Skipað var fyri kapprenning í samband við vestanstevnuna í Sandavági. Runnið var í 8 bólkum
Tey yngstu børnini (1992 og seinni) runnu 290 m. Børnini í vóru fødd ímilum 1991 og 1985 runnu 1,4 km og tey vaksnu runnu 5,8 km. Kappingin hjá teimum vaksnu var partur av Grand Prix renningini sum Deildin fyri frælsan ítrótt skipar fyri. Undirtøkan var stór og í alt vóru 67 luttakarar og harafturat vóru nógv fólk komin at hyggja at. Runni var runt í bygdini.
Undan hesi kappingini lá Rúni H. Olsen úr Bragdinum á odda hjá monnunum við 164 stigum meðan Guttorm Sørensen úr Treystinum lá sum nr. 2 við 160 stigum. Hjá kvinnunum lá Sunnuvá Bjarnastein úr Bragdinum á odda við 120 stigum og Rigmor N. Joensen eisini úr Bragdinum lá sum nr. 2 við 102 stigum.
Kappingin hjá monnum bleiv vunnin av Guttorm Sørensen framman fyri Rúna H. Olsen. Sostatt legði Guttorm seg á odda í samlaðu kappingini við 200 stigum, meðan Rúni H. Olsen er tvey stig aftan fyri við 198 stigum.
Hjá kvinnunum økti Sunnuvá um munin í samlaðu kappingini við at vinna frammanfyri Rigmor. Sunnuvá hevur undan síðsta umfarið í Grand Prix renningini 160 stig meðan Rigmor er nr. 2 við 136 stigum.
Næsta kapping innan frælsan ítrótt verður komandi vikuskifti tá Bragdið úr Havn skipar fyri Føroya Meistaraheiti í diskos kast og spjót kast. Kappingin gongur fyri seg á kastivøllinum við Eysturskúlan í Tórshavn. Diskoskappingin byrjar kl. 14.00 og spjótkappingini ca. kl. 15.00.