alla tíð hava "ekspertar" sagt, um eini 10-20 ár. Tí er kanska ringt at taka ávaringar í álvara nú. Munurin er tó tann, at fyrr vistu oljufeløg og granskingarstovnar lítið um oljugeologi. Og metodurnar vóru [...] uppá gongdina fram yvir. Summi spáa, at tað fer at henda um eini 5-10 ár, meðan onnur halda, at tað ikki verður aktuelt fyrr enn um eini 25-50 ár. Í meira enn 100 ár hava verið spádómar um, nær oljan verður [...] verður onkuntí aftaná 2010. So útlitið í løtuni er eini 5-10 ár aftrat, so hendir okkurt. At meta um oljutilfeingi Tá ætlast skal um oljutilfeingið, sum eftir er, verður talt saman á ymsan hátt. Fyrst keldurnar
ðnum, og síðani er starvsfólkið hjá Uttanríkisráðnum farið inn aftur í sína skrivstovu. Hóast eg ikki eri nógv tilstaðar hesar dagar í Tinganesi, so fái eg kunning um, at støðan nú er normaliserað – og [...] flokki til nærum óbótaligan bága, einum landi til skammar – og nú eisini við at heingja út navngivin embætisfólki í almenninginum. Tí er tað nú mín skylda alment at greiða frá hesum máli, soleiðis sum eg [...] hava verið. I. Hugsið tykkum, um Anders Fogh Rasmussen gav sínum starvsfólkum boð um at fara inn í Uttanríkisráðið hjá Per Stig Møller ein sunnudag. At hann gav boð um at fara inn í eina ávísa skrivstovu
sigur nakað um, hvat vit lata aftur fyri hesa nú nógv tødnaðu milliard! Jú, so er, roknistykkini eru so ymisk, og so løgið er lívið, at sumt í tí ikki kann gerast um til eitt roknistykki. Árið er ungt enn [...] bert, um einki ber til í Føroyum, og føroyingar eru eitt útvalt fólk av ódugnakroppum. Men aftur til milliardina. Hvussu trygg er hon? Er ikki farið at máast burtur av henni? Og hvussu sunn er hon? Í [...] staðin fyri at bróta upp um armar og fara til verka, kanst tú seta teg upp afturá, njóta lívið, nøra um tínar egnu ognir. Samfelagið tørvar tær ikki at hugsa um. Tað mugu hini um. Tú vísir ábyrgd. Hini eru
sum er vert at bíta merki í, er, at húsið er smíðjað soleiðis, at eingin vinkul í húsinum er rættur. Tá talvfelagið so skuldi húsast har, var tað sera hóskandi at kalla húsið Skákið. Kjølbro Open Nú st [...] luttakaralistanum. Um tað er fjallgongan, sum heldur monnum burtur ella okkurt heilt annað, er ilt at siga. Umstøðurnar vóru góðar, virðislønirnar góðar, og kappingin fevndi bert yvir eitt vikuskifti. Tó [...] vóru unglingar. Hetta er bæði gott og ringt. Tað góða er at síggja ágrýtnar unglingar í menning, meðan tað ringa er, at teir sleppa ikki at telva móti royndum telvarum. Eisini er ein trupulleiki, at teir
, og ætlanin um at rúmka um talið av nevndarlimum, fyri at tryggja sær sjálvum (sum høvuðspartaeigara) størri vald, er lítið álitisvekjandi, og kastar daprar skuggar yvir felagið, sum er eitt av fáum føroyskum [...] dag er einsamallur aktørar á rutum millum Føroyar og útheimin. Hetta er farið fram á einum marknaði, har frælsa kappingin hevur rátt og ræður. Ein annar stórur fyrimunur fyri føroyska samfelagið, er vi [...] sum framvegis er veruligi eigarin av 2/3 av felagnum. Megnar hann ikki at steðga sær sjálvum, mega samstarvsfelagar hansara í Tinganesi gera tað, nú hann spælir hazard við felagnum, sum um, at tað var hansara
møguleika, sum kundi havt borið mál við sær, um teir høvdu verið hepnir. Eitt nú sendi Sorin Anghel í samankomingina. Spurningurin er so, hvussu tað hevði tørnað út, um royndirnar høvdu eydnast. Men tað var skjótt [...] EB/Streymi. Hann skoraði øll fýra málini, og harvið er hann, nú tveir teir fyrstu triðingarnir eru farnir av kappingarárinum, ovastur á skjúttaralistanum. Tað er merkisvert, tí eftir at KÍ hevði fingið Jacob [...] Fótbóltur Tað er gott lag í Klaksvík, nú KÍ í kvøld fer vestur til Noregs at spæla í UEFA Cup ímóti gamla felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, Molde. Sunnudagin segði KÍ heimaáskoðarunum, sum eftir vónbrotið
upp til undirvísingina. Tvey long borð har tey sita. Um tað er av tilvild ella tilvitað, er ilt at meta um. Í øllum førum minnir plaseringin ikki sørt um viðurskiftini í eini synagogu: Genturnar sita so fittar [...] Hvat trúgvin er Valborg gleðir seg til konfirmatiónsdagin um eina góða viku. Hon væntar nógv fólk, bæði úr Norðoyggjum og úr Suðuroynni, hagani hon er ættað. Men Valborg er eisini greið yvir tann týdningin [...] Christianskirkjuni er tað so kvirt sum tað bara kann vera í eini kirkju. Her hoyrist ikki eitt ljóð uttari í forkirkjuni. Ljós er í sjálvari kirkjuni, so tey ungu og presturin er neyvan langt av leið. Men í
GÍ er væl á odda í 3. deild hjá monnum nú 8 umfør eru spæld, og tað tykist bert vera NSÍ, sum er ført fyri at fylgja eftir teimum. Í fleiri umfør var rættiliga tætt í toppinum, og fleiri lið gjørdu um seg [...] verið mangt slíkt, um onkrir av hinum góðu kjansunum vóru betri útnyttaðir. Men soleiðis er tað altíð í dystum, har annað liðið er væl betri, og gøtumenn fegnaðust fyrst og fremst um trygga sigurin. Jóannes [...] mótstøðu, so fingu teir tvey mál seinna umfarið. Hilmar Hansen, sum er bestur á einum misjøvnum SÍ-liðið, gjørdi annað málið. Hann er sannur bóltsnillingur, og hevði uttan iva komið væl við hjá nógvum feløgum
greinina, og Paul Watson er errin og sigur í tíðindaskrivi á somu heimasíðu: »Um tú sleppur innar í The New Yorker, so sleppur tú allastaðni.« Hetta er eitt gamalt og væl kent blað við yvir einari millión haldarum [...] oyðilagt í eini so knappari ferð, at vísindin ikki megnar at máta, hvussu nógv er farið. Sea Shepard er til, tí Watson er so mikið arrogantur, at hann megnar at tryggja felagsskapinum grundarlag. Men kanska [...] m vóru farnir umborð í Avstralia fyri at mótmæla hvalaveiðuni í Íslandi og høvdu siglt í yvir ein mánað yvir um Stillahavið, skrivar Khatchadourian. Tíggju av teimum vóru sinnaðir at fara av skipinum.
útsjónd er bergtakandi, og sum í allar mátar er ført fyri at seta Føroyar á heimskortið. Talan er um eina glæstriborg, ið byggjast skal á rovini av óivað sláldsamasta bygningi í Føroyum. Ætlanin er stór, [...] Har koma at vera um 500 sitipláss, tá konsert ella sjónleikur er, men er talan um rock-konsert ella aðra konsert, har standipláss eru, so sleppa eini 1500 – 1800 fólk innar. Umframt er rúm gjørt fyri, at [...] er gjøgnumarbeidd, og liggur liðug í væl greinaðum bóklingi. Á Drelnesi á Tvøroyri stendur ein saltsilo, sum hóast fjarskotin frá miðstaðarøkinum, er kend av øllum føroyingum. Siloin er er eitt satt vørumerki