Dagfinn Olsen
Við Lærda Háskúlan í Cambridge eru 10.000 lesandi og tey koma úr øllum møguligum londum og mentanum. Men bert ein føroyingur er teirra millum, og tað hevur ikki eydnast hesum føroyingi at finna fram til nakran annan føroying, ið hevur lisið har, hóast hon hevur roynt, tá hon hevur hoyrt onkra søguna um fyrrverandi lesandi í Cambridge. Men um onkur er, vil hon fegin frætta.
Føroyingurin er 26 ára gamla Sigrun Kjærbo úr Vági. Hon hevur í eitt ár lisið enskar bókmentir í Cambridge. Hon metir tað ikki vera alneyðugt hjá føroyskum lestrarungdómi at leita sær á útbúgvingarstovnar í Danmark. Og nú hon lesur enskt, heldur hon vera avgjørdan fyrimun, at hon er í enskt talandi landi.
Vit hava hitt Sigrun til eitt prát í hugnaligu stovuni heima í Vági, har eisini hundurin við tí ensktljómandi navninum Charlie heilsar fremmandamanninum, ið er komin á gátt at hoyra um Cambridge.
Stórt arbeiði at søkja
Sigrun las fyrst enskt á RUC (Roskilde Universitetcenter). Men so sá hon í týska blaðnum Stern, at Cambridge lá á 1. plássi millum universitet í Europa. Sigrun gjørdi av at søkja, men hevði tó ein farra av skemti við í leikinum, tí hon væntaði sær ikki tað stóra burturúr hesi royndini at koma á Cambridge.
Men hon hevði hug at royna og hevði áður verið í Onglandi í eitt ár, har hon arbeiddi á matstovu, so hon kendi til land og mentan.
Men umsóknin gav úrslit. Sigrun hevði HF-prógv, sum tó var 5 ára gamalt. Tí mátti hon upp til eina skrivliga roynd, hon skuldi hava ummæli frá tveimum lærarum, hon skuldi til samrøðu, hon skuldi skriva um seg sjálva og so framvegis. Sigrun sigur, at alt í alt var tað stórt arbeiði at søkja, men hon heldur gongdina vísa, at hugt verður ikki bert eftir karakterum, men eisini eftir eginleikum, so hon mælir føroyskum pisum til at halda seg framat, um áhugin er til staðar.
Sigrun kom innar og gjørdist partur av einum av teim 32 college, ið hoyra til Lærda Háskúlan í Cambridge. Ein hoyrir til eitt av teim 32 college, tá ein byrjar at lesa, og har Sigrun býr, búgva 200 fólk. Bert ein norðurlendingum er millum teirra, umframt Sigrun. Tað er ein svensk genta.
- Eg legði stórt arbeiði í at søkja. Eg roknaði ikki við at sleppa inn, men hetta var ein dreymur, so eg mátti royna, so eg ikki hevði tað at iðra meg um seinni, sigur Sigrun.
Nógvir møguleikar - ikki franskt
Sigrun hevur nú lisið enskar bókmentir við Lærda Háskúlan í Cambridge í eitt ár. Hon sigur, at stórir møguleikar eru á staðnum. Eisini fyri at seta saman útbúgvingina. T.d. ber til at lesa norðurlendskt, og Sigrun fær henda lestur góðtiknan sum part av síni útbúgving.
- Talan er um eitt stórt universitet. Møguleikarnir eru nogvir, og tað verður sjáldan sagt nei orsakað av, at okkurt ikki er gjørligt á universitetinum. Tó ber t.d. ikki til at lesa franskt og avmarkingarnar eru helst eina mest at finna viðvíkjandi ymsum tungumálum, sigur Sigrun, ið heldur verða løgið, at ikki fleiri føroyingar søkja inn á Cambridge, tí føroyingar eru væl fyri, hava góða skúlaskipan, eru væl fyri í enskum og sjálv kennir hon seg væl fyrireikaða til lesturin við føroyskari miðnámsútbúgving.
Tey eru fitt
- Universitetið hevur roknað út, at lesturin hjá einum ikki ES borgara kostar eini 170.000 krónur árliga. Ein ES borgari kostar eini 70.000 krónur árliga. Tá er talan um skúla og uppihald, sigur Sigrun, sum heldur, at stuðulsskipanirnar óivað kundu verið betri.
Sjálv var hon lesandi í Danmark, áðrenn hon fór á Cambridge, so hon fær danskan stuðul. Sigrun viðgongur eisini, at tað er heldur trupult og fløkt at fáa greiði á stuðulsviðurskiftunum og hvussu alt skal hanga saman fíggjarliga í samband við lesturin.
- Men tey eru sera hjálpsom og fitt í Cambridge, so ein kann altíð venda sær til teirra. Tað hevði ofta verið ringt, um tey ikki vóru so fitt, sigur Sigrun og minnir aftur á, at eingin eigur at halda seg aftur, sum hevur áhuga at royna lestur í Onglandi.
Eingin kennir Paul Watson
Um lívið eftir loknan skúladag sigur Sigrun, at har er nógv at taka sær til. Umhvørvið er vakurt í Cambridge, og so eru minst 200 felagsskapir av ymsum slag. Teir fevna um alt, frá ítrótt, list og til trúarfelagskapir av øllum slag.
- Til hvørt college hoyrir eisini ein matstova, har fólk hittast, so ongum nýtist at ganga einsamallur, sigur Sigrun.
Hon kennir seg annars sera væl móttiknan í Onglandi.
- Eg skal avgjørt ikki spilla danir út, men teir kunnu t.d. finna uppá at spyrja, hví eg tosi við so løgnari dialekt. Eg tosi rímuligt danskt, men sjálvandi ikki líka væl, sum ein dani. Í Ongalndi siga tey hinvegin við meg, at tað er undranarvert, so væl eg práti enskt, sigur Sigrun og leggur smílandi afturat, at so er tað jú eisini ein fyrimunur, at í Onglandi kenna tey ikki til t.d. bankamálið.
- Tey spyrja heldur ikki nógv um grindadráp. Kanska eru tey bara fólkalig. Men tá eg sjálv havi borið tað uppá mál, vísir tað seg eisini, at tey vita ikki so nógv um hetta, sigur Sigrun.
- Tey kenna heldur ikki Paul Watson!, staðfestir Sigrun.
Hon hevur eisini staðfest, at tey kenna ikki nógv til Føroyar.
- Tá eg kom til Cambridge, var lopið út í orð, at nú kom ein genta frá "Faroe", ella okkurt sum líktist tí. Tá tú kemur, fær tú ein vin, ið skal vísa tær til rættis. Eg fekk eina gentu, og hon spurdi meg, um eg veruliga sá soleiðis út. Lærarin hevði sagt henni, at oyggjarnar, eg kom frá, lógu sunnaliga í Stillahavinum, onkur helt í Egyptalandi og onnur uppaftur aðrastaðni, sigur Sigrun, sum tó ikki kennir seg lítlan sum persón ella sum vágbing í meldrinum av fólki úr øllum heimi, men sum føroying kann ein til tíðir kenna seg lítlan, tí eingin kennir okkara oyggjar, staðfestir Sigrun.
Batman í kappa
Um sjálva útbúgvingina sigur Sigrun, at hon fer fram á fakulitetinum, sum hon eisini ger tað á øðrum universitetum. Har eru fyrilestrar, nakað av bólkaarbeiði og eisini er vegleiðing í ein tíma um vikuna.
Minst ein uppgáva er um vikuna, og er henda uppá 2000 orð.
Tey lesandi eru knýtt at skúlanum í 3 ferðirnar 8 vikur árliga.
- Tá er sera nógv arbeiði. Ikki øll klára alt hesar vikurnar, men so er ein lesifrítíð uppá 5 vikur. Tá megna tey flestu at innheinta tað, ið tey ikki kláraðu. Tað er gjørligt at klára alt uppá 8 vikur, um ein klárar trýstið. Men evnini at hava yvirlit, leggja tilrættis og at vera sjálvstøðugur eru avgjørt fyrimunur, sigur Sigrun.
Spurd, um tað er rætt, sum óivað mong halda, at ein gamal unirversitetsbýur sum Cambridge, bert eru gamlir, gráir bygningar og traditiónir, sigur Sigrun, at hetta er ikki allur sannleikin.
- Tað er væl blandað við yngri, nýmótans og eldri bygningum. Hitt við tí gamla er kanska ein fordómur, men vil ein hava tær stóru traditiónirnar, so fær ein tað, um ein velur soleiðis, sigur Sigrun.
Í hesum sambandi kann nevnast, at sum í helst øllum skúlaskapi í Onglandi, so eru eyðkennisbúnar enn við í myndini. Tey lesandi fáa t.d. ein kappa. Seinni ein kraga og síðani hattin og so framvegis. Sigrun hevur ein kappa. Hvørja viku er møguligt at fara til ein døgurða, har ein skal vera í kappanum. Hetta er tó upp til hvønn einstakan og tað er ikki krav at fara til hesa máltíð.
- Eg plagi at siga, at eg kenni meg sum Batman í hasum kappanum, sigur Sigrun og leggur afturat, at á onkrum college hava tey sagt nei til at nýta henda búnan.
Samband og Sosialin á netinum
Sigrun og familjan er fegin um, at telduposturin nærum er hvørsmans ogn nú.
-Sigrun dylir ikki, at tað eru stundir, har henni kann leingjast heim. Men hon heldur tó, at tað er sera hent við teldupostinum og við Sosialinum á internetinum, tí skuldi hon fingið sjálvt blaðið, høvdu tíðindini verið gomul.
Og hesum er mamman, Ebba Vágheim, samd við henni í. Hon er nú komin inn í stovuna við kaffi.
- Sambandið er ikki, sum tá tú var og fjakkaði, minnir hon Sigrun á.
Og so sigur Sigrun frá um fjakkaraferðina í Nepal, India, Kina, Russlandi, Hong Kong og aðrastaðni. Tá hon einaferð skuldi senda eitt bræv heim, var posthúsið tikið niður. Tað sama var galdandi, tá ein ferðaseðil skuldi keypast.
Men at føroyingar eru væl fyri og hava góða barlast í familjuni, eru tær báðar samdar um.
Og brátt skal Sigrun aftur avstað úr Vági og alla leiðina yvir til Cambridge. Men ein troyst er tá, at nærum dagliga kemur ein teldupostur til Cambridge úr Vági, og tað tekur honum ikki langa tíð at ferðast, so fjarstøðan tykist óivað minni orsakað av hesum.
Sigrun vónar at síggja føroyingar í Cambridge í framtíðini og heitir á áhugaðar føroyskar pisur, um at gera eina roynd. Og Sigrun sigur seg vera til reiðar at koma við vegleiðing, um ivamál eru. frásagnirnar um øll tey undurverk, sum hendu, tá ið Ólavsøkan var hildin í dómkirkjuni í Niðarósi.
Mangt umskiftist, meðan stundir líða. Aðrar tíðir komu, og siðurin at halda Ólavsøku varð avlagdur allar staðir.
Bert í einum landi hevur siðurin staðið við alla tíðina og ger tað enn, og tað er her hjá okkum í Føroyum.
Ólavsøkan í Føroyum hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki Ólavs kongs hins heilaga. Hesir báðir høvuðstættirnir eru í Ólavsøku okkara: hon er ein tjóðskapligur samkomudagur og ein kirkjuligur hátíðardagur.
Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilir sundur.
Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara.
Ólavsøkan hevur hildið saman. Frá gamlari tíð eru tey úr øllum bygdum komin til Havnar á Ólavsøku, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk. Tann týdningur kann illa metast, sum Ólavsøkan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið saman; og hetta hevur haft sín stóra týdning fyri mál okkara, fyri kvæðini, dansin, søgurnar, okkara heimligu siðir, alt okkara føroyska fólkalív.
Men uppi yvir øllum hesum stendur kirkjan. Ólavsøkudagur hevur allar tíðir verið ein kirkjuligur hátiðardagur.
Hann er ein krossmerktur dagur. Okkara gamla løgting, sum altíð hevur verið hildið í Havn, í elstu tíðum á Tinganesi, seinri á øðrum støðum, var í fyrstuni vígt av Tórs hamri, men síðan er tað signað av hinum heilaga krossi.
Enn verður løgtingið sett Ólavsøkudag á hvørjum ári og fær vígslu sína undir krossmerkinum.
Enn ganga tingmenn og prestar í skrúðgongu úr tingstovuni og innar í kór í kirkjuni og síðan aftur i tingstovuna.
Enn verður hvønn Ólavsøkudag hildin guðstænasta í Havnar kirkju, og prestarnir í oyggjunum skiftast um at prædika hvør aftan á annan ár eftir ár sum ein vitnisburður um, at eisini i kirkjuligum týdningi eigur at vera ein heild, ein felagsskapur.
Tá ið tað viðhvørt er skotið upp, at Ólavsøkan ikki átti at verða hildin bert í Havn, soleiðis sum siðurin allar tíðir hevur verið men eisini úti á bygdunum, so er hetta ein misfatan av sjálvum grundartankanum í Ólavsøkuni; tí at við tað at hon bert verður hildin á einum staði, stendur hon sum felagsmerkið og sameiningarfundurin fyri alt fólk
okkara bæði kirkjuliga og tjóðskapliga.
"Fram, kristmenn, krossmenn, kongsmenn!" Soleiðis ljóðaði herrópið hjá monnunum hjá Ólavi kongi á Stiklastøðum.
Hesi orð skulu enn minna okkum á, at vit sum eitt sameint fólk í trúskapi og samhuga røkja og verja land okkara, at krossurin má standa uppi yvir øllum starvi okkara, og at vit í øllum lutum verða leidd og stýrd av anda Krists.
J. Dahl










