Tað er í Skálavík tað hendir

Stórt grilltreff verður í Skálavík um vikuskiftið, sum Skálavíkar Camping skipar fyri, og her verður nógv ymiskt á skránni, bæði fríggjadagin og leygardagin

 

Tað eru hjúnini, Martin og Hertha Kúrberg, sum reka kampingplássið í Skálavík, og tey reka eisini kampingplássið á Eiði.

 

Fyrstu vognarnir eru langt síðan komnir upp á pláss í Skálavík, og her kann útvegast pláss fyri umleið 50 til 60 vognum, sum allir fáa el og aðrar neyðugar fasilitetir.

 

Nakrir bátar verða eisini við á tiltakinum, og umstøðurnar her eru framúr.

 

Í Skálavík eru bestu umstøður hjá vitjandi – við bæði Café Mølini, undirhúsi við brúsum og wc'um, góðum bátahyli, góðari dyppu-trappu, og her er nú bæði brúsa, sauna, hitapottar og pottur til ísbað.

 

Martin Kúrberg sigur, at fráboðaða tilmeldingarfreistin til grilltreffið er farin, men enn er pláss fyri bæði vognum og bátum til fantastiska og hugnaliga tiltakið í Skálavík.

 

Ein skrá er løgd fyri tiltakið, og skráin fevnir um bæði fríggjadagin og leygardagin, og her verður nógv ymiskt - fyri bæði børnum og vaksnum.

 

Bæði fríggjamorgunin og leygarmorgunin bjóðar Undirhúsið kaffi og túnatos, eins og Café Mølin selur morgunmat.

 

Klokkan 10 báðar dagarnar verður høvi til vælveru á bryggjuni - við sjódypping, sauna, hitapottum og ísbaði.

 

Ymiskar sølubúðir hava opið í neystunum við mati og loppumarknaði, og klokkan 10 - bæði fríggjadag og leygardag - lata eisini hoppiborgirnar upp.

 

Fríggjakvøldið klokkan 18 verður konsert í tjaldinum við Havnar Harmonikufelag, og klokkan 19 bjóðar kommunan suppu í tjaldinum.

 

Felagssangur verður í tjaldinum klokkan 19.30, og her luttekur eisini Havnar Harmonikufelag.

 

Leygardagin verður nógv á skránni í Skálavík, og eitt nú verður fiskikapping í Stórá klokkan 11.30, har vinningar verða latnir fyri størsta síl og størsta fong.

 

Klokkan 13 verður eitt barnatiltak við gyklaranum, Rógva, og klokkan 15 verður sangløta í kirkjuni við Tummasi Thomsen.

 

Ørvaroddar fara at gilla klokkan 17 leygardagin, og her verður høvi at keypa sær ein góðan bita við øllum tilhoyri, og maturin hjá Ørvaroddum er tiltikin!

 

Sámal Ravnsfjall fer at syngja og spæla í tjaldinum leygarkvøldið klokkan 19, og klokkan 20.30 verður tað Steintór Rasmussen.

 

Tá konsertin hjá Steintóri er liðug, verður tað sangur og harmonikutónar í tjaldinum - fyri rest, sum fyrireikararnir málbera seg. 

 

Øll eru vælkomin at vitja í Skálavík um vikuskiftið - í kampingvogni, báti ella bili. 

 

- Eru tað fólk, sum ikki hava teknað seg, men sum framvegis hava hug at verða við, kann ringjast á tlf. 517300 ella á tlf. 717300, sigur Martin Kúrberg.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##