Skákið
Klaksvíkar Talvfelag hevur í mong ár gingið heimleyst, har flutt varð millum Klaksvíkar Sjómansskúla og HF skúlan. Í 1995 hendi tað frálíka, at Klaksvíkar Kommuna veitti talvfelagnum eini hús, ið teir høvdu brúkt til rørgoymslu.
Húsið liggur mitt í býnum, men tað, sum er vert at bíta merki í, er, at húsið er smíðjað soleiðis, at eingin vinkul í húsinum er rættur.
Tá talvfelagið so skuldi húsast har, var tað sera hóskandi at kalla húsið Skákið.
Kjølbro Open
Nú stjóraskifti er farið fram á Kjølbro Heilsølu, har ein fyrrverandi føroyameistari loysti ein annan telvara úr starvi, er tað kanska ikki so løgið, at Kjølbro Heilsøla valdi at stuðla kappingini.
Kappingin varð skipað sum partur av Grand Prix kappingini, ið telur nýggju kappingar, har teir ovastu fáa GP stig. Telvað vórðu 5. umfør, har tíðin til talvini var 90 minuttir, og 30 sekund vórðu løgd afturat hvørjum leiki.
Havnamaðurin Herluf Hansen streyk avstað undan hinum telvarunum og lá eitt heilt stig á odda áðrenn seinasta umfar. Tá møtti hann Finnbirni Vang, ið mátti vinna talvið, um hann skuldi fáa nakað burtur úr kappingini.
Finnbjørn kastaði alt tað, hann kundi í talvið og vann eitt sera flott tekniskt endatalv. Við sigrinum gjørdust tríggir javnir á fyrsta plássinum: 1-3. Finnbjørn Vang 1-3. Herluf Hansen 1-3. Ólavur Simonsen
Breiddin og elitan illa umboðað
Tað kann lættliga sigast, at fáir av elitutelvarunum eru at síggja á luttakaralistanum. Um tað er fjallgongan, sum heldur monnum burtur ella okkurt heilt annað, er ilt at siga.
Umstøðurnar vóru góðar, virðislønirnar góðar, og kappingin fevndi bert yvir eitt vikuskifti. Tó var hetta ikki nóg mikið til at lokka teir tungu dreingirnar út úr holunum.
Unglingarnir trúfastir
Tað hevur víst seg tey seinastu árini, at tað oftast eru unglingar, sum manna kappingarnar. Soleiðis var eisini í vikuskiftinum, har helmingurin av telvarunum vóru unglingar.
Hetta er bæði gott og ringt. Tað góða er at síggja ágrýtnar unglingar í menning, meðan tað ringa er, at teir sleppa ikki at telva móti royndum telvarum. Eisini er ein trupulleiki, at teir fáu royndu telvarnir, sum luttaka, møta unglingunum tey flestu umførini og fáa ikki ta neyðugu mótstøðuna. Hetta seinna drepur hugin hjá teimum fáu virknu royndu telvarunum, og tí er spurningurin, hvussu leingi teir tíma at halda áfram at luttaka.
So enn einaferð var tað svart upp á hvítt, at luttakartalið ikki var nøktandi.
Bogi skeyt við skørpun
Bogi Hansen, ið er ein av mongu talentunum, ið Klaksvíkar Talvfelag hevur í løtuni, fekk eitt fjórða pláss við 3,5 stigum av 5. Hann gjørdist tí besti unglingin í kappingini, og vann eisini ratingvirðislønina. Serliga var tað sigurin móti roynda Tummas M. Sólsker, ið gav honum eitt skump upp eftir stigatalvuni.
Tað er eisini áhugavert, at út av 12 virðislønum, ið er latnar seinastu tvær kappingarnar, eiga klaksvíkingar 9!
Samlaða støðan í Grand Prix kappingini eftir tvær kappingar er:
Ólavur Simonsen 11,33 GP
Finnbjørn Vang 11,33 GP
Herluf Hansen 6,33 GP
Jón Andreasen 4 GP
Carl E. N. Samuelsen 3 GP
Bogi Hansen 2,5 GP
Vagn Heldarskarð 2,5 GP
Terji Petersen 2 GP
Rógvi Dragaberg 0,5 GP
Jaspur T. Gaard 0,5 GP










