Saltsiloin á Drelnesi altjóða konserthøll og listaskáli

Á Tvøroyri er ein saltsilo, sum flest allir føroyingar kenna. Hesin fantastiski og rári bygningur hevur mist nakað av tí hábærsliga, ið hevur eyðkent dramatiska byggisniðið, men longi hevur verið arbeitt, og kortini hava verið hildin væl at kroppium, og ein liðug verkætlan leggur nú upp til, at her skal gerast altjóða konsert- og sjónleikarhøll og listaskáli. Eitt stórt spælistað og mentararhús, sum er gjørt til endamálið við øllum tørvandi hentleikum, og sum líkst eini sannari glæstriborg

Føroyar standa á gáttini til at fáa eitt mentanarhús, ið hevur altjóða støði, og sum í tign og útsjónd er bergtakandi, og sum í allar mátar er ført fyri at seta Føroyar á heimskortið. Talan er um eina glæstriborg, ið byggjast skal á rovini av óivað sláldsamasta bygningi í Føroyum. Ætlanin er stór, er gjøgnumarbeidd, og liggur liðug í væl greinaðum bóklingi.

Á Drelnesi á Tvøroyri stendur ein saltsilo, sum hóast fjarskotin frá miðstaðarøkinum, er kend av øllum føroyingum. Siloin er er eitt satt vørumerki í sjálvum sær, og ongin hevur verið á Tvøroyri, uttan at leggja hana til merkis.

Men í mong áratíggju hava veður og vindur gjørt sítt, so hesin bygnigur við sjáldsomu reisingini, sperrunum, í føroyska veðurlagnum er farin og slitin. Byggistílurin sigst verða eindømi í Norðurlondum.


Mentanarháborg á tekniborðinum

Men í nøkur ár hava fólk, onkur burturav, arbeitt við at reisa henda dramatiska bygning, so hann aftur kemur til heiður og æru.

Loyniligt mestsum hava ætlanirnar verið, tó at flest øll hava havt eitt ánilsi um, at arbeitt hevur verið við at umskapa saltsiloina til eitt mentanarhús, ið veruliga vil nakað. Men tætt at kroppinum hava kortini verið hildin, men nú ber til at avdúka, hvørjar ætlanirnar eru.

Í bóklingi liggur ætlanin grytuklár. Talan er um, at siloin skal verða altjóða konsertsalur, listaskáli, sjónleikarhús og mentanarhús. Og ikki minst ein varði, sum í sjálvum sær tekur tey vitjandi av fótum.

Talan er óivað um eina ætlan, ið er í tunga endanum av fleirfaldum upphæddum, men júst hesin parturin um fígging, sum arbeitt nú verður við, fæst ikki meira at vita júst nú, men í stuttum kann greiðast frá ætlanini.


Burtur ella nýtt lív

Í mong ár hava fólk tosað aftur og fram; summi fyri, onnur ímóti. Hvat skuldi gerast við stásiliga bygningin, ið alt meira gerst ein ruin, sum tíðin gongur?

Fyri nøkrum árum síðani tók Tvøroyrar Kommuna spurningin í álvara, og saman við Hvalbiar Kommunu var hol sett á ætlan um, hvat skuldi henda við siloini.

Úrslitið er í dag lidna ætlanin – projektið, um eitt satt undur av einum mentanarhúsið.

Sjálv siloin skal varðveitast, og skal nýtast til stóra salin og pall. Har koma at vera um 500 sitipláss, tá konsert ella sjónleikur er, men er talan um rock-konsert ella aðra konsert, har standipláss eru, so sleppa eini 1500 – 1800 fólk innar.

Umframt er rúm gjørt fyri, at hølini kunnu nýtast til listaskála, og annars sum mentanarhús í allar mátar.

Í Norðara enda, móti sjónum, er ætlanin, at ein sonevnd foyer, eitt slag av úthangi yvir salin, skal húsa matstovu og gallarí, og umframt kemur matstovan eisini at hanga út mótvegis sjónum, við tað, at núverðandi úthang, har skrivstovur og annað fyrr var, verður tikið uppí.

Sostatt ber til at eta ein betri bita, meðan ein sær út yvir stóra salin, ella ein sæt út yvir fjørðin.

Stóra konstruktión, sum ger, at bygningurin hevur fingið snið og dramatiskt skap í vøggugávu, er ætlanin skal varðveitast. Ovast uppi á tekjuni er ein bygningur allan vegin á mønuni, har m.a. transportband hevur verið. Her skal verða gjørligt at ganga og síggja niður í salin, og her er eisini ætlanin, at glas skal í, so ljós fæst í salin hendanvegin, men at salurin uttan hóvasták kann myrkaleggjast við eldrivnum rullugardinum.

Tær sekstan metrar høgu sperrurnar, bogarnir, eru stoyptar, og skulu, eins og skráveggirnir, varðveitast, men skal restin klæðast av nýggjum. Siloin er um 1200 fermetrar.

Men umframt skulu tveir útbygningar byggjast niðaneftir, ið minna um flúgvaraveingir. Hesir verða í stødd líka stórur í vídd, sum siloin, og verður samla vídd tá umleið 2300 fermetrar. Her verður alt savnað, ið er handan pallin, umframt grafiskur verkstaður, ljóðverkstaður, venjingarúm til leik og annað, og íbúðir til listafólk.

Í fáum orðum er ikki lætt at lýsa hesa glæstriborg, og hesa sera stórfingnu ætlan. Men hvør tann, ið hevur sæð saltsiloina, og sum hevur eitt sindur av hugflog, kann lættliga ímynda sær teir møguleikar, ið her eru.


Listafólk síggja hetta og stuðla

Albert Isfeld hevur teknað uppskotið til Projejt Salt, sum nú liggur á borðinum. Ólavur Rasmussen hevur í eini 2 ár, ella meira, arbeitt meir og minni burturav við at fáa ætlanina lidna.

- Tónleikarar hava langt síðani fangað hugskotið, og tí stuðla teir hesum, sigur Ólavur Rasmussen, og sipar til, at Jóansøkufestivalurin í ár virkar sum stuðulskonsert til frama fyri Projekt Salt.

- Her er eitt professionelt tónleikahús. Fleiri tónleikarar hava sæð siloina, og hjá fleiri uppstendur hugsnin av sær sjálvum. Stuðulin hevur verið fantastiskur millum listafólk, og moralski stuðilin hevur týding, eins og fólksligi uppbakningurin.

- Her er ein konserthøll, eitt spælistað, ein listaskáli, ið er gjørdur til endamálið, og ætlanin hevur uppbakning í føroyska listaumhvørvinum, fegnast Ólavur Rasmussen.

Hann leggur dent á, at slík ætlan sjálvsagt er eitt mentanrhús fyri allar Føroyar.

Í bóklinginum, har smálutir eru greinaðir, eru listarligu ætlanirnar hugvekjandi og bergtakandi, og ljóðviðurskiftini verða sett í hásæti, eins og onnur listarlig viðurskifti. Nevnast kann áðurnevnda ljósgongd ovast á tekjuni, ið eisini kann koma teimum framførandi til góða, tá møguleikar gerast at koma út í salin, til lurtara og áskoðara, á henda hátt.


Sermert, men forfallið

Ongin ivast í, at henda ætlan, sum í dag kann avdúkast, er sera, sera kostnaðarmikil, men hesa síðuna av ætlanini fæst ikki innlit í enn, tí arbeitt verður nú víðari við júst hesum partinum av hesi søk.

Siloin á Drelnesi hevur staðið sum ein varði, eitt landamerki. Hábærslig, men síðstu árini heldur forfallin.Tað er tí í tøkum tíma, at gjørt er av at royna at gera okkurt munagott, so hon aftur kemur í nýtslu; kanska stoltari en nakrantíð.

Tað var sluppfiskisskapurin, ið gjørdi tørvin á salti so stóran í 1920’unum og 30’unum. Mett tøl siga, at í 1930 innfluttu føroyingar uml. 20.000 tons av salti frá Sfax og Ibiza. Hetta kom við dampskipi og skuldi so lempast og koyrast í vognum.

Ein av eigarunum í saltframleiðsluni í Sfax, Compagnie Commerciale des Sels Marins í París, vildi nútímansgera viðurskiftini, og umhugsaði saltsiloir í Norðurlondum.

Fyrsta siloin skuldi byggjast í Føroyum, og Suðuroyggin hevði stóran part av fiskaframleiðsluni tá, og hevði eisini egið orkuverk. Ein franskur arkitektur teknaði siloina, og firmaði C. Jensen í Keypmannhavn stóð fyri fyrireikingunum og fíggjarstýringini av byggingini.

Siloin stóð liðug í 1938, og hevði gólvvídd á 1000 fermetrar og hæddin var 25 metrar. Kríggið kom, og ætlaðar siloir í Noreg og Íslandi komu ongantíð, og stendur siloin á Drelnesi sum eitt unikt dømi um tátíðar nýmótans arkitektur.

Við til søguna hoyrur, at í 1941 bumbaði tyskt flogfar á Tvøroyri, og rakti saltsiloina, takið fór av og salt stóð høgt í loft. Eftir stóðu bogarnir, men í ódn í 1944 duttu 7 teirra niður. Bygt varð uppaftur í 1948, og var virksemi í siloini til fyrst í áttatiárunum.

Og um Projekt Salt gerst veruleiki, so fáa Føroyar eitt altjóða mentanarhús, ið ikki stendur aftanfyri so mong onnur býar- og landamerki, sum í dag eru heimskend. Og føroyskt mentarnlív fær umstøður, ið tørvur hevur verið á í lnga tíð, eins og karmar verða at bjóða útlendskum gestum til Føroya undir hábærsligum og hóskandi umstøðum.



Keldur:

Ólavur Rasmussen og brot úr bóklinginum Projekt Salt

Útvegað Myndir; Bjarni Nygaard. Teknaðar myndir; Albert Isfeld