sigur tó, at løgreglan hevur tosað við grannarnar, og ein teirra sigur seg hava hoyrt fótafet uttanfyri stutt áðrenn eldurin varð fráboðaður og kundi hetta týtt uppá, at løgreglan hevur illgruna um, at eldurin [...] eldur í eini hús, har ongin er býr hvønn dag. ? Eigarin hevur verið burtur í eina tíð nú, men tað kann sjálvandi hugsast, at tað er onkur, sum hevur lógliga atgongd til húsini, sigur hann. Bergleif Brimvík [...] sera heppið, at ongin vindur var hesa náttina, serliga tá hugsað verður um nógva vindin, sum annars hevur verið um nýggjárið.Talan kundi tá havt verðið um nógv størri og meiri umfatandi skaða. Eldurin var
áseta - umframt at hava greiðar innanhýsis mannagongdir, sigur Áki Andreasen, góðskuleiðari, sum hevur hevur sett skipanina í verk, hjá Ivan Johansen Bilum Allar innanhýsis mannagongdir eru feldar á blað [...] Leiðslan hevur somuleiðis skyldur, tá talan er um ISO skipanina. nevnast kann útbúgvingartørvur og førleikamenning hjá starvsfólkunum. Arbeiðsumhvørið hjá starvsfólkunum, umframt at leiðslan hevur skyldu [...] og allar umvælingar, klárgerðing, rustviðgerð og sølur verða skrásettar og eftirmettar. Fyritøkan hevur við ISO skipanini eisini fingið fastar mannagongdir, tá talan er um viðurskifti sum t.d. starvsfó
Edfríð Joensen hevur altíð verið manni sínum hollur stuðul. Leygarkvøldið vísti hon, at tað liggur væl fyri hjá henni at røða. Hon lýsti hjúnarfelagan sum mann og faðir, samstundis sum hann hevur verið vin [...] Edmundi, og har vóru bygdarfólk og avstaðsfólk, sum tað plagdi at verða tikið til. Edmund Joensen hevur í út móti fjøruti árum verið frammarlaga í føroyska vinnulívinum og politiska lívinum. Millum mongu [...] partinum. Nógvur sangur og tónleikur var á skránni. Onkra løtuna var føðingardagsbarnið á pallinum. Áður hevur hann sungið í útvarpssending á nýggjárinum, og hann sigst eisini hava sungið á valfundum í losjuni
kanska best kendur frá sínum politiska arbeiði, har hann bæði hevur verið løgtings- og landsstýrismaður. Hann er miðvingur, og hann hevur búð alla sína tíð í Miðvági. Hann var útlærdur sum maskinsmiður [...] eisini sum ambulansuførari eina tíð. Hann hevur eisini sitið í nevndini í flakavirkinum í Miðvági, og var hann reiðari á skipunum hjá flakavirkinum. Ivan hevur ein útróðrarabát saman við elsta soninum, [...] tiltikið, sum Ivan plagdi at taka til sum landsstýrismaður, hann segði nakað soleiðis, " ein fíggjarlóg hevur eina inntøkusíðu og eina útreiðslusíðu, um útreiðslurnar eru størri enn inntøkurnar, hongur ikki saman"
endaliga var samd um hesa finsku skaldsøguna. Hetta er sætta skaldsøgan hjá finska høvundanum, og hon hevur selt meiri enn 100.000 eintøk í Finlandi - ið er ótrúlig nógv, nærum ein rekord. Bókin er nú týdd [...] Tað eru 19 ár siðandi, at ein finskur høvundi, ið skrivar á finskum fekk henda heiður. Áðrenn hetta hevur onkur finlands-svenskur høvundi fingið hesa virðisløn. Kari Hotakainen debuteraði sum yrkjari í 1982 [...] 1982. Eftir fýra yrkingasøvn og eina barnabók kom út fyrsta skaldsøgan, kallað »Buster Keaton«. Hann hevur síðani hetta skrivað mest prosa, men okkurt yrkingasavnið er eisini komið. Hotakainen verður bæði
eisini at ein annar íslendingur hesa tíðina hevur verið í kontakt við vinnuna fyri at fáa eitt skip í sigling millum Tvøroyri og Scrabster. Eitt triðja evni hevur eisini ljóðað sambært Fiskasøluni. - Fáa [...] Útflutningur Hóast tað ongantíð hevur verið so stórur kapasitetur á flutningsmarknaðinum millum Føroyar og útheimin sum nú, so er kreppa íkomin millum útflytarar av feskum fiski síðani flutningsfeløgini [...] Line og legði hesa tænastu niður nakað aftan á at nýggja Norrøna kom upp í leikin. Nú um ársskiftið hevur Smyril Line eisini lagt niður sína mótsvarandi tænastu og eftir standa útflytararnir av feskfiski
er tað. Høvuðspersónurin sjálvur hevur onga viðmerking til samanberingina og vísir til formannin í Sambandsflokkinum, sum hevur meldað greitt út, at flokkurin ikki hevur álit á Anfinni Kallsberg. Hvussu [...] skal verða ósagt, men eitt nýtt mál um eina ivasama fortíð spøkir aftur føroyskum politikki. Ivið hevur leingi verið sáddur fortíðina hjá nýggja Fiskimálaráðharranum, Johan Dahl. Í áttatiárunum var Johan [...] in við leiklutin hjá Johan Dahl og um hesin er skikkaður til ein landsstýrissess. Fólkaflokkurin hevur undir samgongusamráðingunum stríðst við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um at tryggja Anfinni Kallsberg
skrivað her í blaðnum, so hevur felagið longu heilt fitt av tilgongd til leikarahópin, har Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni annars viga á tungu síðuni av frágongdini. Eisini hevur verið skrivað, at felagið [...] styrkja um hópin, og hetta varð eisini staðfest á aðalfundinum. Formaðurin segði, at felagið í løtuni hevur samband við leikarar í Íslandi og Danmark, og talan helst verður um ein áleypara, ein miðvallara og [...] afturat hópinum. Áleyparin, sum talan er um, er eftir øllum at døma ein brasiliumaður, sum annars hevur roynt seg í íslendskum og norskum fótbólti. Málverjin er helst Henrik Bødker úr Lyngby, soleiðis sum
sambandið, er hitt sambandið eftir. Annars hevur brek eisini verið á telefonsambandinum til Hvalbiar og Sandvíkar tær báðar seinastu vikurnar. Ein avleiðing av hesum hevur verið, at telefonfelagir hava verið [...] samrøðu. Føroya Tele heldur, at brekið tók seg upp eftir toran hevur sligið niður í útgerðina, sum samskiftir við Hvalba og Sandvík. Men nú hevur Føroya Tele skift eina ein part av útgerðini út, so nú skuldi [...] suðuroyingar eisini kunna fáa ágóðan av framtíðar fjarskiftismøguleikum, sigur Fróði Mortensen. Eisini hevur Føroya Tele avgjørt at skifta radioútgerðina út, sum alt telesamskifti ímillum Suðuroynna og restina
Kambsdalur Í samband við, at Havnar Timburhandil byggir nýggjan timburhandil á Kambsdali, hevur Fuglafjarða kommuna yvirtikið verandi timburhandil, sum havnamenn eiga á Kambsdali. Bygningurin er fyrrverandi [...] timburhandilin stendur liðugur og verður tikin í nýtslu. Síðan Fuglafjarðar kommuna yvirtók bygningin, hevur Havnar Timburhandil leigað hølini frá kommununi. Hvat hendir við snikkaravirkinum á Kambsdali, tá [...] Meginbókasavn Sigurd Simonsen, bygdaráðsformaður í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at kommunan enn ikki hevur gjørt av, hvat bygningurin skal nýtast til, men møguleikarnir og tankarnir um nýtslu eru fleiri. -