- Har er eingin sum eg kann ringja til

- Um tú hevur sjálvmorðstankar uttan at hava nakran at ringja til, so er tað nokkso álvarsligt, sigur ein ungur maður, sum saknar eina bráðfeingis telefontænastu at hjálpa sær við sínum sálarligu avbjóðingum

- Har er eingin, sum eg kann ringja til, tá eg havi depressivar niðurtúrar, ella um eg fái eitt óttaherðindi. Eg má bara bíða í tveir tímar, inntil tað er runnið av aftur.

Soleiðis sigur ein ungur maður, sum hevur fýra sálarligar diagnosur - eitt nú angist og tunglyndi. 

Ungi maðurin skilir ikki, hví eingin bráðfeingis telefonlinja er, sum er ætlað fólkum í hansara støðu. Hann saknar eina telefontænastu, har serkøn fólk eru tøk at vegleiða persóninum hinumegin hornið alt samdøgrið. 

- Um tú hevur tunglyndi, og niðurtúrarnir blíva nóg ringir, kanst tú væl fáa sjálvmorðstankar. Og um tú hevur sjálvmorðstankar uttan at hava nakran at ringja til, so er tað nokkso álvarsligt. Tí er tað umráðandi at hava eina akutta telefonhjálp, sigur hann og vísir á vandan við ikki at hava nakran at tosa við, sum kann sissa seg. 

- Tú kanst enda við at gera álvarsligan skaða á teg sjálvan. Tú kanst enntá fara so langt, at tú kanst gera av við teg sjálvan.

Í Vikuskiftis Sosialinum kanst tú lesa alla samrøðuna við unga mannin, sum ynskir at vera dulnevndur.