GÍ er væl á odda í 3. deild hjá monnum nú 8 umfør eru spæld, og tað tykist bert vera NSÍ, sum er ført fyri at fylgja eftir teimum. Í fleiri umfør var rættiliga tætt í toppinum, og fleiri lið gjørdu um seg, men bæði KÍ og Skála, sum vunnu allar sínar fyrstu dystir, hava tapt fleiri ferðir á rað, og eru komin aftur úr. VB hevur sett ferð á, og vágbingar hava nú vunnið seg upp á triðja pláss eftir fleiri fylgjandi sigrar.
Oddaliðið GÍ hevði vitjan av SÍ í Gøtu sunnudagin, og tað gjørdist lættur dystur fyri teir gulu og bláu. Longu tá 25 minuttir fóru farnir av dystinum, var avgerðin mest sum fallin, tí tá hevði GÍ skorað tríggjar ferðir, men gøtumenn skoraðu ikki aftur fyri hálvleikssteðgin, og tað komst ivaleyst av, at teir tóku sær av løttum og ikki høvdu sama samanspæl, sum at byrja við.
Eftir steðgin gjørdist støðan nakað betri aftur, og GÍ fekk gongd á málskjótingina aftur. Hóast SÍ ongantíð veruliga kláraði at geva GÍ mótstøðu, so fingu teir tvey mál seinna umfarið. Hilmar Hansen, sum er bestur á einum misjøvnum SÍ-liðið, gjørdi annað málið. Hann er sannur bóltsnillingur, og hevði uttan iva komið væl við hjá nógvum feløgum í hægru deildunum.
Úrslitið av dystinum var 7-2 til GÍ, men tað kundi verið mangt slíkt, um onkrir av hinum góðu kjansunum vóru betri útnyttaðir. Men soleiðis er tað altíð í dystum, har annað liðið er væl betri, og gøtumenn fegnaðust fyrst og fremst um trygga sigurin.
Jóannes skoraði forkunnugt mál
Í Runavík hevði NSÍ vitjan av KÍ, og bert til hálvleikssteðgin var nakað av spenningi um úrslitið. Í seinna hálvleiki setti NSÍ í ferð á og skoraði seks ferðir, meðan KÍ bert fekk eitt. Men tað eina málið hjá KÍ var tað besta av teimum øllum, tí aftanfyri miðjuna, smekkaði Jóannes Jakobsen til, og NSÍ-málverjin fekk bert hondina á bóltin, áðrenn hann fór í málið. Jóannes sat á bonkinum, men kom ikki inn, tá KÍ tapti í Gøtu, og eftir dystin var hann við 3. deildarliðnum í Runavík. NSÍ hevði júst skorað til 3-1 stutt eftir hálvleikssteðgin, og tá bólturin var givin upp varð hann trillaður til Jóannes, sum trykti av og í málið frá yvir 50 metrum.
Eftir hetta málið, fór NSÍ rættiliga frá KÍ. Fróði við Rætt og Jack Jacobsen skoraðu tvær ferðir og klaksvíkingur Martin Venned fekk eitt partabræv í málveitsluni. NSÍ-liðið var væl manna hendan dystin, og frá 1. deildarhópinum vóru spælarar sum Danjal Hansen, Kristian Høgni Jacobsen og Eddie Mikkelsen komnir niður, og tað var millum annað tað, sum gjørdi stóra munin millum liðini.
VB í oddin
VB nærkast oddinum í 3. deild, eftir at teir fingu eina meiri varna byrjan. Triðja dystin á rað vunnu teir, og hesaferð vóru tað fuglfirðingar, sum máttu lúta á vøllinum í Vági. Fyrra umfar hevði ÍF mótvind, og teir løgdu dent á at verja fyri fyrstu trý korterini. Tað eydnaðist teimum næstan, men ikki heilt. Stutt fyri hálvleik gjørdi Mikael í Lágabø, sum hevur verið nógv við á 1. deild í ár, mál.
Í seinna hálvleiki legði ÍF seg meira eftir at spæla bóltin og fara longur fram á vøllin, men hetta dugdi VB at straffa. Teir spældu væl í mótvindinum og komu fram um 3-0, áðrenn Jákup Helgi Egholm gjørdi einsamalla málið hjá ÍF. Mikael í Lágabø settið prikkin yvir i¹ið tá hann gjørdi tað til endaliga úrslitið 4-1 til VB. Sigurin førdi VB fram á triðja pláss, nakað aftanfyri GÍ og NSÍ.
Á Sandi fekk B71 sín næsta sigur á rað, og tað var móti botnliðnum Fram. Fram kom annars á odda í dystinum, tá Sonni Djurhuus skoraði, men fyri hálvleik fór B71 fram um og har hildu teir seg dystin út. Símun Jensen og Mourits Viderø, sum hevur verið nakað við á 1. deild í ár, skoraðu málini í fyrra hálvleiki. Málið hjá Mourits varð skorað við brotssparki.
Í seinna hálvleiki økti Petur Petersen til 3-2, men Fram fekk vón aftur, tá Sonni Djurhuus gjørdi sítt næsta mál í dystinum. Men tað skuldi ikki blíva til nakað hjá Fram, tí Oyðstein Sørensen syrgdi fyri, at B71 vann dystin 4-2.
Nokta at flyta dystir
Seinasti dysturin í 8. umfari varð spældur í Havn, og hann fekk eina merkisverda vend í seinna hálvleiki. Skála var á odda 4-1, tá liðini fóru til hálvleik, og fortreytirnar fyri einum góðum úrsliti gjørdust enn betri, tá Kjartan Jacobsen hjá HB fekk reytt kort beint fyri hálvleikin.
Men HB umskipaði sítt lið í steðginum og teir vóru sera grammir tá teir komu aftur á vøllin. Tá gott korter var farið av seinna hálvleiki høvdu teir javna til 4-4, og teir hildu fram dystin út. Jákup Danielsen skoraði tvær ferðir seinasta korterið og so vunnu havnamenninir 6-4. HB legði dent á álopsspælið í seinna hálvleiki, og hóast teir vóru ein í undirtali, kláraði verjan hjá HB at forða skálamonnum í at gera nakað mál í seinna hálvleiki.
FSF hevur nú svarað skrivi frá NSÍ, sum vegna fleiri feløg hevur biðið FSF um at broyta kappingina hjá 3. deild soleiðis, at dystirnir fylgja dystunum í 1. deild. Tað vil siga at liðini, sum hava 1. og 3. deild spæla á sama staði. FSF sigur, at hon gongur ikki umbønini hjá NSÍ á møti, og skal dystur flytast, skulu feløgini verða samd um hetta og kappingarstjórin og dómarin skulu eisini góðtaka tað.
ek