Røða eftir Karin Kjølbro
Henda glæsiliga ætlan er nú veruleiki. Hetta stað nevnist Uttan fyri Á ella Áargarður. Her hava forfedrar Sofus Olsens búð síðani seinnu helvt av 16. øld.
Fyri mær í mínari verð, sigur Sofus einastaðni, er tað heilt logiskt at byggja húsini á Sandi. Her eri eg føddur, her livdi eg míni barndóms- og ungdómsár.
Eitt privelegium at sleppa at vaksa upp í bygdini og umhvørvinum har. Sand eigur enn tann dag í dag pláss í hjarta mínum.
Eisini hjá mongum øðrum er Sandsbygd nakað serligt. Hon er ein av elstu bygdunum í landinum, her var hin fyrsti fólkafundurin hildin í 1894, og tað er songhljómur í bygdarmálinum á Sandi, skrivar Chr. Osvald Viderø í Sands Saga. Bygdin er full av sermerktum fólki. Tað listarliga lá fram undir. Lendið var góður songbotnur, legði hann afturat.
Haldi, at hetta er so púra sjálvsagt, at eitt listasavn stendur her. Á hesum staði sært tú út í Dímunar, har Dýðrikur var føddur í 1802 Dýðrikur, ið var hin fyrsti føroyski listamálarin, vit vita um.
Og søgan gerst ikki verri av, at Dýðrikur gjørdist húskallur í Kárastovu á Skarvanesi, hagar vit eisini síggja hiðani, eins og vit næstan síggja lendið við Lítlavatn, har hann verður hildin at hava málað sínar mánadúgvur.
Í 1961 keypti Sofus sín fyrsta málning, og hann hevur líka síðani samlað list. Hann var vinmaður við bankastjóran Nonnegaard, ið hevði stóran áhuga fyri myndlist. Teir báðir saman við Hanusi við Høgadalsá gjørdu ein felagsskap, teir nevndu Mæcenatið.
Hvønn mánað settur teir av eina ávísa upphædd av peningi til at keypa listaverk fyri. Síðani býttu teir listaverkini hjá útvaldum listamonnum sínamillum.
Í listini skal lívið kennast
Gunnhild konan hevði eisini ans og áhuga fyri list. Tað var teimum báðum til stóra gleði.
Sofus setur høg góðskukrøv, og tí er listasavn hansara sera áhugavert og spennandi.
Tað, vit síggja av list her í dag, er á leið helvtin av tí, ið einaferð verður, tá alt er savnað.
Umframt at vera eitt einastandandi savn, so er tað samstundis nærum okkara samlaða myndlistasøga, har slóðararnir í føroyskari myndlist Sámal Joensen Mikines, Ingálvur av Reyni og Janus Kamban eru serliga væl umboðaðir, takkað verði nevnda mæcenati.
Tað liggur innbygt í góðari list, at hon altíð vil víðari finna nýggjar leiðir, vega nýggjar gøtur.
Landslagið hevur at kalla verið tjóðarmotivið í føroyskari list, men seinnu árini eru nýggj listafólk komin, ið geva føroyskari málningalist nýtt andlit. Hansina Iversen og Aggi, sum eisini eru í hesum savni, umboða m.o hesi listafólk.
Ein er listamálarin, ið er nakað heilt fyri seg, og sum vit øll onkursvegna hava tokka til. Ongin hevur havt slíkan ymiskleika í motivum, og valla hevur nakar verið meira humoristiskur og kátur og samstundis so djarvur at lýsa sítt einsemi. Hugsi um bygdarmannin Frimod Joensen, ið m.a. hevði sín íblástur frá fransmanninum Matisse. Naivistiski stílur hansara ger, at hann sigur øllum nakað.
Er myndlist samrøða sum onkur sigur so vænti eg, at málningarnir hjá Frimod saman við teimum avbera góðu persónslýsingunum í tekningunum hjá Ingálvi av Reyni av eldri sandoyingum harímillum faðir, móðir og báðir abbarnir hjá Sofusi Olsen, fara at tosa við hjartað og heilan á sandoyingum.
Hugaligt er, at nakað eisini er av bæði Williami Heinesen, Kristini í Geil og Ruth Smith. Nú er lagamanni hjá teimum, ið vilja granska føroyska list, og ikki minni hugaligt hjá uppvaksandi ættarliðnum. Í øllum førum er eingin forðing fyri, at vitanarstøðið hjá næmingunum við Meginskúlan á Sandi liggur ovaliga í myndlist, tá næsta Pisakanning skal gerast.
Tilsamans eru sløk 30 føroysk listafólk umboðað eins og nøkur ikki føroysk. Og her er alt slag av list.
Skurðmyndir, høggmyndir, oljumálningar, vatnlitsmyndir, linoleumsprent, steinprent, tekningar og seinni eisini leirlist.
Einastaðni skrivar Sofus um ein áhugaverdan lut, ið eisini fer at koma á hetta savn. Hann skrivar soleiðis:
Ílat úr FITISTEINI at eta úr, avlangt bogað við avrundaðum endum.
Eg fann tað í útdeyðari bygd í Vesturgrønlandi. Var til skips við sluppini Maritana í 1934. Eg havi goymt lutin, tí hann minnir meg um tey seks hungursárini, eg var sluppfiskimaður, trælaárini undir ómenniskjaligum korum, eitt sera vandamikið starv umborð á hálvthundrað áragomlum dangum, illa ella næstan ikki viðlíkahildin.
Tey árini eg var á Suðurlandinum, gingu fýra sluppir burtur, við mann og mús. Tá ein fór avstað um várarnar, var tað við tí fyri eyga, at ein møguliga kom ikki aftur, men fekk váta grøv í íslendskum sjógvi. Avrokningin kom fyri alt árið stutt fyri jól og var sera lítil, einar 300 kr. ella minni í meðal.
Eyðvita verður stórur áhugi fyri listasavninum á Sandi. Kenni meg meg tó sannførda um, at áhugin fyri at vita nakað um mæcenin vælvildarmannin Sofus Olsen verður ikki minni. Tey, ið vilja kanna tann spurningin fara ikki at keða seg. Sjálv havi eg roynt at sitið undir, tí hann sigur, og savnað tað, hann hevur skrivað, eins og eg havi biðið hann skriva meira.
Legði henda spelkna og altíð vælklædda gentlemannin til merkis í 60-árunum í Havnargøtum og havi kent hann sum ein vin, síðani eg kom í politikk fyri 30 árum síðani. Honum dámdi stundum tað eg hevðist at, men ikki altíð, og tað fekk eg eisini at vita. Hann var bersøgin. Sum frá leið, skilti eg, at hann átti at vera soleiðis, og jakslarnir eru tøkk og prís ikki farnir enn.
Ongantíð hevur tú ivast í, hvørjum hann fyrrverandi sluppfiskimaðurin og fakfelagsskrivarin frá 50-árunum er samhaldsfastur við í samfelagnum, og ongantíð hevur hann tænt egnum áhugamálum. Lurtaðu politikarar okkara eftir honum, tá hann var vísmaður, so var land okkara í frægari støðu fyrst í 90-árunum.
Hein gávuríki maður er føddur sama ár sum Ruth Smith. Tá skúlaárini eru um at vera av, hevur lærarin vent sær til foreldrini um at fáa hann á framhaldsskúla. Tað vildi hann ikki. Hann skuldi vera fiskimaður, sum pápin og hinir menninir. Fór á háskúla ein vetur og ætlaði sær aftur til skips, men lukkutíð lurtaði Sofus eftir Símuni av Skarði, ið vildi hava hann at fara á Høng og taka preliminær- og studentsprógv.
Áðrenn hann kom avstað fekk hann tuberklar og kom ístaðin á Sanatoriið. Ville Magnussen yvirlækni man hava lagt til merkis gløgga unglingin, tá hann bað hann taka sær av Kr. Kongi X, ið vitjaði á Sanatoriinum um hetta mundið.
Sofus kemur seinni avstað og tekur studentsprógv í 1940. Tá er annar heimsbardagi brostin á hann er avskorin frá Føroyum og hann fer at lesa búskaparfrøði. Tvey ár seinni doyr Símun av Skarði. Í fyrsta TINGAKROSSI aftaná, er yrking eftir Janus Djurhuus. Haldi Janus m. a. hugsar um Sofus, tá hann yrkir soleiðis:
Til tess tú unglingar vandi;
Stríða við blonkum brandi.
Hægsta virði er andi
So tú vár ungdómar vandi.
Sólarglæman fríð
Skyggir í Føgrulíð
Gyllir títt mentunnarstríð.
Fái tú heiður og æru,
Frægi Símun av Skarði.
Goymið hans minni, øld eftir øld,
Oyggjalands unglingafjøld.
Ongin hevur orðað seg betur um Sofus Olsen, enn guðssonurin, journalisturin Niels Uni Dam, tá hann í blaðgrein sigur:
Ein lítillátin eldsál, ið brennir fyri tí, ið honum dámar. Hetta hevur sent hann undir jørðina undir krígnum, givið honum frálík úrslit sum reiðari, givið honum álitissessir í fíggjarheiminum, og nú hevur hann givið føroyingum Listasavnið á Sandi.
Umframt at keypa og savna list til sín sjálvs hevur Sofus m. a. sum skrivari fleiri ferðir keypt forkunnuga list til listasavn Føroya og samstundis útvegað teimum sponsorar, og hann hevur verið við til at skipa fyri listaframsýningum bæði burturi og heima.
Í 1971 skipaði Scottish Art Council saman við listasavni Føroya fyri føroyskari listaframsýning í Lerwich, Kirkwall, Aberdeen, Inverness, Glasgow og Edinburgh. Í listaskránni verður Sofus Olsen takkaður »on whose tireless interest the project largely depended.«
Í 1975 fekk hann skotska myndhøggaran og málaran Ian Scott higar at hava framsýning, har øll listaverkini vóru seld. Fyri fáum árum síðani bar hann so í bandi, at frálíka leirlistarkonan Lotte Glob hevði framsýning í Norðurlandahúsinum og nógv kundi verið nevnt afturat.
Eitt serligt kapitul í lívi hansara vóru bæði arbeiðsárini í Skotlandi, har hann fegin vildi verið verðandi, eins og arbeiðsgevarin vildi, at hann bleiv. Men hann fekk ikki uppihaldsloyvi, tí so nógv fremmandafólk komu hagar eftir kríggið. Líka síðani hevur Sofus í ymiskum høpi verið brúgvabyggjandi millum Føroyar og bretsku oyggjarnar. Tokkin til og áhugin fyri bretsku oyggjunum kemur ofta fram ikki minst í greinunum í Skáðanum í 2003 og 2004 um m.a. Pier Arts Centre og tónaskaldið Sir Peter Maxwell. Sjálv eri eg um at missa ondina, tá eg síggi, at Sofus hevur skrivað 38 greinar m. a. um Gudmund Hentze í Dimmu, síðani hon var talgildað, og tað eru ikki pinkugreinar. Og tað ger mun, tá hann tekur penn í hond.
Tá Sofus í lesarabrævi gav ilt av sær, tí minnisvarðin yvir Hammersheimb á gamla landsbókasavninum var horvin undir sponskum hindberi, og mælti til, at hetta fekst í rættlag, áðrenn Janus Kamban fylti 90, ja so var tað gjørt. Og nú er grønur vøllur undir hesum virðiliga høvuðsverki Janusar.
Vit sum kenna Sofus Olsen vita, at hann dugir sera væl at siga frá og hevur humor. Tí hava vit borið so í bandi, at tað verður gjørdur sjónvarpsfilmur til Listasavnið á Sandi, har vit kunnu síggja alla listina, sum hon hekk í heiminum hjá honum og Gunnhild á Tinghúsvegnum. Eisini fer Sofus at siga frá um lív sítt og um listina. Tey, ið vitja listasavnið á Sandi kunnu so fáa hesa uppliving framíhjá.
Eisini fegnast vit um, at Føroya Banki og Sands Bygdaráð í sambandi við henda hátíðardag geva savninum eitt bronsuhøvd av Sofusi, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt.
Sofus Olsen hevur altíð verið sín egin. Tað er langt frá honum at vera »peoplepleaser«. Og kortini hevur hann fingið nógv álitisstørv og heiti. Tað seinasta er, at lesararnir á einum blaði í januar mánað valdu hann til ársins mann 2006. Hetta sigur nógv um Sofus, men tað sigur eisini nakað um raðfestingina hjá kvinnum og monnum í landi okkara. Tey valdu ikki ein fótbóltsspælara ella ein rokskipara, men ein friðarligan pensionist vælvildarmannin fyri føroyskari list.
Sofus Olsen bar seg undan hesum heiti. At vera heiðraður, róstur ella umrøddur, hevur altíð ligið langt frá honum, og tí var ávís togan aftur og fram, áðrenn blaðstjórin á SOSIALINUM sigraði í hesum máli. Motivið hjá Sofusi í øllum hesum er eittans, og tað er at listasavnið á Tinhúsvegnum 27 ikki spreiðist í allar ættir, og partvíst fer av landinum. Tey skuldu hava eitt tak at koma undir samlaði. Soleiðis orðaði hann seg í hesum sambandi.
Nú er tað upp til okkara at fara væl um hesa gávu, vit hava fingið við Listasavninum á Sandi. Lívið er stutt og listin er long. Harra borgarstjóri, fari at heilsa øllum mammum á Sandi, og biðja tær um at eggja børnum sínum at vera røkin og pjøkin og at handfara hesa gávu, - við spekt og sóma. So fara tey eisini at leggja tað sama í børn síni, so ætt eftir ætt eins og Sofus Olsen kemur at kenna tað sum ein dýrabæran framíhjarætt, at vøggan stóð heima á Sandi.
Mátturin í globaliseringini og altjóðagerðini kann ikki mátast og vigast, og fer eisini at gera um seg í hesum bygdasamfelagi. Verði tað vón og ynski mítt, at Listasavnið á Sandi saman við gomlu kirkjuni og Fornminnissavninum fer at standa sum hornasteinur á klettagrund. Og at tey vera álitið og ímyndin av tryggleika fyri tey, ið mynda skulu tað støðugt broytandi framtíðina.
Góði Sofus og æraðu gestir:
Listasavnið á Sandi er latið upp, tá bronsan er avdúkað av ommudóttir Gunnhildar Anniku og skyldgentu Sofusar Jónu, og eg havi lisið stutt ørindi úr Talmut, Mósebók Jødanna:
When a person does a good deed
When he or she didnt have to
God looks down, and smiles and says
»For this moment alone
It was worth creating the world.«