Um fá ár fer oljuframleiðslan í heiminum helst at minka

Eftirspurningurin eftir olju í heiminum bara veksur og veksur. Samstundis vita vit, at tilfeingið er avmarkað. Ein skjønnan dag fær oljan ein enda. So er uppi. Hvat so?
Men áðrenn oljan verður "uppi", so fer eftirspurningurin ikki at kunna mettast av einum útboði, sum um nøkur ár fer at minka. Tá hetta hendir, fer prísurin at hækka stórliga, kanska skjótt upp í 100$ fyri tunnuna. Støðan í heimsbúskapinum verður púra óviss. Eingin dugir fyri vist at siga, hvussu dagurin tekur seg upp

Øll eru tó samd um, at tá ið tað hendir, so skapar hetta problemir í heimsbúskapinum, so skakandi sum higartil ikki hava verið sædd. Politikarar eiga tí longu nú at fyrireika seg til eina broytingartíð, har heimsins avgerandi orkukelda ikki longur er olja. Hvat er at gera? Hvat skal setast í staðin?
Framskrivingar ella prognosur
Men tað er heldur ikki gjørligt við vissu at siga, nær umskiftið kemur har framleiðslan kemur í hæddina, og síðan fer at minka. Men nógvir persónar, bæði geologar (jarðfrøðingar) og stovnar hava síni boð uppá gongdina fram yvir. Summi spáa, at tað fer at henda um eini 5-10 ár, meðan onnur halda, at tað ikki verður aktuelt fyrr enn um eini 25-50 ár.
Í meira enn 100 ár hava verið spádómar um, nær oljan verður uppi, og næstan alla tíð hava "ekspertar" sagt, um eini 10-20 ár. Tí er kanska ringt at taka ávaringar í álvara nú.
Munurin er tó tann, at fyrr vistu oljufeløg og granskingarstovnar lítið um oljugeologi. Og metodurnar vóru einfaldar og ikki altíð eftirfarandi. Í dag eru leitingaramboðini og vitanin um oljugeologi nógv betri enn fyrr. Framskrivingarnar eru meira eftirfarandi. Amerikanska "Department of Energy" metir at oljuframleiðslan kemur í hæddina í 2016. "World Energy Council" sigur at tað verður onkuntí aftaná 2010. So útlitið í løtuni er eini 5-10 ár aftrat, so hendir okkurt.
At meta um oljutilfeingi
Tá ætlast skal um oljutilfeingið, sum eftir er, verður talt saman á ymsan hátt. Fyrst keldurnar sum eru í framleiðslu. So keldur sum eru kendar, men enn ikki eru í framleiðslu. At enda ætlaðar, men enn ikki kendar keldur.
Tær størstu keldurnar kallast "super giants", og fleiri av hesum liggja í Miðeystri. Tær seinastu "super giants", sum vóru funnar, komu í 1967-68. Síðani eru ongar veruligar stórar nýggjar keldur funnar.
Um tað loysir seg at pumpa olju upp úr einari keldu, er ein spurningur um teknikk og prís. Tá prísurin er høgur, so kann tað loysa seg at pumpa úr keldum, sum liggja illa fyri. Teknikkurin kann eisini útviklast, so keldur sum fyrr vóru ómøguligar, kunnu brúkast. Hóast bæði oljuprísur og teknikkur gera tað møguligt at pumpa meira upp, so er hetta samband ikki sum eftir einari beinari linju. Geologiin setur mark fyri, hvat ið er gjørligt.
Eftirspurningur og nýtsla hækkar alsamt
Amerikanska Energy Information Administration væntar at eftirspurningurin eftir olju næstu 20 árini hækkar við 50%. Um ikki stórar nýggjar keldur verða funnar og fara at framleiða olju til marknaðin, so kann framleiðslan ikki longur metta eftirspurningin.
Sjálvt um oljuprísurin síðani oljukreppurnar í 70-unum hevur verið lutfallsliga høgur, og oljufeløgini hava leitað víða hvar seinastu 25 árini, so hava eingi stórvegis úrslit víst seg. Tendensurin hevur stutt sagt verið, at færri og færri nýggjar keldur hava verið funnar.
Ávístu keldurnar gerast færri
Hetta er víst í kurvumyndini, mynd 1. Hon vísir netto-munin millum tær árligu ný-ávístu oljukeldurnar (reserves) og tað árligu nýtsluna av olju í heiminum. Tendensurin í hesi mynd er klárur. Talið kom á sítt hægsta virði mitt í 60-unum, og síðani hevur tendensurin verið fallandi. Síðan miðskeiðis í 80-unum hevur árliga nýtslan verið størri enn tær nýggju keldur, sum eru funnar.

Gongdin í USA
USA hevði risastórar oljukeldur, sum vóru grundarlag fyri búskaparliga vøkstrinum í tíðarskeiðinum frá byrjan til miðskeiðis av 1900-talinum. Men, sum vituligt er, oljukeldurnar vóru ikki ótøman±di, og í teim 48 statunum (Alaska og Hawaii ikki við) kom oljuframleiðslan í hæddina og hevði sítt maximum í 1970. Síðan 1970 hevur oljuframleiðslan minkað ár um ár. So, nýggjur boriteknikkur og nýggj kanningartól serliga á seimiska økinum hava ikki megnað at vent gongdini. Í 1970 innflutti USA ein triðing av oljuni. Í dag er innflutningurin 60% av nýtsluni, og um 20 ár verður talið helst 70% ella meir.

Hvat kann bøta um støðuna, - ella gera hana verri?
Allar framskrivingar eru óvissar, og byggja á fortreytir og metingar, sum kunnu vísa seg at vera skeivar. Ting sum kunnu gera oljuframleiðsluna størri enn væntað:
"Stovnarnir, sum gera hesar framskrivingar, kunnu enn eina ferð hava verið ov pessimistiskar.
"Nýggj "super giant" oljuøkir kunnu møguliga finnast.
"Oljukeldurnar í Miðeystri kunnu vera væl størri enn alment er boðað frá.
"USA og onnur lond kunnu seta krøv um størri orku-effektivitet, eitt nú at bilar skulu koyra fleiri km/litur
"Óvæntaðar teknologiskar innovatiónir (nýskapanir) kunnu broyta støðuna til tað betra.

Hin vegin eru eisini møguleikar fyri einari versnandi støðu, um
"Politiskur óstabilitetur í oljuframleiðandi londum kann minka um leveransurnar
"Miðeysturkeldurnar vísa seg at vera minni enn alment er kent
"Um arbeiði við at finna avloysarar fyri oljuorkuna (alternativa orku) ikki kemur í gongd, ella brúkiligar loysnir vera funnar
The Big Rollover
At enda skal ein samlað mynd verða givin, sum á leið vísir, hvussu frægastu metingar ætla um framtíðina. Mynd 2 vísir tað, sum í olju-málinum kallast "The Big Rollover" ella tað stóra umskifti, har myndin skiftir frá at vísa eina støðugt vaksandi framleiðslu, til stagnatión og so afturgongd.
Heimsframleiðslan fekk tvey týðulig høgg í 70-unum, tá báðar oljukreppurnar minkaðu um framleiðslu. Henda framskriving (byggir á Magoon) væntar eitt topp-punkt longu áðrenn 2010, og so eitt fall. Hini lond og økir, sum eru við á myndini, skulu vísa, at nøkur oljuframleiðandi økir longu eru farin um umskiftispunktið.
USA hevði maximum longu í 1970, víst undir A.
Sovjetsamveldið og seinni Rusland og onnur SNG-lond komu í hæddina í 1980-unum, undir B.
Bretland og Norge, sum framleiða mestu oljuna í Norðsjónum fara at fáa minkandi framleiðslu í nærmastu framtíð.
Einasta øki, sum enn hevur keldur til økta framleiðslu, er Miðeystur, har Saudi Arabia, Iran, Irak og Kuwait sita á oljuríkidøminum. Tí er hetta øki "áhugavert" hjá øllum stórveldunum: USA, ES, Rusland, Kina og India, sum øll royna at tryggja sær oljuveitingar so leingi sum gjørligt. Geopolitisk áhugamál hjá nógvum leikarum fara bresta saman í Persiska gulfinum.

Keldur:
Les Mangoon: Are we running out of Oil
(www.hubbertpeak.com/magoon)
R. Hirsch, R. Bezdek, R. Wendling: Peaking Oil Prodiction: Sooner Rather than Later .(www.issues.org/issues/21.3/hirsch.html)
Norges olieeventyr nærmer sig enden. DR 10.sept 05 (www.dr.dk/Nyheder/Udland/2005/09/10/140426.htm)
Energy Information Administration: International Petroleum Monthly (www.eia.doe.gov/ameu/ipsr/t44.xls)