Higartil í ár hava vit útflutt nógv minni enn vit høvdu gjørt um somu tíð í fjør.
Men samstundis hava vit fingið nógv meiri fyri tað, sum vit hava útflutt.
Tey nýggjastu tølini hjá Hagtsovuni yvir útflutning okkara, vísa, at fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár er útflutningur okkara minkaður heili 10% í nøgd.
Men samstundis er hann hækkaður heili 9% í virði.
Sostatt hava vit í ár fingið nógv meiri fyri tað, vit hava útflutt í ár.
Yvirlitið hjá Hagstovuni vísir, at í tíðini januar til mai í fjør útfluttu vit sløk 105.000 tons av ymsum vørum fyri stívliga 1,1 milliard.
Men sama tíðarskeið í ár hava vit útflutt 94.000 tons fyri stívliga 1,2 milliard.
Tað er útflutningur av ymsum vørum, sum talan her er um, tvs, at skip eru ikki tald uppí.
Sostatt er útflutningurin vaksin 9% í virði, hóast hann er minkaður 10% í nøgd.
Í 1996 útfluttu vit tilsamans 285.000 tons fyri 2,3 milliardir.
Í 1997 útfluttu vit tilsamans 292.000 tons av ymsum vørum fyri 2,5 milliardir.
Og í 1998 útfluttu vit 283.000 tons av ymsum vørum fyri stívliga 2,8 milliardir.
Verður so tíðarskeiðið frá januar til mai tikið undir einum hesi árini, vísir tað seg, at fimm teir fyrstu mánaðirnar í 1997 vaks útflutningurin 2% í nøgd afturímóti 1996, men hann vaks 8% í virði.
Fimm teir fyrstu mánað-irnar í 1998 minkaði útflutningurin 3% í nøgd afturímóti 1997, men hann vaks heili 14% í virði.
Og í ár er sum agt sama gongdin við tað, at útflutningurin er fallin 10% í nøgd fimm teir fyrstu mánaðirnar, men samstundis er hann hækkaður 9% í virði.
Hendan gongdin vísir, at seinastu árini hava vit alsamt fingið meiri og meiri fyri hvørt kilo, vit hava útflutt.
Laksur, síl og saltfiskur
Ikki óvæntað er nógv tann størsti útflutningurin fiskur og úrdráttir úr fiski.
Og ikki minst er tað alingin sum ger, at føroyski útflutingurin hevur gjørt eitt so stórt lop uppeftir.
Í tíðarskeiðnum januar til mai 1999 er útflutningurin av laksi og síli hækkaður heili 82% í nøgd.
Fyrstu fimm mánaðir í ár útfluttu vit 5.500 tons av síli og laksi, men fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár er útflutningurin vaksin heilt upp í góð 10.000 tons.
Samstundis er útflutningurin av laksi og síli hækkað 77% í virði fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør.
Í tíðini januar til mai í fjør var virðið av teimum 5.500 tosnunum, vit útfluttu av síli og laksi 138 milliónir. Hinvegin var virðið av teimum gott 10.000 tonsunum, vit hava útflutt higartil í ár 244 milliónir.
Í 1996 útfluttu vit 12.500 tons av síli og laksi fyri 290 milliónir. Í 1997 útfluttu vit 17.000 tons fyri 402 milliónir.
Men í fjør minkaði útflutningurin aftur niður í 13.600 tons fyri 311 milliónir.
Somuleiðis er útflutningurin av saltfiski munandi vaksin higartil í ár, afturímóti í fjør.
Fyrstu fimm mánaðirnar í ár útfluttu vit 5.900 tons av saltfiski, afturímóti 5.000 somu tíð í fjør.
Tað er ein vøkstur uppá 18%.
Men samstundis er prísurin á saltfiski munandi hækkaður. Tí hóast vøksturin er bara 18% í nøgd, er hann heili 39% í virði.
Fyri tey 5000 tonsini, vit útfluttu fimm teir fyrstu mánaðirnar í fjør, fingu vit 150 milliónir. Men fyri tey 5.900 tonsini, vit hava útflutt til í mai í ár, hava vit fingið 208 milliónir.
Í 1996 útfluttu vit 12.700 tons av saltfiski fyri 287 milliónir.
Í 1997 útfluttu vit 12.800 tons fyri 302 milliónir.
Og í 1998 útfluttu vit 11.800 tons av saltfiski fyri 363 milliónir.
Nógv minni av óvirkaðum fiski
Annars vísa tey feskastu hagtølini, at útflutningurin av øðrum fiskavørum er minkaður, ella mestsum stendur ístað.
Ikki minst er útflutningurin av óvirkaðum fiski munandi fallin.
Fimm teir fyrstu mána-irnar í ár útfluttu vit 20.200 tons av ísaðum og frystum fiski fyri 153 milliónir krónur.
Hetta er væl minni enn fimm teir fyrstu mánaðirnar í fjør, tá ið vit útfluttu 25.000 tons av ísaðum og frystum fiski fyri 212 milliónir.
Sosatt er nøgdin minkað 18% fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør, men virðið er minkað 28%.
Hendan gongdin vísir eisini, at tað loysir seg ikki so væl at senda fisk óvirkaðan av landinum, tí alt í alt er prísurin fallin.
Annars stendur útflutningurin av ísaðum og frystum fløkum ístað. Tvs, at hann er minkaður 900 tons í nøgd fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár, men virðið er kortini hækkað 800.000 krónur.
Útflutningurin av rækjum og skeljum er minkaður 8% fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár, aftur ímóti í fjør, úr 3.455 tonsum í fjør, niður í 3,191 tonsum í ár.
Men í virðið er hann vaksin 7%, úr 97,5 milliónum, upp í 105,3 milliónir.
Tilgjørdur fiskur, m.a. royktur fiskur, er minkaður úr 798 tonsum í jan-mai 1998, niður í 603 tons í sama tíðarskeiði í ár og í virðið er minkingin 2%, tvs úr 21,9 milliónum, niður í 21,4 milliónir.