Skotland, okkara næsti granni, sum bert liggur 1 tíma við flogfari frá Føroyum, er eitt vælumtókt frítíðarstað fyri føroyingar. Serliga eru tað teir tríggir býirnir Aberdeen, Glasgow og Edinburgh sum hava stóran áhuga hjá fólki. Náttúran og mentanin kunnu sýnast ymisk frá okkara, men gjøgnum árhundrað hava tað verið sterk bond millum londini.
Aberdeen, nevndur »Flower of Scotland« hevur leingi verið kendur fyri snar vøkru parkir, havar og blómuframsýningar. Uttan iva er vetrarhavin í Duthie Park best kendur. Býurin hevur eisini fleiri einastandandi søvn og skálar av ymsum slagi. Nevnast kunnu Provost Skene?s House og Maritime Museum. Hetta seinasta fokuserar á skipasmíð, fiskarí og oljuvinnuna. Ikki langt haðani liggur tann 3 kilometra langa sandstrondin og tann kenda stuttleikapartin Codonas Amusement Park - stuttleiki fyri bæði børn og vaksin. Við sínum uml. 200.000 íbúgvum er Aberdeen ein lívligur býur við einum virknum havnalag, bæði innan fiskarí og oljuvinnu. Og hetta merkir eisini at handilslívið blómar.
Edinburgh er høvuðsstaður Skotlands og verður skjótt eisini heimstaðið hjá tí Skotska Parlamentinum. Men býurin er eisini samansettur av nógvum smáum bygdum, so sum Dean Village bert fáar minuttir frá Princess Street. Miðaldargøturnar í Old Town eru sera forvitnisligar at kanna, meðan húsini í New Town, sum bert eru uml. 200 ára gomul, eru meira elegant. Fyri tann vitjandi er nógv bæði at gera og síggja í Edinburgh. Frá teimum gomlu býarmyndunum Edinburgh Castle og Palace of Holyroodhouse, til tey nýggjaru støðini sum Museum of Scotland, The Royal Yacht Britannia og Dynamic Earth. Teir dupult dekkaðu bussarnir og gongutúrarnir við ferðaleiðara er bestu háttir at kunna seg við Edinburgh.
Glasgow, størsti býur í Skotlandi, vaks ógvuliga skjótt í 1800 talinum. Hetta komst mest av handlinum við Ameriku og vøkstrinum í vinnuni, og her mest skipabygging, sum River Clyde er kendur fyri, hetta er ivaleyst eisini orsøkin til at The Cutty Sark Tall Ships kappsiglingin verður í Greenock við River Clyde nú í summar. Glasgow er ikki longur best kendur sum ídnaðarbýur, men er í dag meira kendur fyri sínar ymisku handlar, góðu matstovur og konserthøllir og áhugaverda byggisnið. Bleiv valdur sum Stórabretlands »City of Architecture and Design« í 1999. Kend støð at vitja í Glasgow eru millum annað: Museum of Transport, Glasgow Cathedral, Kelvingrove Museum og Art Gallery, og the Mackintosh House, og tey flestu eru ókeypis at koma inn til.
Skotland er eisini stórsligin náttúra, skógvaksin fjøll og vakrir dalar, whiskey framleiðsla, Edinburgh Tatoo o.m.a. Og alt er lætt at koma til við bussi ella tok. Innivistini eru mong og ymisk bæði í bý og bygd. Frá fínastu hotellum til tey tiltiknu Bed & Breakfast støðini.
Tygum fáa meira at vita um alt hetta á framsýningini »Skotland« sum verður á Torum í SMS 20. og 21. apríl. Á framsýningini verður eitt spurnarblað at útfylla, og gevur hetta luttakarunum møguleika at verða við í lutakasti um eina ferð fyri 2 til Skotlands.
Tey sum eru við í tiltakinum eru: Atlantic Airways saman við umboði frá Skene House íbúðum í Aberdeen - Aberdeen Tourist Board - Edinburgh Tourist Board - Glasgow Tourist Board - Tourism Scotland.