? Eg visti, at vit vóru rættiliga tættir tá vit nærkaðust málinum, men at tað skuldi gerast so tætt, hevði eg ikki droymt um, segði ein fegin Eivind Eysturoy, tá hann og Dia Jacobsen høvdu vunnið gull í 50 m firvaldasvimjing.
? Eg koyrdi kaldur beint áðrenn málið, men tað var bara at bíta tenninar saman og halda út til málið, sigur ein ovurfegin Dia Jacobsen. -Nú fekk eg endiliga gjørt gott aftur tað, sum vit av misgávum mistu í gjárkvøldið.
? Hjá mær passaði alt sera væl í hesari kappingini, síðsta takið passaði júst so, at eg fekk sum mest burturúr, tá vit nærkaðust málinum, og tað var tað sum í síðsta enda var við at tryggja mær gullið saman við Dia, sigur Eivind.
Frøði
Frøðin var ovurhonds, og bæði Dia og Eivind kappast um at siga frá um sera spennandi kappingina, sum teir júst hava verið høvuðspersónar í.
Í innleiðandi umfarinum mikumorgunin svam Eivind Eysturoy við bestu tíðini (26,79) og Dia Jacobsen við næstbestu tíðini (27,02), so teir lógu í finaluni á miðbanunum, 3 og 4.
Í finaluni svumu teir báðir teinin upp á 26,81 sek. framman fyri David Russel frá Isle of Wight, sum hevði tíðina 26,97.
Bronsu í liðkappingini
Heini Harryson, Asbjørn Hansen, Dia Jacobsen og Eivind Eysturoy svumu eisini í liðkappingini 4x100 m blandað.
Heini Harryson legði fyri við ryggsvimjingini og lá sum nr. 4, tá Asbjør2n Hansen leyp á bláman at svimja bringu. Tað eydnaðist Asbjørn at koma fram um Guernsey, so tá Dia Jacobsen fór at svimja firvald lógu Føroyar á 3. plássi. Dia helt støðuna, og somuleiðis gjørdi Eivind Eysturoy, sum svam crawl.
Isle of Man vann gull við tíðini 4.00,45, Isle of Wight vann silvur við tíðini 4.00,87 og Føroyar fóru av stað við bronsuni við tíðini 4.02,27.
Hinar finalurnar
Kristian Martin Joensen og Heini Harryson vóru eisini við í finaluni í 200 m ryggsvimjing.
Kristian Martin gjørdist nr. 5 við tíðini 2.14,62 og Heini Harryson nr. 6 við tíðini 2.15,25. Vinnari gjørdist Dane Harrop frá Isle of Man við tíðini 2.08,71.
Kristoffur Hentze hevði eisini kvalifiserað seg til finaluna í 100 m frí, og her gjørdist hann nr. 5 við tíðini 55,05.