Hjalgrím var á toppinum

EB/Streymur fekk beinanvegin tvey mál ímóti sær, og so bar ikki til at dúva upp á snarálopini, sum áður hava gjørt av við klaksvíkingar

Fótbóltur

Tað er gott lag í Klaksvík, nú KÍ í kvøld fer vestur til Noregs at spæla í UEFA Cup ímóti gamla felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, Molde. Sunnudagin segði KÍ heimaáskoðarunum, sum eftir vónbrotið í Vági ikki vóru so nógvir, sum teir onkra ferðina fyrr í ár hava verið, farvæl, og tað gjørdu teir við maner.
Hjalgrím Elttør var stóra hetjan í 4?1 sigrinum á EB/Streymi. Hann skoraði øll fýra málini, og harvið er hann, nú tveir teir fyrstu triðingarnir eru farnir av kappingarárinum, ovastur á skjúttaralistanum. Tað er merkisvert, tí eftir at KÍ hevði fingið Jacob Bymar til felagið tóktist ætlanin vera, at Hjalgrím skuldi vera miðvallari í vinstru, meðan Bymar skuldi hava Ova Nysted undir liðini á sær í álopinum. Eftir at belgiumaðurin stakk av, eru ætlanirnar broyttar. Nú er Ove Nysted, sum sunnudagin var álitisfullur liðformaður, í miðverjuni saman við Aleksander Djrodjevic, og teir funnu væl saman.
Eyðun Klakstein hevði fingið miðvallarplássið í vinstru, sum stóð tómt, nú Hjalgrím var farin fram í toppin, og hugflogsríki Klaksteinurin tók av. Sum í seinna umfarinum í heimadystinum ímóti GÍ, so var hann ofta upprunin til skjótt og hugflogsríkt samanspæl. At Ove Nysted var í verjuni, meðan smærri spælarar vóru har frammi, hevði við sær, at álopsspælið gekk fyri seg fram eftir vøllinum í staðin fyri í luftini. Atli Danielsen var mest framrættaði miðvallarin, og hann tóktist stórtrívast í hesum leiklutinum.

Góða løtan
EB/Streymur tóktist ikki ætla at pakka seg niður allar 90 minuttirnar, sjálvt um teir í útgangsstøðuni bara høvdu Sorin Anghel á toppinum. Magni á Lakjuni, sum var eitt sindur skaðadarvaður og tók seg úr stríðnum miðskeiðis í seinna umfarinum, og Hans Pauli Samuelsen høvdu hug at stuðla álopsmanninum. Fyrsta korterið hevði EB/Streymur onkran møguleika, sum kundi havt borið mál við sær, um teir høvdu verið hepnir. Eitt nú sendi Sorin Anghel í samankomingina.
Spurningurin er so, hvussu tað hevði tørnað út, um royndirnar høvdu eydnast. Men tað var skjótt, at fyritreytirnar fyri endurtøku av avrikinum á norðoyastevnu fyri tveimum árum síðani vóru burtur, og so hevði EB/Streymur ikki so nógv av bjóða uppá, og í fyrstu atløgu mugu teir hyggja langt eftir fimta plássinum, sum teir fóru til Klaksvíkar fyri at fáa fatur á.
Trýstið á EB/Streyma verjuna var stórt, og teir vóru ikki nóg stinnir at halda ágrýtnu mótstøðumonnunum burtur. Tvey tey fyrstu málini luktaðu av mistøkum, og tá ið so Sorin Anghel fram ímóti endanum noyddist at taka seg burturúr, tí hann hevði trupulleikar við liðbondunum í fótliðnum, so varð púra greitt, at KÍ fór at vinna trivaligan sigur og harvið at tryggja sær øll seks stigini ímóti EB/Streymi í ár. Tað er eitt sindur merkisvert, tá ið samstundis verður havt í huga, at EB/Streymur hevur fingið øll seks stigini ímóti B36, sum fleiri ferðir í ár hevur farið heilt illa við KÍ.

Málini
Eyðun Klakstein var meistari fyri uppspælinum undan fyrsta málinum. Hann sneiddi framvið verjuspælara, fór til baklinjuna og legði út frá til púra leysa Hjalgrím Elttør, sum takkaði fyri og sendi upp undir nettakið.
Tá ið Hjalgrím Elttør økti til 2?0, var tað Atli Danielsen, sum fekk tonna á innlegg úr høgru. Hjalgrím rann inn um verjuna og var tryggur, tá ið hann sendi framvið Gunnari á Steig. Í sambandi við 3?0 málið, tá ið seinna umfarið var meiri enn hálvrunnið, var Atli Danielsen aftur meistari fyri uppspælinum. Aftur hesa ferð eydnaðist at spæla Hjalgrím blankan, og aftur hesa ferð sveik málrevurin ikki.
Ronnie Samuelsen pyntaði um. Hann var rættuliga leysur í KÍ brotsteiginum, tá ið hann royndi ímóti málinum. Tað tóktist sum um klaksvíkingarnir hesa løtuna ikki tóku verjupartin í heilt sama álvara, sum teir verða noyddir at gera, tá ið teir hóskvøldið fara á vøllin í Molde.
Higartil hevur tað ikki eydnast hjá Jacob Bymar at fáa mál í KÍ troyggjuni. Fram ímóti dystarenda var tað um reppið, at tað eydnaðist. Bymar royndi við skoti, Gunnar á Steig hálvbjargaði og umvegis ein verjuspælara endaði bólturin hjá Hjalgrími Elttør, sum takkaði fyri. Tvær aðrar ferðirnar var um reppið, at Hjalgrím náddi fram og fekk stýrt bóltinum í kassan, men tað hevði líka sum verið ov nógv av tí góða!

Dysturin í tølum:
KÍ-EB/Streymur 4-1 (2-0)
1-0: Hjalgrím Elttør
2-0: Hjalgrím Elttør
3-0: Hjalgrím Elttør
3-1: Ronnie Samuelsen
4-1: Hjalgrím Elttør
Dómari: Dagfinn Olsen
KÍ: Kartin Joensen ? Jan Andreasen, Ove Nysted, Alexandar Djordjevic, Harley Bertholdsen ? Arnold Joensen, Jan Joensen (Allan Joensen, 56.), Atli Danielsen, Eyðun Klakstein ? Jakob Bymar, Hjalgrím Elttør
Gult kort: Ove Nysted, Eyðun Klakstein
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen (Gert Hansen, 46.), Andzrei Pacek, Egil á Bø, Esmar Eiðisgarð ? Hans Pauli Samuelsen, Marni Djurhuus, Marek Vierzbicki, Ronnie Samuelsen, Magni á Lakjuni (Jákup Martin Joensen, 69.) ? Sohrin Angel (Teitur Joensen, 76.)
Gult kort: Andzrei Pacek