at koma longur fram, tí tú fært einki burturúr at seta teg at stara í eitt nei. Tú steðgar upp, um tú gert tað. Tú mást bara leypa avstað, halda høvdið kalt og gera tað, sum tú vilt. Lokkandi sáttmálar [...] spyrji teir, hvat teir eru í gongd við í løtuni. Filip greiðir víðari frá um, hvat fer at koma næst. - Í vikuskiftinum skulu vit spæla í Århus Pakhus og á Nordklang Festival í Sveis. Í apríl skulu vit til Danmarkar [...] - Vit hava nógv jørn í eldinum í løtuni og fara at leggja alla orku í at fáa okkara tónleik út til fólk. Eg brúki nógva tíð uppá at fáa samband við fólk runt í heiminum, sum eru í tónleikavinnuni, at sleppa
sum kann sissa seg. - Tú kanst enda við at gera álvarsligan skaða á teg sjálvan. Tú kanst enntá fara so langt, at tú kanst gera av við teg sjálvan. Í Vikuskiftis Sosialinum kanst tú lesa alla samrøðuna við [...] telefonlinja er, sum er ætlað fólkum í hansara støðu. Hann saknar eina telefontænastu, har serkøn fólk eru tøk at vegleiða persóninum hinumegin hornið alt samdøgrið. - Um tú hevur tunglyndi, og niðurtúrarnir blíva [...] blíva nóg ringir, kanst tú væl fáa sjálvmorðstankar. Og um tú hevur sjálvmorðstankar uttan at hava nakran at ringja til, so er tað nokkso álvarsligt. Tí er tað umráðandi at hava eina akutta telefonhjálp
sum Gud hevur fyri sínum børnum, bæði í ringum døgum og í teimum vándu. Saman við góðum tónleiki stemmar alt fólkið í at syngja vælkendu orðini: - Hildin trygt tá meg hótta álop vond. Hildin trygt í Guds [...] Hetta eru alt gávur sum tú ikki á nakran hátt kanst píska upp í tær sjálvari. Hetta eru alt gávur, sum tú hevur fingið frá Heilaga andanum. - Bið Gud um skapa hesar gávurnar av nýggjum í tær. Tað gjørdi eg [...] okkara. Hann vil hjálpa tær í tínum tørvi, eins væl og hann gjørdi tað í okkara lívi. - Hevur tú tí tung ting at stríðast við, legg tað fram fyri Hann. Hann vil hjálpa tær í rættari tíð, endaði Gracia boðskap
Tað kunnu føroyingar hugsa um í framtíðini. Umráðandi var ikki at ræða oljufeløgini, og man kann altíð broyta lógir aftaná, um tað er neyðugt, men finnið oljuna fyrst. Í dag, nú treytirnar eru meira ella [...] kann gera tað sera tiltrekkjandi sæð frá einum skattasjónarmiði. Føroyingar eru ikki bundnir at krøvum frá ES. -Finna tit nakað, so er tað fantastiskt. Tað skal so lítið til í Føroyum, og tí mugu vit ikki [...] vit mugu ikki gloyma, at føroyskur sjógvur er tann mest vandamikli í verðini, her er tjúkt basalt, her er djúpt og dýrt at leita. Ger tú tað uppaftur truplari við at at áseta høgar serskattir ol. so er bara
búgva í Føroyum. Tað er ikki rætt. Her hevur tú møguleikan at gera mun, og tú kann sanniliga hava eina spennandi yrkisleið og ein innihaldsríkan gerandisdag í Føroyum. Tað stinkar ikki at vera í Føroyum [...] Tá eri eg ein errin føroyingur, endar Heini í Skorini. FAKTA: Heini í Skorini er 28 ár. Hann er føddur og uppvaksin í Havn. Umframt í Føroyum, hevur hann búð í Danmark, Ísrael og Suðurafrika. Hann er freelance [...] samgongan fer at seta í verk eftir ársskiftið, hevur fleiri ferðir verið tikið fram á tingsins røðarapalli sum eitt dømi um, at føroyska samfelagið hevur ongan áhuga í akademikarum. Í hesum førinum vístu
rdystirnar í heyst. René Tórgarð. Ársins málverji, vísti stórspæl í 0-1-tapinum ímóti Italia í fjør og hevur latið fæst mál inn í Effodeildini í ár. Hví hevur tú heldur valt ein, sum hevur latið triðflest [...] bóltin, sigur hann. Sjálvur hevur Lars Olsen sæð umleið 25 dystir í Effodeildini í ár, og talið er nakað tað sama tá ið tað umræður dystir hjá føroysku leikarunum uttanlands. - Í nógvum dystum havi eg verið [...] gjørdi tað framúr í La Manga. Hann er ungur, hann er framtíðin og hevur góða stødd. Hann spælir á einum øðrum liði enn René Tórgarð, men hann hevur gjørt tað gott í dystunum, sum eg havi sæð - eisini á U2
arbeiða í. Við hølunum í Hoydølum verður lættari at framleiða verk, sum fyrr hava verið problematisk at framleitt undir øðrum umstøðum. - Tað hevur nógv at siga, um tú hevur eitt stað, har tú regluliga [...] Í dag gjørdist greitt, at Listafólkasamband Føroya og Tjóðsavn Føroya fara at húsast í Hoydølum í framtíðini. Mentamálaráðið sendi í fjør eina hugskotskapping út um, hvat Hoydalar skuldi brúkast til, tá [...] tí. Bæði í savnspartinum og í listapartinum, sigur ein væl nøgd Marita S. Dalsgaard. Listafólkasamband Føroya og Tjóðsavnið skulu semjast um, hvussu tey saman fara at innrætta seg í bygningunum í Hoydølum
eftir eina løtu á súkkluni fekk trupulleikar við mjødnini. - Fyrr í ár luttók eg í einum hálvum ironman í Aalborg, og tá fekk eg eisini pínu í mjødnina, meðan eg súkklaði, so mann kann siga, at eg var fyrireikaður [...] gamli David úr Havn hevði sett sær seinasta sunnudag, tá ein kapping í ironman varð hildin seinasta sunnudag í Keypmannahavn. Við í kappingini, sum hevði heitið Copenhagen Challenge Race, vóru útvið 2000 [...] við í einum triathlonfelagi í Keypmannahavn. So eg helt, at eg skuldi royna, sigur David, ið heldur seg hava upplivað fleiri fyrimunir við venjingini. Umframt at hava fingið meira orku og yvirskot í ge
óvanlig sjón, ið møtti Bjørn Patursson, bóndanum í Koltri, tá hann í gjár gekk ein túr í haganum fyri at vita hvussu gekst við lembingini. - Tá eg var í haganum helt eg meg síggja eina ær sum hevði lembt [...] komu higar í 1994, skrivar bóndin á facebook-síðuni hjá garðinum. Ein slík óvanlig hending á oynni mátti tá váttast, so heimkomin fór bóndin avstað aftur, fyri at vissa sær, at hann hevði sæð rætt. - Eftir [...] Bjørn Patursson fyri løtu síðani, upplýsti hann, at ærin ikki hevur fingið nakað serligt fóður. - Hetta kann henda, men tað er óvanligt í einum slíkum haga. Her er einki seyðahús, har seyðurin kann kroka
Eg trúgvi, at tað eru ógvuliga fáir ísfiskatrolarar, sum hava avlop í rakstrinum í løtuni, og eg veit ikki, um tað nakrantíð hevur sæð so svart út hjá ísfiskatrolarunum yvirhøvur, leggur Tummas aftrat. [...] matvøruprísum annars. - Vit fáa í mesta lagi 4,75 krónur kilo fyri tann besta og størsta upsan, og tað merkir, at skal nakar sum helst samanhangur vera í rakstrinum, er neyðugt, at tú fært nógvan og góðan fisk [...] umborð á skipum í føroyskum sjógvi, og heldur ikki lata politikararnir marknaðarmekanismuna við sølu av fiski ráða. - Tú kanst kryvja og avhøvda fiskin umborð – og so ikki meira. Skerir tú stertin av ella