Ein skuldi ikki trúð at 20 ungfólk vóru savnað saman í kjallaranum her í kirkjuni.
10 gentur og 10 dreingir saman plaga at kunna geva ljóð frá sær, tá tey skemta sær og hugna sær saman.
Men í gjár - henda veðurbarda mikumorgunin - í Christianskirkjuni er tað so kvirt sum tað bara kann vera í eini kirkju. Her hoyrist ikki eitt ljóð uttari í forkirkjuni.
Ljós er í sjálvari kirkjuni, so tey ungu og presturin er neyvan langt av leið. Men í kirkjuni eru tey ikki.
Oman trappurnar ber nú leiðin, inn móti hølinum sum í dagligari talu verður nevnt kirkjukjallarin. Tað er helst her at tey eru.
Uttanfyri dyrnar er kortini lítið sum bendir á, at hesi 18 klaksvíkingarnir, tann eini konfirmanturin úr Haraldsundi og hin av Kalsoynni eru savnað saman.
Men tað er altso her at ein finnur tey øll, ið ferð við at fyrireika seg til stóra dagin - konfirmasjónsdagin 9. apríl.
Tey hava gingið til prest nú í eina tíð, men nú fer at álvara at nærkast til Dagin við stóra D.
Niels Pauli Danielsen er presturin sum tekur sær av hesi týdningarmiklu undirvísing, her tey at enda fáa høvið sjálvi at játta sína dópstrúgv.
Inni í kirkjukjallaranum stendur ein genta uppi og sigur okkurt. Tá hurðin fer upp og umboðið fyri tíðindatænastuna trínur innar, er hon skjót at seta seg niðuraftur.
Einki við at nakar fremmandur skal hoyra tað, sum hon er í ferð við at bera fram!
Hin funna rósan
Henda mikumorgunin møttu tey øll í Christianskirkjuni kl. 9.
Í dag er hugaligt at sleppa inn í heita kirkjukjallarin, tí tað er als ikki uttanduraveður í dag.
Regnið oysir niður, hvirlurnar fara ýlandi millum húsini og tað eru bert eini fýra stig. Og kavi er í fjøllunum.
Her inni í kirkjukjallaranum eru borðini sett upp til undirvísingina. Tvey long borð har tey sita.
Um tað er av tilvild ella tilvitað, er ilt at meta um. Í øllum førum minnir plaseringin ikki sørt um viðurskiftini í eini synagogu: Genturnar sita so fittar við sítt borð og dreingirnir eins fittir við sítt borð.
Frammanfyri tey stendur prestur við eini sálmabók í hondini. Bókin er blaðað fram á sálmin nr. 130: Hin væntasta rósan er funnin.
Í sálmabókini stendur hann saman við øðrum jólasálmum. Men hetta er kortini ein álvarsamu sálmur um at finna ta einastu einu rósuna Kristus-rósuna sum ikki følnar ella litferst, hvørki hesumegin ella hinumegin grøvina.
Tey hava havt henda sálmin fyri í eina tíð. Nú skal prestur vita, um hesi ungu munnu minnast versini uttanat.
Nææa ella naaga
Hetta við at siga fram ørindini gongur eftir tørni.
- Ja, hvar komu vit? Hvør eigur nú? Var tað tú Rasmus?!
- Nei, svarar Rasmus. Eg havi akkurát verið!
- Nå, men so var tað kanska ein av gentunum, meðni!
- Ja, svara nakrir av dreingjunum samsintir.
- So má tað verða onkur av gentunum. OK, lat meg hoyra teg, sigur prestur og peikar móti einari av gentunum.
Gentan fer á føtur, og uttan trupulleikar ber hon fram áttanda og seinasta ørindið í sálminum: Lat verøld meg háða og aga, lat tornarnar stinga og naga, lat lakið tey yvir meg breiða, eg rósuna altíð vil eiga.
Hon steðgar líka á við tað eina orðið, sum ikki var so lætt at úttala naga. Skal tað úttalast nææa ella naaga.
Hon steðgar á tvey sekund og byrjar so aftur á somu reglu. Hesaferð var eingin trupulleiki. Tað ljóðar nú, sum tá prestur messar reint, hart, væl skiljandi og sannførandi!
Pizza á skránni
Ein av teimum 10 gentunum í konfirmanta-liðinum er Valborg Evi Johannesen.
Hon hevur gingið til saman við hinum 19 konfirmantunum fimm ferðir um vikuna allar dagar uttan leygardag og sunnudag.
Hesa vikuna eru tey møtt fyrrapartin, og hava so gingið til út ímóti døgurða. Tað gjørdu teir eisini í gjár, tá vit vitjaðu í Christianskirkjuni.
Í gjár skuldu tey verða liðug við undirvísingina kl. 11, tí tá skuldu tey eta saman. Og tá talan er um tannáringar, so visti prestur hvat teimum dámar væl. Á matskránni stóð tí ikki óvæntað pizza.
Um vikuskiftið er ætlanin at tey skulu fara á legu saman norðuri í Gjógv. Har skulu tey yvirnátta eina nátt.
Góður sálmur
Hóast Valborg ikki er liðug at ganga til prest, so hevur hon longu skilt nógv av tí, sum konfirmatiónin er. Tey hava lært, at konfirmatiónin merkir at siga ja til dópin.
Fyri hana er eingin ivi um, at undirvísingin hevur verið sera áhugaverd, og at prestur hevur dugað væl at greitt teimum frá øllum tí, sum hoyrir til konfirmatiónina.
- Vit hava lært nógv um Gud og um Jesus, og um fleiri av persónunum ein kann lesa um í Bíbliuni.
- Og so hava vit eisini hava fleiri av sálmunum í sálmabókini. Her dámdi mær serliga væl tann seinasta sálmin, vit hava lært Hin vænasta rósan. Eg haldi, at hann var nokkso góður, sigur Valborg.
Tað var eisini hesin sálmurin, sum tey høvdu fyri hesa løtuna, vit vitjaðu í kirkjuni.
Hvat trúgvin er
Valborg gleðir seg til konfirmatiónsdagin um eina góða viku.
Hon væntar nógv fólk, bæði úr Norðoyggjum og úr Suðuroynni, hagani hon er ættað.
Men Valborg er eisini greið yvir tann týdningin sum játtanin í sambandi við sjálva konfirmatiónina hevur og fer at hava fyri hana.
- Eg havi lært, hvat tað vil siga at trúgva á Gud og Jesus, sigur hon.
Og tað er ikki so lítið!
Sera áhugavert
- Vit hava lært sera nógv hesa tíðina, sigur ein av mannligu konfirmantunum, hin 14 ára gamli Leif Heimistovu Johannesen.
Tey hava m.a. lært fleiri sálmar og hava hoyrt nógv um Jesus, Bíbliuna og hava eisini lisið onkrar av Sálmunum hjá Dávidi í Gamla Testamenti.
- Hetta hevur eisini verið sera áhugavert. Tí Dávid var ein kongur eftir Guds hjarta, sigur Leif.
Klokkan fer nú at nærkast hálvgum ellivu. Nú mugu tey aftur til skúlaborðið, tí um hálvan tíma stendur pizza á skránni.
Teir 20 konfirmantarnir
Pálmasunnudag verða hesir 10 dreingirnir og 10 genturnar fermd í Christianskirkjuni.
Anni Absalonsen
Valborg Evi Johannesen
Elsebeth Arge Ellingsgaard
Laura Bertholdsen
Maud Drayton
Karola Lydersen
Terja Ósá
Sofía Lind Rasmussen
Sofía Purkhús
Kristina Elsuba á Høvdanum
Ivan Joensen
Leif Heimustovu Johannesen
Ragnar Bjartalíð Danielsen
Bárður í Bø
Andri Hansen
Rasmus Steintórsson
Teitur Hansen
Karl Høgnesen
Bárður Hansen
Eivindur Eyðunsson










