Myndir: Vinnandi uppskotið til nýggja Hotel Tórshavn

At nógv virksemi er innan føroyska ferðavinnuna í hesum døgum sæst best aftur í, at tvey nýggj gistingarhús standa í gerð í høvuðsstaðnum, meðan ætlanir eisini eru um at útbyggja fleiri av teimum verandi gistingarhúsunum í býnum.


Vøksturin í føroysku ferðavinnuni hevur nevniliga skapt ein tørv á fleiri gistingarplássum og roynir vinnan nú sum best at metta tørvin.


Ein útbygging, ið hevur verið leingi ávegis, er útbyggingin av Hotel Tórshavn, ið liggur í Vágsbotni. Tað hevur ikki verið nógv at frætta um útbyggingina seinastu tíðina, men okkurt bendir tó á, at útbyggingin er komin eitt stig nærri.


Tí millum tey verk, ið vitjandi kundu síggja á Arkitekturdegnum 2018, var eitt skitsuuppskot frá Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, ið vísti eina útbygging og dagføring av Hotel Tórshavn.


Í januar vann arkitektafelagið nevniliga eina innbodna kapping hjá Gist&Vist, ið hevði heitt á fimm føroysk arkitektafeløg at gera eitt yvirskipað skitsuuppskot til dagføring og útbygging av verandi hotelli í Tórsgøtu.


Sambært uppskotinum verður talan um ein bygning, ið fer at broyta býarmyndina og knýta Tórsgøtu og Vaglið nærri hvørjum øðrum.


Í viðmerkingunum til skitsuuppskotið skrivar Ósbjørn Jacobsen Arkitektar fylgjandi um nýggja Hotel Tórshavn.


- Eitt nýmótans hotell, sum birtir lív aftur í siðvenjuni um eina ‘Grand Foyer’, við einum sterkum rúmligum samleika. Einum samleika, sum er altjóða, men sum samstundis sprettir úr einum íblástri í lokalu føroyskum náttúruni. Tað er eyðsæð, at Hotel Tórshavn, bæði áðrenn og ikki minst eftir útbyggingina, hevur eina sera sentrala staðseting í miðbýnum. Ein staðseting og funktión, sum kann hava ómetaliga stórar menningarmøguleikar við sær, bæði fyri miðbýin og hotellið.


- Hesar menningarmøguleikar ynskja vit sjálvandi at gagnnýta, soleiðis at øll rúm á hotellinum, sum liggja út til Tórsgøtu, Ráðhústorgið og móti nýggju sititrappuni, skula verða so opin og gjøgnumskygd sum gjørligt, so at sjónliga sambandi millum býarrúmini er gott og at hesar funktiónir at kalla eru ein náttúrulig víðkan av býarrúminum. Somuleiðis skula funktiónir í veghæddini, hava eina beinleiðis ávirkan á býarlívið, við sínum heita ljósi um kvøldarnar, opnum hurðum og uttandura borðreiðing um sumrarnar.


- Hotellið er samansett av tveimum høvuðspørtum, tí meira almenna partinum, við foyer, ráðstevnuhølum, kafe, matstovu osfr. Men vit skula ikki gloyma tann privata partin við kømrunum. Her ynskja vit, at ferðin frá foyer til kamar hjá tí vitjandi, er eitt upplivilsi, at tann vitjandi á síni ferð upplivir stóra rúmið, men samstundis hevur eina kenslu av, at hann spakuliga ferðast frá tí meira almenna rúminum í foyer ella kafeini, til tað privata kamarið í erva.


- Kamarið skal kennast fjálgt og heimligt, samstundis sum at tað er nútímans. Øll kømur skula hava gott og frítt útsýni, og við góðum møguleika fyri avbyrging um kvøldarnar, um gesturin ynskir tað. Kømrini hava møguleika fyri lítlari altan, sum skal kennast, sum ein víðkan av kamarinum. Fjálgi tónin úr kømrunum, hevur eisini stóran týdning fyri hvussu hotellið tekur seg út á kvøldið. Vit ynskja so vítt gjørligt, at hesin hitin og ljósi, skal floyma út í býarumhvørvið um kvøldið og á tann hátt verða við til at skapa ein meira livandi og fjálgan miðbý.