Hanna Jensen, løgtingskvinna, plagar at keypa fitt av jólagávum, og soleiðis hevur eisini verið til jólar í ár. Henni dámar væl at putlast við gávur til teirra, hon er góð við. Í ár var hon heldur sein á veg at fáa allar jólagávurnar klárar, men eins og onnur ár, gekk tað eisini hesaferð.
Hvar eru tit um jólini, og hvat verður etið jóladagarnar?
- Í gjár, jólaaftan, var eg heima í Norðragøtu saman við manni og børnum. Vit ótu gás og dunnu. Í dag, 1. jóladag, eru vit hjá mostur og øllum hennara, og hon borðreiðir við kjøtdøgurða við øllum tí besta afturvið og øllum hugsandi jólagóðgæti. Og síðan vit fingu yngsta sonin, hevur verið føðingardagur í heimi okkara 2. jóladag. Í ár fyllir hann 10 ár. Tá gera vit kakuborð og nátturða við serligum jólabakstri og rættum.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini eru eitt ljós í myrkrinum, bæði ítøkiliga við ljósketum, livandi ljósi og vøkrum súmbolum, sum stjørnum og hjørtum. Men, sanniliga er innihaldið ikki minni ein ljóskelda fyri sál og anda - tíð, fokus á nærveru, hugna og gávumildni og seinast, men ikki minst, boðskapurin um Immanuel, Gud við okkum. Eg haldi, at nógvi góði tónleikurin, sum er gjørdur um hetta, er fantastiskur at taka sær stundir til.
Hvussu hevur 2018 verið fyri teg?
- 2018 hevur verið sera hendingarríkt bæði í arbeiði og privat. Bæði tey eldru børnini gjørdu seg liðug við skúlagongd fyri fyrst, so nú eiga vit bert eitt skúlabarn, og tey eldru arbeiða – hon á landi, hann á havi. Vit hava havt nógva og áhugaverda vitjan úr øðrum londum í 2018, eins og vit hava havt góðar dagar á familjuferðum.
Hanna Jensen vísir á, at í politiska arbeiðnum er nógv spennandi hent, bæði av málum, sum eru framd og av øðrum slagi.
- Eg hugsi um, at eg var í USA í samband við ST aðalfund og um, at vit samtyktu at yvirtaka tvey málsøki, at pensjónsnýskipan varð samtykt, og at filmshús varð stovnað - bara fyri at nevna okkurt úr rúgvuni. Haraftrat hitti eg Emmanuel Macron, eins og eg tók ímóti franska havgranskingarskipinum, Beautemps-Beaupré.
Hvat var besta upplivingin (størsta hendingin) hjá tær í 2018?
- Tað er sera trupult at velja eina bestu uppliving, tí tær hava verið so mangar, men eg kann taka fram eina arbeiðsferð til Helsinki saman við góðum starvsfeløgum í januar og góðar løtur í summarhúsinum á Bogø í juli.
Hvat var keðiligasta upplivingin í 2018?
- Tað er eisini trupult at taka nakað serligt fram sum keðiligt, tí tað hevur verið nógv buldraligt í politiska arbeiðnum. Men, hetta árið eri eg spard fyri tær djúpu, tungu og persónligu upplivingarnar, og tað eri eg so ómetaliga takksom fyri, og eg havi nokk gleðiliga gloymt tann tyngra partin av 2018.
Hevur tú sett tær onkur mál fyri 2019?
- Ja, í nýggja árinum vil eg gera mítt til at vera besta mamma, eg kann vera og besti politikkari, eg kann vera, sigur Hanna Jensen, sum at enda ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.