heldur onki, um ongin sigur nakað, tí eg havi nokk av orðum innan í mær, sum eg kann brúka til okkurt, sigur listamaðurin, sum heldur føroyska málið vera ómetaliga ríkt.

Tí skilur hann heldur ikki, hví fólk altíð antin grenja um, at føroyskt er so stirvið og torført at stava ella stúra fyri, at ávirkanin útifrá er í ferð við at oyðileggja føroyska málið.

- Øll í mínum ættarliði duga at stava, so tað má vera yngru ættarliðunum, tað er galið við ella mátanum, tey læra at stava. Og jú fleiri mál vit kenna, jú betri duga vit okkara egna, so tað er ikki ávirkanin útifrá, sum oyðileggur føroyska málið. Tað megna vit ríkliga væl sjálvi við at uppfinna ræðulig orð sum 'sjúkrarøktafrøðiskúlanæmingur' ella 'jaligt' og 'neiligt', tí vit eru so bangin fyri orðum, sum lukta eitt sindur útlendsk, sigur Tóroddur, sum ongantíð hevur aftrað seg við at brúka talumál í sínum tekstum.

Kortini heldur hann tað hava stóran týdning, at vit hava ávísar málreglur at halda okkum til.

- Málsligar reglur mugu vit hava. Annars hevði eg ikki kunna brotið tær, staðfestir Tóroddur. 



Kanska eina krimiyrking ...

Sum hann til dømis ger í nýggjastu bók síni Útvølir, har talumál, skaldamál og heimagjørd orð tyrpast á reglunum í eini bók, sum fólk hava kallað alt frá tekstasavn og tankastreymar til endurminningar ella skaldsøgu.

- Útvølir er ein bók. Punktum. Tað eru bara lærarar og skúlanæmingar, sum hava brúk fyri at flokka bøkur í bókasløg eftir ávísum reglum, sigur Tóroddur, sum ongar ætlanir hevur um at at skriva eina traditionella skaldsøgu.

- Tað eri eg ov ærukærur til, sjálvt um tað hevði verið smáting fyri meg at gjørt tað. Traditionellar bøkur eru ræðuligar, tí tær eru allar líka. Hugsa bara um krimisøgur. Ein krimiyrking hevði kanska verið nakað av tí, um tað endiliga skuldi verið, sigur Tóroddur, sum eisini sjálvur er ein rættiliga kræsin lesari.

- Í eini 35 ár havi eg lisið langu yrkingina »Une Saison en Enfer« hjá fraklendinginum Arthur Rimbaud, tí hon virkar nýggj, hvørja ferð eg lesi hana. Bretskar bókmentir siga mær hinvegin lítið, tí tær eru so siðbundnar og sjálvhátíðarligar ofta.

Men hvussu so við amerikanskum bókmentum - eitt nú Jonathan Safran Foer og hansara Extremely loud & Incredibly close, sum brýtur stórt sæð allar reglur fyri, hvussu ein skaldsøga skal síggja út og til endan letur orðini prenta út yvir hvørt annað?

- Tann bókin er fín, tí hon avprøvar allar møguligar stíllegur og fær tað faktiskt at rigga. Eg lesi av forvitni eftir at vita, hvat nýtt hendir innan heimsbókmentir og eitt slíkt stílistiskt eksperiment ger meg listarliga forvitnan.

Sjálvur verður Tóroddur Poulsen ofta mettur at vera ein tann mest eksperimenterandi føroyski listamaðurin og rithøvundin yvirhøvur. At breiða fjøldin ikki altíð heldur eksperimentini vera so lekkur og lokkandi órógvar hann hinvegin ikki.

- Tað er fantastiskt at hava 10 lesarar. Onkur heldur tað vera nokkso lítið, men eg havi ikki kompleksir av tí. Eg hevði onki havt ímóti at havt eina millión lesarar, men tað er eitt sindur farligt, tí so hevði eg fari at hugsa um pengar - yvirhøvur eru pengar farligir.

Hóast lesararnir kanska ikki eru so nógvir, var Tóroddur Poulsen í ár fyri fjórðu ferð í uppskoti til Norðurlanda Bókmentavirðislønina. Spurdur, um ein slík innstilling kennist sum eitt stimbrandi skump at arbeiða víðari sum listamaður, yppir Tóroddur øksl.

- Eg havi ikki brúk fyri skumpum, tí eg kann ikki lata vera við at skapa list. Eg kann ikki lata vera við at anda. Virðislønir og innstillingar kunnu vera hugaligar, men tær koma ikki uppá knøini á gleðini við at sita og skapa eitt listaverk. 



Føroysk kopilist

Meðan prátið snarar inn á íblástur, ásannar Tóroddur Poulsen, at føroysk list ikki inspirerar hann. Til tað heldur hann seg síggja alt ov nógv at tí sama í listini her heima.

- Tað kann hanga saman við, at vit eru so fá. Men sjálvt um Føroyar er eitt lítið land, skulu vit krevja tað sama av okkum sjálvum, sum av einum stórum landi, bæði tá tað ræður um listarligt støði og fjølbroytni. Støddin á landinum kann ikki brúkast sum umbering fyri, at so nógv listafólk gera tað sama, sigur Tóroddur, sum eisini heldur tað vera hugstoytt at síggja góð listafólk mest sum verða køvd í eftirlíkningum.

- Tak til dømis Zacharias Heinesen. Hann má hava nakað óluksáliga nógv persónsnummur eftirhondini, tí alt gongur og kopierar hann. Eitt er at lata seg ávirka, men hatta hermaríið er forkastiligt eftir mínum tykki. Ætlar tú at kalla teg listafólk, má minsta ambitiónin vera, at tú gert títt egna, sigur Tóroddur argur á málinum.

Hvaðani hansara egni íblástur kemur frá, dugir Tóroddur ikki rættiliga at siga. Dreymum ella dulvitinum kanska.

- Jú, avgjørt frá dreymum. Mín eks-dáma var altíð so øvundsjúk, tí eg droymdi so villar og fantastiskar dreymar. Og nú sær tað gudhjálpimær út til at sonurin hjá okkum, Lukas, hevur arvað míni ørligu dreymaevni. Og hann er bara 7 ár, suffar Tóroddur.

Kanska kemur nógv av íblástrinum í grundini frá Lukasi, grunar hann. Børn eru so fesk, so orginal, serliga tá tey siga tingini skeivt. So leggur tú merki til orðini uppá ein nýggjan máta. Og so er tað eisini mátin, tey spyrja uppá, sum tvingar teg til at hugsa um allan heimin av nýggjum, um tú skalt geva eitt erligt svar, heldur Tóroddur. 



Jesus og íspinnarnir

- Nei, ikki veit eg, tú, hvar eg havi tað frá. Eg sigi sum Linda í X Factor: Kanska eg havi tað frá Gudi. Ella kanska frá pápa, sum var sera hittinorðaður ella frá mammu, sum arbeiddi í eini kiosk, fullari av bommum. Eg plagdi at hjálpa henni, helt at bommini vóru so pen og droymdi kanska um einaferð at gera okkurt annað við tey, enn bara at eta tey, sigur Tóroddur og leggur eitt blátt bomm afturat verkinum á gólvinum.

Bláa rondin er nú við at gerast kanturin kring eina sermerkta, brúna bók, sum er annar endin á verkinum. Í bókini hevur Tóroddur kókað tey 10 boðini niður í eitt: "Tú mást ikki telja". Bókina gjørdi hann undir kreppuni, tá føroyingar høvdu úr at gera við at telja, hvussu ofta danir høvdu snýtt okkum.

- Tá var bókin ein heilsan til Ríkisfelagsskapin. Nú er hon bara ein áheitan á okkum øll um at halda uppat at telja syndirnar hjá hvørjum øðrum og ganga og hótta við, at alt kemur fram á Dómadegi.

Trýrt tú uppá dómadag?

- Nei!

Hvat trýrt tú uppá?

- Eitt hægri støði

Í himmalinum?

- Tað kann eg ikki vita, tí eg havi ongantíð verið har, og eg hati alla skipaða religión. Onkur religión hevur tó sympatisk trekk - serliga Zen Buddisma

Er hon so tað "rætta"?

- Tað rætta er, at tú júst spurdi meg, hvat tað rætta er, sigur Tóroddur og hyggur yvir á hin endan á verkinum, har Jesus úr plastikki liggur í lastini á einum gulum lastbili við síðuna av einum templi úr íspinnum.

Hvat nú, um onkur keypir hetta listaverkið?, spyrji eg og hugsi um alt stríðið við at leggja bommini uppá pláss aftur

- Ja, so fái eg eitt problem, tí Lukas eigur íspinnarnar. Og nú hugsa fólk sikkurt: Í jøssus- letur hann virkeliga sonin sleppa at eta so nógvar ísar ...

Hann rættir seg eftir einum eintaki av yrkingasavninum »Steinsetingar«. Av øllum listagreinunum, Tóroddur fæst við, er poesiin 'einkarbarnið', sigur hann, men letur skilja, at ein mynd jú eisini er poesi. List skal bara vera góð

Nær er hon tað?

- Tá hon er sublim. Líka sum tá eitt heilskapt barn kemur út úr mammu síni. Nei, tað kann kanska ikki rættiliga samanberast. Jú, gleðin - gleðin er tann sama