Heilsuútbúgvingar longu í ár

Mælt verður til bert at taka 1 flokk upp til heilsuhjálparaútbúgvingina hetta fyrsta árið (skúlaárið 1999/2000) og somuleiðis bert at taka 1 flokk av umsøkjarum, sum frammanundan lúka upptøkukrøvini, upp til heilsurøktaraútbúgvingina. Signar á Brúnni hevur lagt uppskot fram um almanna- og heilsuútbúgvingar í Føroyum

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Signar á brúnni, at eingin føroysk lóggáva er nakrantíð sett í gildi um almanna- og heilsuútbúgvingar. Tey fólk, sum hava nomið útbúgving á hesum øki, hava verið á skúla í Danmark, og har tikið útbúgvingina eftir galdandi donskum útbúgvingarreglum. Tó hevur verið skipað fyri skeiði o.ø. í Føroyum.

? Í 1991 settu danir í gildi nýggja lóg um grundleggjandi almanna- og heilsuútbúgvingar. Tað er við støði í hesi útbúgvingarskipan, at uppskotið um eina føroyska lóg um almanna- og heilsuútbúgvingar er gjørt.

Og víðari sigur Signar á Brúnni, at í teimum yvirskipaðu málsetningunum fyri menningina í almanna- og heilsuverkinum verður tosað um tørvin á breiðum førleika, minking av fakmørkum og ynski um, at almanna- og heilsuútbúgvingarnar eru ein samanhangandi útbúgvingarskipan og harvið liður í tilboðunum um vinnurættaða útbúgving.

? Stuðuls-, røktar- og umsorganarøkið fevnir um eitt so stórt útbúgvingar- og arbeiðsøki, at tað verður mett at vera grundarlag fyri eini sjálvstøðugari útbúgvingarskipan á jøvnum føti við aðrar útbúgvingarskipanir.


Fara og koma

Lógaruppskotið um heilsuhjálparaútbúgving og heilsurøktaraútbúgving førir við sær eina umlegging av útbúgvingunum á stuðuls-, røktar- og umsorganarøkinum, hvørs endamál er at byggja upp samanhangandi útbúgvingar í staðin fyri allar tær núverandi einstøku útbúgvingarnar, sum ikki eru samskipaðar.

Og landsstrýrimaðurin metir, at umleið 600 fólk hava útbúgving/skeið á umrødda øki. Verður roknað við, at starvstíðin er 40 ár, fara eini 15 fólk úr skipanini hvørt ár. Haraftrat kann roknast við, at eins nógv fara úr skipanini á annan hátt (vegna sjúku ella fara í annað starv o.s.fr.), soleiðis at umleið 30 fólk tilsamans fara úr skipanini hvørt ár.

? Til tess at nøkta tørvin á heilsuhjálparum í staðin fyri tey, sum fara úr skipanini, skulu 2 flokkar takast upp á hvørjum ári. Roknað er við, at helvtin av teimum, sum hava lokið heilsuhjálparaútbúgvingina fara víðari til heilsurøktaraútbúgvingina, og skal sostatt 1 flokkur takast upp hvørt 1 1/2 ár. Samanlagt vera vanliga sostatt 3 flokkar undir útbúgving um árið. Við tað, at skúlagongdin er 1/3 av samlaðu útbúgvingartíðini, svarar hetta til, at 1 flokkur er í miðal í skúla alt árið.


1 flokk

Mælt verður til bert at taka 1 flokk upp til heilsuhjálparaútbúgvingina hetta fyrsta árið (skúlaárið 1999/2000) og somuleiðis bert at taka 1 flokk av umsøkjarum, sum frammanundan lúka upptøkukrøvini, upp til heilsurøktaraútbúgvingina. Umframt vanligu útbúgvingarskipanina kunnu verandi starvsfólk, sum annaðhvørt hava útbúgving/skeið ella royndir, verða tikin upp til útbúgving eftir einari uppskúlingarskipan. Talan kann verða um eini 300 fólk. Miðal skúlagongdin er roknað til 15 vikur.

Og víðari verður mælt til, at fyrsti uppskúlingarflokkur í fyrsta lagi verður tikin upp í januar 2000, m.a. av tí at tað er umráðandi at fáa vanligu útbúgvingina í gongd og í nøkurlunda skipaðar karmar, áðrenn farið verður undir uppskúlingarskipanina.


Útreiðslurnar

Samlaðu útreiðslurnar í verandi fíggjarári (1999) verða mettar av landsstýrismanninum til kr. 335.000. Harumframt koma umleið kr. 200.000 til útgerð, og útreiðslurnar til 1 starvsfólk (frá seinnu helvt av 1999), ístandsetan og klárgering verða mettar til kr. 250.000. Útreiðslurnar til útbúgvingarráðið verða mettar til uml. kr. 20.000 í 1999. Samlaðar útreiðslur í 1999 verða sostatt kr. 815.000. Henda upphædd er ikki sett av á Løgtingsins Fíggjarlóg fyri 1999.

Tær árligu útreiðslurnar í fíggjarárinum 2000 og frameftir verða kr. 1.825.000, verður upplýst í uppskotinum hjá Signari á Brúnni, sum var til 1. viðgerð í gjár.