hvørt ár. ? Til tess at nøkta tørvin á heilsuhjálparum í staðin fyri tey, sum fara úr skipanini, skulu 2 flokkar takast upp á hvørjum ári. Roknað er við, at helvtin av teimum, sum hava lokið heilsuhjálpar [...] gvingina fara víðari til heilsurøktaraútbúgvingina, og skal sostatt 1 flokkur takast upp hvørt 1 1/2 ár. Samanlagt vera vanliga sostatt 3 flokkar undir útbúgving um árið. Við tað, at skúlagongdin er 1/3 [...] víðari verður mælt til, at fyrsti uppskúlingarflokkur í fyrsta lagi verður tikin upp í januar 2000, m.a. av tí at tað er umráðandi at fáa vanligu útbúgvingina í gongd og í nøkurlunda skipaðar karmar, áðrenn
hevur ætlanir at nýtta knappar 5 mió. kr. til at stuðla kommununum í at keypa uml. 1.200 til 1.400 teldur tey næstu 2 árini. Henda upphædd verður ikki ávirkað av ætlanum um, at lata fólkaskúlarnar fáa dagførdu [...] sum er mannað við fólkum úr øllum aðalstýrunum, ið hava serligan kunnleika til KT. ? KT-forum hevur m.a. til uppgávu at verða ráðgevandi í KT málum hjá stýrunum. KT-forum metir síðani um innkomnu teldurnar [...] sett í verk ? í 1998, 1999 og 2000 ? sum skal stuðla undir soleiðis, at fólkaskúlarnir fáa einar 1.200 til 1.400 teldur til gott 7.000 næmingar. Gongur henda ætlan út, verða føroysku fólkaskúlarnir fult
Ólavur Hátún, ið hevur havt málið um Tórsvøll frammi í fjølmiðlunum, legði fyri á fundinum. Hann gav m.ø. kreppuárunum skuldina fyri mosagróna jarðarbenið Uppi á Hálsi, og legði afturat, at tey vóru mong [...] ætlan eru allir ítróttarbólkar havdir í huga. Kostnaðurin er mettur til góðar 26 milliónir krónur. Í 2. byggistigi er ætlanin at gera høli undir áskoðaraplássunum á vestara vongi, ið skulu hýsa ymsum felagslívi [...] tað er alneyðugt, tí okkara útrokningar siga, at Grunnurin ikki er mentur at bera størri skuld enn 2 milliónir krónur, segði hann. Hvussu nógv tað kostar at flyta áskoðaraplássini visti Poul ikki at siga
kenda stuttleikapartin Codonas Amusement Park - stuttleiki fyri bæði børn og vaksin. Við sínum uml. 200.000 íbúgvum er Aberdeen ein lívligur býur við einum virknum havnalag, bæði innan fiskarí og oljuvinnu [...] Miðaldargøturnar í Old Town eru sera forvitnisligar at kanna, meðan húsini í New Town, sum bert eru uml. 200 ára gomul, eru meira elegant. Fyri tann vitjandi er nógv bæði at gera og síggja í Edinburgh. Frá teimum [...] eisini stórsligin náttúra, skógvaksin fjøll og vakrir dalar, whiskey framleiðsla, Edinburgh Tatoo o.m.a. Og alt er lætt at koma til við bussi ella tok. Innivistini eru mong og ymisk bæði í bý og bygd. Frá
Svangaskarði 15. mai 200 m menn 1. Hallgrím HansenTórshavn25,2 sek. 2. Rúni PetersenTórshavn28,2 sek. 3. Jón EllingsgaardTórshavn31,1 sek. 1500 m menn 1. Sølvi R. HansenRoysnið4.40,9 min. 2. Rúni H. OlsenBragdið4 [...] min. 1500 m kvinnur 1. Sunnuvá BjarnasteinBragdið5.15,3 min. 2. Jana JacobsenMiðvágur5.29,1 min. 3000 m kvinnur 1. Rigmor N. JoensenBragdið11.38,8 min. Kúluvarp menn 1. Poul GuttesenHoyvík11,47 m (10,81 [...] Ingibjørg PoulsenBragdið10,67 m (9,81 ? 10,19 ? 10,10 ? 10,29 ? 10,67) 2. Randi KúrbergBragdið8,23 m (7,44 ? 7,55 ? 7,78 ? 8,23 ? 7,40) Í 1500 m renning hjá kvinnum slóg Sunnuvá Bjarnastein tíggju ára
nevnast 200 m im í árg. 81/82, har Kristoffur Hentze og Bogi Lenvig blivu ávikavist nr. 1 og 2, umframt 50 m frí í opnum bólki, sum Eivind Eysturoy vann. Kappingarnar leygardagin endaðu við eini 10x50 m fríari [...] og 2 á 4x100 m blandað. 1500 m frísvimjing hjá dreingjum er um at gerast ein av sterkastu greinunum hjá Havnar Svimjifelag. Bogi Lenvig vann hesa kappingina í árg. 81/82, Høgni Jacobsen bleiv nr. 2 í árg [...] kapping. Atli B. Andreassen vann seinni henda dagin 200 m firvald í árg. 83/84, og í somu kapping bleiv Heini Harryson nr. 2 í árg. 81/82. Sólvá Dam vann 100 m firvald í árg. 83/84, og hálvan tíma seinni var
Roknskapurin hjá Realkreditstovninum varð almannakunngjørdur fyri kortum, og har stendur m.a. at lesa, at stovnurin hevði eitt avlop uppá knappar 30 mió. krónur seinasta roknskaparár. Hetta er umleið 18 [...] áleið sum tær vóru árið frammanundan. Samlaðu rentuinntøkurnar hjá stovninum í fjør vóru tí góðar 24,2 mió. móti 24,6 mió. í fyrraárið. Útreiðslurnar hjá stovninum eru hinvegin hækkaðar eitt vet. Knappar [...] siga, at tað gongur heldur striltið hjá stovninum at fáa »kundar« til teir pengarnar, sum eru tøkir. 200 mió á veg út Men tað sær tó út til at ein broyting er á veg á hesum øki. Í roknskaparárinum, sum júst
við í finaluni í 200 m ryggsvimjing. Kristian Martin gjørdist nr. 5 við tíðini 2.14,62 og Heini Harryson nr. 6 við tíðini 2.15,25. Vinnari gjørdist Dane Harrop frá Isle of Man við tíðini 2.08,71. Kristoffur [...] Jacobsen og Eivind Eysturoy svumu eisini í liðkappingini 4x100 m blandað. Heini Harryson legði fyri við ryggsvimjingini og lá sum nr. 4, tá Asbjør2n Hansen leyp á bláman at svimja bringu. Tað eydnaðist Asbjørn [...] eg ikki droymt um, segði ein fegin Eivind Eysturoy, tá hann og Dia Jacobsen høvdu vunnið gull í 50 m firvaldasvimjing. ? Eg koyrdi kaldur beint áðrenn málið, men tað var bara at bíta tenninar saman og
Sørensen úr Treystinum lá sum nr. 2 við 160 stigum. Hjá kvinnunum lá Sunnuvá Bjarnastein úr Bragdinum á odda við 120 stigum og Rigmor N. Joensen eisini úr Bragdinum lá sum nr. 2 við 102 stigum. Kappingin hjá [...] við vestanstevnuna í Sandavági. Runnið var í 8 bólkum Tey yngstu børnini (1992 og seinni) runnu 290 m. Børnini í vóru fødd ímilum 1991 og 1985 runnu 1,4 km og tey vaksnu runnu 5,8 km. Kappingin hjá teimum [...] Guttorm Sørensen framman fyri Rúna H. Olsen. Sostatt legði Guttorm seg á odda í samlaðu kappingini við 200 stigum, meðan Rúni H. Olsen er tvey stig aftan fyri við 198 stigum. Hjá kvinnunum økti Sunnuvá um munin
tilsamans 285.000 tons fyri 2,3 milliardir. Í 1997 útfluttu vit tilsamans 292.000 tons av ymsum vørum fyri 2,5 milliardir. Og í 1998 útfluttu vit 283.000 tons av ymsum vørum fyri stívliga 2,8 milliardir. Verður [...] 105,3 milliónir. Tilgjørdur fiskur, m.a. royktur fiskur, er minkaður úr 798 tonsum í jan-mai 1998, niður í 603 tons í sama tíðarskeiði í ár og í virðið er minkingin 2%, tvs úr 21,9 milliónum, niður í 21 [...] vørum fyri stívliga 1,1 milliard. Men sama tíðarskeið í ár hava vit útflutt 94.000 tons fyri stívliga 1,2 milliard. Tað er útflutningur av ymsum vørum, sum talan her er um, tvs, at skip eru ikki tald uppí.